mánadagur 17. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
ÍF – SÍ 3-1
(16-25, 25-18, 26-24, 25-18)
SÍ – Mjølnir 3-1
(16-25, 19-25, 25-14, 20-25)
Fleyr – TB 3-0
(25-13, 25-16, 26-24)
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
12
10
2
32
10
22
20
2 SÍ
12
8
4
28
13
15
16
3 Mjølnir
11
6
5
20
18
2
12
4 Fleyr
11
5
6
17
22
-5
10
5 TB
12
0
12
2
36
-34
0
Hilmar Jan Hansen
Higartil hevur manskappingin fyri
tað nógva sæð út sum ein finalu
upphiting millum ÍF og SÍ, men
síðstu tíðina er liðið hjá sørvingum
tódnað, so manningin ikki sær líka
ræðandi út longur. Hetta sást eis
ini fríggjakvøldið, tá SÍ vitjaði ÍF
á Kambsdali, men uttan fleiri av
profilunum. Eitt nú var eingin av
Jónunum við – hvørki Joensen,
Nielsen ella Falkvard.
Um tað var hetta viknaða SÍ
liðið, ið gjørdi tað, ella aðrar orsøkir
vóru, vita vit ikki. Men í øllum
førum megnaði ÍF slett ikki frá
byrjan at gera sær dælt av skerdu
mótstøðuni, og í staðin fór SÍ avstað
við fyrsta settinum, ið endaði 2516
til gestirnar.
Hetta var ein hvøkkur hjá fugl
firðingum, ið eisini tóku sær um
reiggj í øðrum setti. Men í triðja
setti stóð aftur á, tí her var SÍ
frammanfyri tað mesta av tíðini, og
ikki fyrr enn eftir javnleik 2222 fór
ÍF framum og endaði við at vinna
2624. Eftir hetta var eingin hvøkkur
eftir í dystinum, og ÍF vann eisini
lættliga fjórða sett og dystin.
Stigini niður í helvt
Fuglfirðingar fingu sostatt enn
eina ferð styrkt sær um støðuna,
og í løtuni sær ikki ordiliga út til,
at nakað av hinum liðunum kann
standa teimum kurl. SÍ er í álvars
ligum trupulleikum, nú liðið hevur
mist fólk, so har kann tað verða so
skjótt, at Mjølnir og kanska eisini
Fleyr fara at nærkast av álvara.
Serliga spennandi kann tað
gerast, tí eftir hetta umfarið verða
stigini býtt í helvt, so tá er ikki
longur sami munur millum liðini.
Hetta fer at síggjast allarbest í kapp
ingini millum tey fremstu, har tað
tó enn má væntast, at luturin hjá SÍ,
Mjølnir og Fleyr verður at kappast
um eitt pláss í FMfinalunum, tí ÍF
altso sær út til at vera tað sterkari
enn hini.
Bara ein dystur er eftir í hesum
umfarinum, og hann verður í
Badmintonhøllini í Klaksvík í
annað kvøld klokkan 19.30 mill um
Mjølnir og Fleyr. Tá hann er spældur,
hava liðini ein dyst ímóti hvørjum
øðrum eftir, og tí kann væntast, at
kappingin bara fer at harðnað, nú
hon nærkast endanum.
hilmarjan@sosialurin.fo
ÍF við fullari ferð
Mansflogbóltur Fuglfirðingar bara styrkja um støðuna, sum
tað líður út á kappingina, og fríggjakvøldið vunnu teir á argasta
kappingarneytanum, SÍ. Eftir hetta umfarið verða stigini býtt
í helvt, so tá kann væntast, at manskappingin bara harðnar
Hilmar Jan Hansen
Síðstu dagarnir hjá flogbóltsglaðum
sørvingum hava ikki verið nakað
serligir.
Fyrst
taptu
menninir
fríggja kvøldið og í gjár taptu bæði
menninir og kvinnurnar, so einki
fekst burtur úr trimum dystum, ið
annars potentielt kundu givið trý
stig.
At menninir hjá SÍ á útivølli
taptu fyri ÍF, er kanska ikki so
nógv at siga til, tí ÍF er liðið, øll hini
renna aftaná í løtuni. Men verri var
helst, at heldur einki fekst burtur
úr heimadystinum ímóti Mjølnir
í gjár, tí tá klaksvíkingarnir fóru
avstað aftur, høvdu teir ein 31 sigur
við sær úr Sørvági.
