mánadagur 17. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
Sosialurin
Nøvn
Skal ein trúgva HUXA, hevur Javnaðar
flokkurin fullkomið vald í ABC samgonguni.
Sambært lesarabrævinum “Vistu tit, at...”, eru
tað javnaðarfólk, sum eru orsøkin til at t.d.
studningurin til lesandi er skorin. Hetta tí at
Javnaðarflokkurin hevur vágað sær at geva
fólki ta løn, tey hava rætt til.
Somuleiðis hava myrku sosialistisku
kreftirnar í Føroyum, eftir øllum at døma,
samtykt ein internetskatt tó at eingin
tílíkur skattur í veruleikanum er til í Føroy
um. Kringvarpsgjaldið, sum HUXA sipar til,
er fyrst og fremst til orsakað av Fólkaflokki
num. Javnaðarflokkurin hevur leingi verið
fyri, at kringvarpsgjaldið skal leggjast um
til ein veruligan skatt, so at tað verður sam
haldsfast og soleiðis ikki rakar t.d. lesandi.
Tað sama ger seg galdandi, tá tað kemur til
flest allar ætlanir, sum veruliga vilja broyta
samfelagið til tað betra. Um tú vil avtaka
studningin til fiskivinnuna, sum avlagar
alt føroyska vinnulívið, við at geva fiski
vinnuni serstakliga óhepnar fyrimunir, so er
tað Fólkaflokkurin, sum forðar fyri hesum.
Vilt tú steðga við at geva reiðarum ókeypis
fiskiloyvi, ið teir enntá kunnu selja øðrum
við stórum vinningi? Fólkaflokkurin er ímóti
tí. Skattareform, so at skipanin er meira
rættvís? Veruligan grønan politikk? Komm
unureform? Skúlareform? Fólkaflokkurin er
ímóti tí.
Einum hevur HUXA tó rætt í. Politikkurin
hjá ABC samgonguni hevur ikki verið tann
besti vit hava sæð. Javnaðarflokkurin kann
og skal gera meira fyri at broyta støðuna.
Fólkaflokkurin hvørki kann ella vil.
Ein sannleiki og annar
SU Føroyar