mánadagur 17. januar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Anfield, Liverpool
Tað er ein hálvur tími til dysturin
byrjar og gøturnar kring Anfield
er fullar av fólki. Á hvørjum horni
standa sølufólk og selja klædna
pløgg av ymsum slag.
– King Kenny er aftur, keyp eitt
hálsturriklæð við legenduni, ýlir
ein hásur eldri maður. Við síðuna
av honum stendur ein annar maður
og selur dystarbløð. Síðumaðurin
ger skjótt av og keypir sær eitt
blað. Á forsíðuni er sjálvandi
nýggi Liverpoolvenjarin, Kenny
Dalglish.
Hóast Liverpool er í holt við
vána ligasta kappingarárið í nýggj
ari tíð, eru Liverpoolviðhalds fólk
við gott mót undan dystinum. Tá
klokk an er 14:00 fer seinasti maður
av vøll inum og spenningurin merk
ist kring Anfield. Enn hevur Kenny
Dalglish ikki víst seg fyri heima
áskoð ar unum. Hvør sangur, sum
vísir til Kenny Dalglish, verður
sung in. Tað er næstan sum at vera
til eina tónleikakonsert har øll bara
bíða eftir, at Michael Jackson skal
koma brestandi fram. Men ongin
kongur kemur upp gjøgnum trapp
ur nar á Anfield, men heldur koma
dóm arar, hjálparfólk og leikarar á
vøllin. Seinastur upp trapp ur nar
er Kenny Dalglish sjálvur, og hann
fær eina hetju mót tøku.
Liverpool leggur betur fyri
Fyrsti hálvi tímin av dystinum
stað festir, at talan ikki er um tvey
topplið í Onglandi. Hvørki av lið
num trívist væl við bóltinum og
upp til fleiri ferðir gera leikarar feil
sendingar í vandamiklum støðum.
Hýrurin millum viðhaldsfólkini
gerst minni og minni góður, sum
tíðin gongur, men í løtum vísur
Fernando Torres frálíkt spæl. Eitt
korter fyri hálvleik kemur lív í.
Eftir tvær royndir á mál endar
bólturin fyri føturnar á Liverpool
miðvallaranum, Raul Meireles, sum
smekkar til og leggur Liverpool
á odda við sínum fyrsta máli fyri
felagið.
Seinastu
15
minuttirnar
til
hálvleiks hevur Liverpool nógv
betri tamarhald á dystinum og teir
eru nær við at økja. Í hálvleikinum
situr síðumaðurin og lesur í dystar
blaðnum. Lagið er gott millum
Liver poolviðhaldsfólkini, Kenny
Dalglish er jú aftur. Síðu maðurin
hygg ur upp og byrjar at tosa um
møguligar leikarar, ið hann kundi
hugsa sær, at Liverpool keypti.
Meðan hann droymir um eina
bjarta framtíð koma leikararnir
inn á vøllin aftur. Greitt er, at danin
í Liver pool verjuni, Daniel Agger, er
farin út og inn er komin Sotirios
Kyrgiakos. Stutta viðmerkingin frá
síðumanninum er, at Agger hevur
verið góður og tað er spell at hann
er farin út, men Soto, sum innkomni
grikkin eisini verður róptur, er
sterkur í deyðbóltsstøðum.
Everton svarar aftur
upp á deyðbóltsstøðu
Meðan síðumaðurin aftur hyggur
í dystarblaðið og droymir víðari
fær Everton horna. Bólturin verð
ur sendur innfyri og við eitt hevur
Everton útjavnað leiðsluna, ið Liver
pool brúkti allan fyrra hálvleik upp
á at uppbyggja.
Líka so fegin sum Liverpool við
haldsfólkini tóktust í hálvleikinum,
líka so máttleys tykjast tey nú. Tað
ganga bara nakrir fáir minuttir, so
er aftur galið hjá Liverpool og allir
bjartir dreymar eru burtur. Everton
kemur á odda 21 og veruleikin
smakk ar illa fyri síðumannin, sum
nú situr púra kvirrur og hyggur
beint niður.
Liverpool líkist hesa løtuna meiri
einum niðurflytara enn ein um
toppliði. Gamaní kemur Liver pool
upp á javnleik 22 við brots sparki,
sum eisini er endaliga úrs litið av
dystinum, men Liverpool er bara
fýra stig frá niðurflyting og 11 stig
frá at røkka Champions League
fótbólti.
