mánadagur 17. januar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
Sosialurin
Kjak
Annita á Fríðriksmørk
Síggi, at Kári á Rógvi fílist
á, at Fróðskaparsetrið á
fíggjarlógini fyri 2011 helt
stand.
Skal minna hann á, at
uppskot var um at lækka ta
játtanina við 4 mió kr. Varð
eingin semja í fíggjarnevnd
ini um tað málið, varð Setrið
skorið við 4 mió krónum!
Tá hevði Setrið ikki verið
ført fyri at tikið inn teir
næmingar í 2011, sum Setrið
nú er ført fyri, takka
verið fíggjarnevndini og
undirtøkuni í Løgtinginum.
(Tó
taldist
atkvøðan
hjá KáR ikki við í hesum
meiriluta, tí hann var jú
ímóti…)
Ikki bara umsorganin
fyri Setrinum er honum
ein
trupulleiki.
Eisini
Havrannsóknarskipið (sum
samt løgting í vár samtykti
skuldi hava 25 mió kr í
2011) og Tjóðpallurin. Nú
er hetta er ein rossahandil,
sigur hann. Men her átti
ein formaður at gjørt sær
sínar egnu metingar, og
ikki bara endurgivið , um
hvørt hann heldur, at tað
er ein rossahandil, táið ein
fólkavald(ur) fær floksins
raðfestingar á fíggjarlógin.
Raðfestingar ella
rossahandlar
Trupulleikin
sigur
Kári
m.a verða, at vit útihýstu
Saltsiloini á Drelnesi á
fíggjarlógini.
Hví Kári á Rógvu hevur
trupulleikar av, at Saltsiloin
varð útsett til 2012, tá ið
vit
ístaðin
m.a.raðfestu
Tjóðpallin Fróðskaparsetrið
og
Havrannsóknarskipið
umframt kirkjuna og sjó
savnið osfr – tað skilji eg
ikki.
Men sama ger, uppskot
okkara varð samtykt. Og
so má hann gjarna velja at
kalla Saltsiloina á Drelnesi
fyri raðfesting og restina
fyri rossahandil.
Eftir manninum held
ur enn eftir bóltinum
Tað er væl skiljandi mót
støða móti tí handfaring,
sum
fíggjarlógin
fekk
tollaksmessuaftan.
Tað
líktist ongum. Eisini tí
atkvøddu nøkur ímóti at
koyra 2. og 3. viðgerð ígjøgn
um sama dag. Men táið
hetta kortini varð samtykt,
og Kári nú hevur lisið álitið
hjá fíggjarnevndini, sær
hann, at eisini andstøðan
í
fíggjarnevndini
fekk
søguligar
góðar
batar
samtyktar.
Hetta vil hann ikki við
ganga nú, tí hann var jú
ímóti tá.
Ístaðin roynir hann, at
niðurgera andstøðulimirnar
í nevndini, og ballar sína
mótstøðu inn í løgfrøðiligar
mannagongdir, og konstitu
tionellar siðvenjur úti í
heimi.
Kennir siðvenjur men
praktiserar óvanar
Siðvenjur, sum forrestin átti
at komið einum til hugs, táið
til dømis misálit verða løgd
fram á landsstýrisfólk. Ella
um sína egnu uppmøting,
tá ið eins egnu uppskot
eru til atkvøðugreiðslu í
løgtingssalinum.
Men hví ikki bara skriva
um siðvenjur aðrastaðni,
tá íð veruligi persónligi
trupulleikin er manglandi
grundgevingar fyri mót
støðuni tollaksmessuaftan.
Tá er ikki annað at gera enn
at skjóta í flokk
Hann atkvøddi jú ímóti
øllum. Ikki bara ímóti at
koyra alt ígjøgnum sama
dag.
Men
eisini
ímóti
fíggjarlógini.
Og
enntá
ímóti álitinum.
Jú,
okkurt
er,
sum
sjálvdan fylgist at!
Ungdómur og
vísdómur…
Óli Mikkelsen
lækni
Nú skola herindi av land
nyrðingi.
Neyvan
dagur
at ikki onkur stubbi er í
bløðunum um skúla ella
sjúkhúsverk.
Dimma 10. januar hevur
fýra greinar um Klaksvíkar
Sjúkrahús.
Í mínari tíð sum lækni
hevur hetta fyribrigdi stungið
seg upp mangar ferðir. Tá
ein politikari í Norðoyggjum
nevnir Klaksvíkar Sjúkrahús,
kunnu hinir ikki sita á rump
uni. Allir kappast um at vera
bestir, og orðavalið hevur ikki
altíð verið serliga sáttligt.
Mest umráðandi hevur verið
at krevja okkurt, at royna at
fáa fólkið uttan fyri Havnina
í sín part, og so í hernað móti
Havnini. Landssjúkrahúsið
verður gjørt til sjúkrahúsið
í Havn.
Í løtuni er høvuðskravið
at seta urologiska serdeild
á stovn í Klaksvík. Nú er
rætta løtan til hetta krav, tí
klaksvíksgingar eiga heilsu
málaráðharran. – Hesin góði
maður hevur eisini gjørt seg
sjálvan moyran, tí eitt tað
fyrsta hann gjørdi í starvi
num, var at flyta OKKURT
til Klaksvíkar.
