mánadagur 17. januar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 Mjølnir
11
9
2
30
8
22
18
2 Fleyr
11
9
2
29
13
16
18
3 SÍ
11
9
2
27
13
14
18
4 TB
11
7
4
24
19
5
14
5 ÍF
10
4
6
17
20
-3
8
6 Ternan
11
2
9
10
29
-19
4
7 KÍF
11
2
9
10
30
-20
4
8 Dráttur
10
1
9
13
28
-15
2
KÍF – Ternan 1-3
(20-25, 21-25, 25-22, 18-25)
Fleyr – SÍ 3-0
(27-25, 25-22, 25-23)
Mjølnir – TB 3-0
(25-21, 25-20, 25-19)
Hilmar Jan Hansen
Seinnapartin í gjár vóru tað tvey
spent og uppsett kvinnulið, ið fóru
á vøllin í Gundadalshøllini, tá Fleyr
tók ímóti SÍ. Hesar uppgerðirnar
eru ofta endaðar við, at hóast
Fleyr kundi spæla væl og hótta eitt
sindur, var tað kortini aloftast SÍ, ið
fór avstað við øllum.
Men so varð ikki hesa ferð, tí
Fleyr megnaði at halda fokus og
koyra á allan vegin. At tað so rakk
til sigurs á júst SÍ, kann fara at geva
Fleyr-kvinnunum
eitt
alvorligt
skump tann rætta vegin, tí seinnu
árini er liðið sum oftast fallið av
egnum áðum – mest, tí avrikini
hava verið alt ov óstøðug.
Í fyrsta setti í gjár løgdu bæði
lið bragdliga fyri, og hóast Fleyr
streyk avstað við tí, kundi tað eins
væl verið SÍ. Men her kom eisini
til sjóndar, at hetta veruliga var
dagurin hjá Anju Danielsen, tá hon
í avgerandi løtuni ímóti endanum
smekkaði fleiri bóltar í gólvið, so
Fleyr vann settið 27-25.
Fleyr sá út til at skula halda
fram í øðrum setti, tí byrjanin
gav beinanvegin 5-0. Men at tað
kann skifta skjótt, vísti SÍ, tá
sørvágskvinnur við sjey bóltum á
rað fóru framum 7-5. So bar ikki til
meira hjá gestunum, og í staðin var
tað Fleyr, ið stýrdi gongdini restina
av settinum.
Gongdin í triðja setti var nokk so
jøvn, men Fleyr datt ikki í grøvina,
sum mong flogbóltslið gera, tá tey
eftir tvey vunnin sett taka sær
meira av løttum í tí triðja. So eisini
her megnaðu havnarkvinnur at
leggja trýst á SÍ, ið gjørdi alsamt
fleiri feilir og ikki megnaði at sláa
ígjøgnum í avgerandi løtunum.
Hvat sigurin hevur at siga
fyri Fleyr, mugu komandi dystir
vísa, men í øllum førum gav hann
beinanvegin eitt annaðpláss, nú
bæði Mjølnir, Fleyr og SÍ eru jøvn
við 18 stigum. Hinvegin mugu
komandi dystir eisini vísa, um SÍ
tók sær mein av ósigrinum, ella um
liðið reisist skjótt aftur.
Í
øllum
førum
gav
hesin
dysturin ein góðan forsmakk av,
hvat væntast kann av restini av
kappingini í Eikliguni hjá kvinnum,
ið gott og væl er hálvrunnin. Nógv
kann henda enn, men spennandi
verður at fylgja fremstu liðunum,
ið øll síggja út til at kunna vinna á
øllum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fleyr koppaði SÍ
Kvinnu flog
bóltur Hóast
munurin ikki
var tann stóri á
pappírinum, tá
avtornaði, hevði
Fleyr størri yvirskot
og vann 3-0 á SÍ, ið
við tapinum mátti
víkja oddasessin
Hilmar Jan Hansen
Gjøgnum alt kappingarárið
hava tað verið kvinnurnar úr
Sørvági, ið hava átt oddasessin,
men nú tær snávaðu á útivølli
ímóti Fleyr, gjørdi klaks víks-
kvinnur sær dælt av støð uni
og løgdu seg á odda í kvinnu-
kappingini, tá Mjølnir vann ein
tryggan 3-0 sigur á TB.