Tóm kensla
Í 80'inum vóru Liverpool liðini mill
um tey bestu í Onglandi og so seint
sum fyri tveimum árum síðani vóru
bæði at finna millum tey ovastu í
Premier League, men dysturin
sunnu dagin gevur greið tekin um, at
bæði Liverpool og Everton eru nógv
aftur farin í mun til hini odda liðin.
Fyri tveimum árum síðani vóru
Javier Mascherano, Xabi Alonso og
Steven Gerrard(leikbann) á mið vøll
inum. Í gjár vóru tað Jay Spearing,
Lucas Leiva og Raul Meireles, ið
mann aðu miðjuna. Everton var
utt an lyklaleikaran Steven Pienaar,
sum bar seg undan at spæla, tí hann
er ávegis til Chelsea. Dysturin var
ferð mikil og undirhaldandi, men
støðið á spælinum var lágt og bæði
liðini gjørdu nógvar feilir.
Everton og Liverpool liggja
fram vegis nummar 12 og 13, og tað
kann verða leingi áðrenn hesi bæði
liðini verða at síggja í oddinum í
Premier League, sum støðan sær
út í løtuni. Hvørki av liðunum
kundi brúka eina stigi til nógv og
tað var við einari tómarin kenslu
at við haldsfólkini fóru heima eftir
granna uppgerðina á Anfield.
Heim til Norra!
Tað er gamalt millum Manchester
City viðhaldsfólk, at tey flestu við
haldsfólkini hjá Manchester United
koma úr London og aðra staðni frá.
Nú
hava
Evertonviðhalds fólk
ini gjørt eitt líknandi róp, har tey
vilja verða við, at flestu Liver pool
viðhaldsfólkini koma úr granna
tjóðini, Norra.
»Heim til Norra!« Tað var stutti
og greiði boðskapurin frá Everton
viðhaldsfólkinum eftir dystin á
Anfield.
Manchester United
framvegis ósigrað
Sir Alex Ferguson og hansara
menn fingu eitt stig eftir mál
leysan javnleik á útivølli móti
Totten ham. Manchester United
fekk høgra bakkin, Rafael, útvístan,
men teir megnaðu at halda fast.
Man chester United er einasta liðið
í Premier League, ið framvegis er
ósigrað. Manchester City, Arsenal
og Chelsea vunnu sínar dystir og
nærkast tí Manchester United við
tveim um stigum eftir hetta viku
skiftið.
trondur@sosialurin.fo
Býurin bløðir
Premier League
Fyri tveimum árum
síðani var Liverpool
millum bestu liðini
í Onglandi, meðan
Everton stríddist
fyri at sleppa í
Champions League. Í
gjár hittust tey sum
nummar 12 og 13
í Premier League.
Grannauppgerðin var
enn ein staðfesting
av, at fótbóltsbýurin
Liverpool bløðir illa
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester United
21
12
9
0
43-19
45
2
Manchester City
23
13
6
4
37-19
45
3
Arsenal
22
13
4
5
45-22
43
4
Chelsea
22
11
5
6
38-19
38
5
Tottenham
22
10
7
5
31-25
37
6
Sunderland
23
8
10
5
26-23
34
7
Bolton
23
7
9
7
34-31
30
8
Stoke
22
9
3
10
28-26
30
9
Newcastle
22
8
5
9
35-32
29
10 Blackpool
21
8
4
9
31-36
28
11 Blackburn
23
8
4
11
29-37
28
12 Everton
22
5
11
6
25-27
26
13 Liverpool
22
7
5
10
27-31
26
14 West Bromwich
22
7
4
11
29-41
25
15 Fulham
22
4
11
7
23-25
23
16 Birmingham
21
4
11
6
21-26
23
17 Aston Villa
22
5
7
10
24-39
22
18 Wigan
22
4
10
8
19-34
22
19 Wolverhampton
22
6
3
13
24-38
21
20 West Ham
23
4
8
11
22-41
20
Ryan GiGGs
600 Premier League dystir
37-ára gamli walisin spældi í gjár sín
dyst nummar 600 í Premier League.
Hann var við frá byrjan, tá Premier
League byrjaði í 1992 og hann hevur
sum tann einasti, skorað í øllum
kappingarárinum síðani Premier
League byrjaði.