Tey seinastu árini er
vitanin um sjúkur og sjúku
viðgerð økt við rúkandi ferð,
serliga tí framkomin og ofta
teldustýrd tól til kanningar
og viðgerð eru komin. Í
kjalavørrinum
av
hesum
eru serdeildirnar komnar,
so sjúklingarnir kunnu fáa
bestu viðgerð á ávísum øki.
Í grannalondunum verður
alla tíðina ansað eftir sjúk
húsverkinum.
Serdeildir
verða savnaðar á størri og
størri eindum, tí neyðugt er
at samstarva so sjúklingarnir
fáa bestu og tryggastu við
gerð. Umráðandi er eisini,
at samfelagið fær størstu
nyttu av teimum dýru sjúkra
húsunum.
Seinasta greinin í nevndu
Dimmu er skrivað av Hans
Paula Strøm, fyrrverandi
heilsumálaráðharra.
Hans Pauli leggur dent á,
at tað er hann sjálvur og ikki
Jákup Mikkelsen sum hevur
hjálpt Aksel Johannesen við
fyrireikingunum til urolog
iska serdeild í Klaksvík.
»Hetta arbeiðið er nú gjørt
og út frá heilsufakligu til
ráðingini viðger landsstýris
maðurin nú tilmælið« sitat
endað.
Hvat ólukkan er
hetta fyri nakað?
Hvat er heilsufakliga
tilráðingin?
Tað sæst at teir hava tosað
við ein urolog. Er hetta nóg
mikið til at seta serdeild á
stovn.
Hans Pauli veit væl og
helst eisini Aksel, at her
verður arbeitt ímóti tilmæl
um frá heilsustýrinum um
serdeildir.
At tveir heilsumálaráð
harrar sláa seg saman og
forbrongla
sjúkhúsverkið
til lokalpolitikk av grovasta
slag, treingir til eina neyvari
kanning beinanvegin.
At Hans Pauli hevur hjálpt
Aksel at fáa eina millión til
ryggambulatorium í Klaksvík
er eitt minni mál, men bendir
á sama borðið.
Føroyska samfelagið er
nógv merkt av anarki. Verður
einki gjørt her, fer samfelagið
eitt risalop skeiva vegin.
Við vón um gott nýggjár.
Klaksvíksgingar á herferð
Sjálvt fullveldisfólk og mis
skiltir nationalistar, hvørs
uppspardu
pengar
eisini
eru bjargaðir, mugu nú við
ganga sannleikan: vit hava
innrættað okkum væl í Ríkis
felagsskapinum.
Allir føroyingar munnu
fegnast um, at søgan um Eik
Banka er endað so væl, sum
vit nú síggja.
Sum kunnugt, er bankin
seldur einum sterkum føroy
skum samtaki, ið lovar at
reka bankan varligari enn
undarfarna leiðslan, ið má
átaka sær ábyrgdina fyri, at
bankin í fjør fór á húsagang.
Hitt
mest
gleðiliga
er, at sorgarleikurin um
Eik Banka er farin fram,
uttan at tað hevur elvt til
nakað skrædl í Føroyum.
Stabiliteturin hevur verið
varðveittur.
Uppsparingin
hjá føroyingum er intakt,
og
bankin
hevur
verið
virkin alla tíðina innan fyri
Finansiel Stabilitet, meðan
óvanliga støðan hevur verið.
Nú er støðan normaliserað
aftur, og tað er sera týðandi
fyri okkum í Føroyum.
Hetta er gingið júst eftir
bókini, hóast summi hava
roynt at billað fólki okkurt
annað inn.
Søgan um húsagangin
hjá Eik Banka er eisini søgan
um, at Ríkisfelagsskapurin
hevur staðið royndina – við
toppkarakteri! Bankapakk
arnir í Ríkinum, samstarvið
í Fólkatinginum og góðu
viðurskiftini millum leiðsl
una í landsstýrinum og
donsku stjórnina eru komin
øllum føroyingum og sam
felagnum til góða, tá ið brúk
var fyri tí.
Allar atfinningar og ill
gitingar ímóti okkara sam
starvsfeløgum í Ríkisfelags
skapinum eru við hesum
gjørdar til skammar.
Sjálvt fullveldisfólk og
misskiltir
nationalistar,
hvørs
uppspardu
pengar
eisini eru bjargaðir, mugu
nú viðganga sannleikan: vit
hava innrættað okkum væl
í Ríkisfelagsskapinum. Tí
eiga vit eisini at varðveita og
útbyggja felagsskapin.
Hugsið tykkum, hvussu
støðan hevði verið, um Tjóð
veldi og Javnaðarflokkurin
í 2008 høvdu fingið stundir
at yvirtikið fíggjarøkið? Tá
høvdu vit havt fíggjarligt
kaos í Føroyum – eins og í
Íslandi.
Eitt stórt tillukku til TF
Holding. Tit hava keypt ein
sunnan banka fyri ein rími
liga bíligan pening. Vónandi
stýra tit Eik Banka varliga og
við hepnari hond.
Toppkarakter til Ríkis
felagsskapin!
Toppkarakter til
Ríkisfelagsskapin
Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður
fyri Sambandsflokkin