Mjølnir hevur alla tíðina
ligið beint aftan fyri SÍ og lúrt,
og nú tveir av dystunum í hes-
um umfarinum vóru mill um
fýra av teimum fremstu lið-
unum, kann ikki sigast annað,
enn at Mjølnir og Fleyr komu
best burtur úr tí. Bæði Mjølnir
og Fleyr yvirhálaðu SÍ, ið ikki
hev ur líka góðan settmun, men
øll trý liðini hava nú 18 stig í
part.
Mjølnir hevði hesa ferð TB
á vitjan, og undan dystinum
kundi roknast við hvørjum
sum helst, tí TB hevur ofta lig-
ið eitt sindur aftan fyri hini,
men síðani krøkt seg fram-
um í evstu løtu. Soleiðis í fjør,
tá TB megn aði at vinna seg
í FM-final urnar heilt ímóti
endanum.
Men líka so opin, sum dyst-
urin kundi síggja út framm an-
undan, gjørdist hann avgjørt
ikki. Mjølnir kom kanska ikki
í gongd beinanvegin, men so
skjótt sum klaksvíkskvinnur
høvdu fingið fótin fyri seg, lótu
tær lítlan og ongan iva vera um,
hvønn veg dysturin fór.
Mjølnir spældi væl, uttan tó
at spæla upp til sítt allarbesta,
men tað rakk væl og virðiliga
til ein sigur, har TB ikki fekk
nakað sett og heldur ikki serliga
nógv
annað.
Tvørakvinnur
megn aðu ikki av álvara at
hótta, tí tað var ikki nóg mikið,
at Gudrid Nolsøe gekk undan,
tá hin ar ikki kláraðu at koma
aftaná.
Bæði kantur og miðja rigg-
aðu væl hjá Mjølnir, sum í løtuni
ikki sær út, sum er ætlanin at
fara úr odda sessinum í bræði.
Men kapp ingin verður hørð,
tí einki av liðunum er so av-
ger andi støðugt, so enn kann
kort ini nógv henda í kvinnu-
kapp ingini, har fleiri eru um
boðið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mjølnir
nýtt oddalið
Kvinnuflogbóltur Við einum
tryggum heimasigri á TB, ið ongantíð
megnaði at hótta av álvara, spældu
kvinnurnar í Mjølnir seg upp á
fremsta plássið í Eikliguni
Hilmar Jan Hansen
Sigurin merkti fyri tær í Ternuni,
at tær nú eru nummar seks á
stigatalvuni – ella sæð úr hinum
endanum, eru triðniðastar. Óivað
ein støða, uppflytararnir av Toftum
eru væl nøgdir við, tí talan er um
eitt nýtt felag og fyri ein stóran
part spælarar, ið ikki hava royndir
frá spæli á hægsta stigi.
Umframt Ternuna og KÍF, ið nú
hava fýra stig í part, stríðist eisini
Dráttur í botninum, har liðið liggur
einsamalt við tveimum stigum,
men við einum dysti minni enn
hini bæði.
Dysturin í Kollafirði í gjár var
ikki ólíkur einum botndysti, men
var hinvegin nokk so javnur fyri
tað nógva. Gjøgnumgangandi vóru
tað tær í Ternuni, ið tóktust meira
uppsettar tað mesta av tíðini, hóast
KÍF var hampuliga væl við í løtum.
Ternan vísti størri vilja, umframt at
liðið hevði fleiri streingir at spæla
uppá.
Millum annað høvdu fleiri av
spælarunum hjá KÍF ikki sín besta
dag, tá tað kom til servurnar, og tá
tær ikki fingu sítt egna álopsspæl
at koyra, bar ikki so væl til at hótta
gestirnar nóg nógv. Hinvegin var
spælið hjá Ternuni tryggari, og
hóast KÍF vann triðja sett, sá tað
ikki út til at skaka toftakvinnur
nakað serligt, tí tær komu sterkt
aftur og vóru sera sannførandi í
fjórða og avgerandi settinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Ternan vildi meira
Kvinnuflogbóltur Í botndystinum í Kollafirði í gjár
hevði Ternan munin og vann 3-1 – mest tí toftakvinnur
bæði vildu og kundu meira enn KÍF-kvinnurnar
Munurin var ikki stórur, hóast Fleyr vann øll settini
Mynd: Álvur Haraldsen