Breiddin hevur vanliga verið
styrkin hjá SÍ, samstundis sum
tað hevur verið trupulleikin hjá
Mjølnir, men í gjár sá alt hetta
næstan út til at vera vent á høvdið.
SÍ hevði ein smalan hóp, ið als ikki
megnaði at gera nakað við hópin
hjá Mjølnir, ið var so lítil, sum hann
plagar – men væl betri enn tann hjá
heimaliðnum.
Mjølnir var nógv betra liðið og
var eisini væl á veg ímóti einum
knúsandi sigri eftir tey bæði fyrstu
settini, men so steðgaði alt upp
eina løtu í triðja setti, tá SÍ fekk
sína løtu í hesum dystinum. Men
í fjórða setti koyrdi tað aftur hjá
klaksvíkingunum, ið megnaðu at
taka sigurin heim.
Samstundis gjørdi hetta úrs litið,
at Mjølnir nærkaðist SÍ, ið ann ars
hevur verið næstfremst alt kapp
ingarárið higartil. Mjølnir kann tí
gerast størsti av bjóð arin til finalu
kjansin, ið alt bendir á, at annað
hvørt SÍ, Mjølnir ella Fleyr skal fáa
ímóti ÍF. Hjá sørvingum gongur
aftur á hond, og har skal nógv
henda, skal SÍ ikki detta burtur
ímillum í finalu kapp renn ingini,
ið nú av álvara er á veg inn í enda
spurtin.
Hilmar Jan Hansen
Tað mundu vera tey fægstu, ið
høvdu væntað nakra sensatión
í Gundadalshøllini í gjár, tá
Fleyr tók ímóti TB, og tað vísti
seg eisini, at dysturin fekk júst
tað úrslitið, ið væntandi var.
Men eftir tvey sett, har Fleyr
var sannførandi betri, slapp
TB brádliga upp í part í triðja
setti.
Dysturin sá tey bæði fyrstu
settini út sum ein av greiðslu
dystur, tí Fleyr hevði ongar
trupulleikar við at vinna tey.
Men sum so ofta í flogbólti, er
triðja sett merkiliga tungt at
hála inn, og so gjørdist eisini
hjá Fleyr, ið fekk ein minni
hvøkk frá TB, ið stríddist fyri
sakini og mundi tikið settið.
TB hevði tikið sett frá
Mjølnir vikuna fyri, so tað
kundi jú henda. Og í øllum
før um sóu tvøramenn út til at
trúgva upp á tað, og tað rakk
eisini langt. Men í evstu løtu
fekk Fleyr mannað seg upp
og av gjørt settið, ið endaði 26
24, og dystin, ið sostatt endaði
30.
Ilt er at siga, um Fleyr hev
ur tikið seg so mikið fram, at
liðið veruliga kann bjóða SÍ
og Mjølnir av í kappingini um
annað finaluplássið, men enn
er møguleikin so har. TB kemur
ikki upp í part í tí kappingini,
men hóast tvøramenninir hava
vunnið tvey sett í kappingini –
bæði forrestin ímóti Mjølnir –
eiga teir enn fyrsta sigurin til
góðar.
Men teir í TB eru við fyri at
læra, og tey flestu munnu vera
á einum máli um, at lið ið tekur
seg fram, so hóast stig ini ikki
streyma inn, er hetta kapp
ingarárið óivað ein góð roynd
hjá TB, so mansflogbólturin
har suðuri kann taka seg enn
meira fram.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fleyr
vann trygt
á TB
Mansflogbóltur Burtursæð frá,
at TB ernaðist í triðja setti og mundi
tikið tað, var eingin slingur í valsinum
hjá Fleyr, ið vann væntaða 3-0 sigurin
Mjølnir bjóðar av
Mansflogbóltur Klaksvíkingar tóku seg enn eitt fet
nærri SÍ, tá Mjølnir í gjár vann 3-1 í Sørvági. SÍ hevur
spælt tveir dystir um vikuskiftið, men tapti báðar
Íf vann á argasta kappingarneytanum og fór samstundis frá hinum á stigatalvuni
Mynd: Álvur Haraldsen