Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. januar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7 22 Sosialurin Kjak Líkt er til, at rættiligur fjáltur er komin á fólkafloksfólk. Tey fylla portalar og bløð og geva enntá serútgávu út av ávísum blaði. Man tað vera eitt val, sum nærkast, síðan Fólkaflokkurin hevu sett alt apparatið í gongd. Tey rósa hvørjum øðrum fyri framúr gott arbeiði, og tá tað ikki røkkur, so taka tey sær æruna av alt og øllum – eisini málum, har tey nóg illa hava verið eftirspurd. Eg síggi á portalum, at Jørgin Niclasen so brán­ eggjaður sigur, at nú kunnu vit øll takka Fólkaflokkinum og bara honum fyri ta loysn, sum var funnin í Eik­ málinum. Tað má sigast at vera ikki so lítið djarvt, at hesin flokkur, sum í sera lítlan mun var inni í tilgongdini av hesum málinum, nú skal taka sær æruna av úrslitinum. Men soleiðis kann politikkur eisini taka seg út. Orsøkin til, at eg fór í blekkhúsið, var nú meira tað, at hesin sami floksformaður lovprísar hesum vælsignaðu marknaðarkreftunum. Tað skal hann sjávandi gera sum fremsti forsprákari fyri teimum liberalistisku sjónarmiðunum. Men her eru vit bara ikki samdir. Hesar ótamdu marknað­ arkreftirnar hava kollsiglt stóran part av heiminum. Grískleiki og gramni hava for­ komið búskapinum í nógvum londum og hava gjørt, at van­ lig fólk hava mist alla sína uppsparing. Hygg her hjá okkum – hygg eftir í Íslandi. Hvat hendi so her heima hjá okkum sjálvum? Vóru tað ikki tær fríu marknaðarkreft­ urnar og tann lovprísaða fría kappingin, sum eru heilag fyri Fólkaflokkin, sum gjørdu, at 11.000 føroyskir partaeigarar sótu eftir við ongum. Tað vóru ikki eftirlitsstovnar sum Fíggjareftirlitið ella Skrásetingin, sum koyrdu Eik á heysin. Um hesir gjørdu sítt arbeiði til lítar, tað kunnu vit altíð kjakast um. Men kappingin um nógvar skjóttvunnar krónur gjørdi, at ketan fór av. Marknaðarkrefturnar eru bert í lagi, tá tað almenna kann stýra teimum og seta teimum krøv. Jørgin Niclasen lovprísar marknaðinum, at hann kláraði at keypa Eik. Júvíst, vit eru mong, sum fegnast um, at ein loysn er funnin, og at bankin aftur fer at virka sum ein vanligur banki. Men okkum má tó vera loyvt at minna á, at bert í seinasta 20 ára skeiðnum eru tríggir stórir føroyskir bankar farnir á heysin og ein minni. Sjóvinnubankin, Føroya Banki, Fossbankin og nú Eik. Allir stýrdir eftir marknaðarkreftum, sum ikki kendu sær hógv. Minst til, at brenda barnið ræðist eldin. Uttan mun til, hvat systemið eitur, so má høvdið sita ovast á hálsinum og og ikki berast undir arminum. Jóannes Eidesgaard Løgin lovprísan av sær sjálvum Tey sinnisveiku og teirra avvarðandi hava nú langt um leingi vunnið stríðið um at fáa egnar íbúðir, og nú er loksins komið á mál við at byggja 16 íbúðir til sinnisveik í Havn. Havi sjálvur arbeitt innan psykiatriska økið í Danmark í nógv ár, har ið eg var í starvi hja Danska Reyða Krossi og seinni innan bústovnar fyri sinnisveik. Eg kenni tí avbera væl, hvussu týdningarmikið tað er fyri tey sinnisveku, at nemliga við at føla seg virdan sum eitt heilt menniskja hóast sinnisbrek. Serliga týdning hevur tað, at samfelagið tekur tey sinnisveiku fyri fult, og at tey sjálvi føla “at tey eisini eru nakað” hóast sinnisbrek og ikki verða sædd sum annanfloksmenniskju, sum tað framvegis eru tendensir til her heima hjá okkum í Føroyum. Nei, vit eru øll menniskju og hava líka krav upp á lívið hóast brek, eisini tey sinnisveiku sum búgva her á klettunum. Tí frøist eg nú um, at tað verður endliga varpað ljós á hetta álvarsliga mál um, at vit í Føroyum fáa íbúðir fyri sinnisveik. Tí eitt vist, at vit hava ella kenna øll onkran í familjuni hjá okkum sjálvum, sum er sinnisveikur á ein ella annan hátt, og hetta kann í ein vissan mun raka okkum øll. Nógvar røddir hava verið frammi í hesum álvarsliga málið, bæði sinnisveik, av­ varðandi, politikarar og ikki minst fakkunnleikin á psykiatriska økinum hava úttalað seg um hetta mál. Serliga hevur fakkunn­ leikin víst á, hvønn týdning hesar íbúðir hava fyri tey sinnisveiku og at rættast er at halda seg til uppruna­ ætlanina við at byggja í Havn. Fakkunnleikin sum eg vísi tíl eru læknar og onnur sum arbeiða innan økið í Føroyum. Fakkunnleikin vísur eisini á, at tað er betur fyri tey sinnisveiku, at tað verður bygt í Tórshavn og harvið verður alt samlað á einum stað í Tórshavn. Tí psykiatriskudeplin er í Havn frammanundan, og tey fólkini, sum eru sinnisveik, skulu flytast til hesar nyggju íbúðirnar fra psykiatriska­ deplinum. Fakkkunnleikin metir eisini, at við at byggja í Tórs­ havn er ein styrkur fyri tey sinnisveiku, og hetta er eisini tað, sum álitið um hesa ætlan leggur upp til. Hetta er eisini púra rætt, og hetta styrkir eisini tann sinnisveika og bæði viðvíkjandi identitet og eisini við at vera í tí um­ hvørvi, har ein hevur búð í 30 til 40 ár. At flyta hesu sinnisveiku úr Havn er “næstan nazimetodur” eftir mínum tykki. Somuleiðis er tørvurin á hesari bygging eisini størstur í Havn. So her eri eg púra samdur í fakkunnleikanum á økinum. Tí ætlanin er sum nevnt omanfyri, at flyta tey sinnus­ veiku sum hava húsast á psykiatriskadeplinum í hesar íbúðir. Harvið fáa tey eftir mínar meining eina virðiliga viðgerð frá almennari síðu, sum eisini er tað besta fyri tey. Somuleiðis er hetta sera gott fyri at “føla seg tryggan og virdan sum eitt menn­ iskja” sum vit øll hava rætt til, óansæð um vit eru sinnisveik ella ikki. Men vit eru jú øll bara menniskju og hava krav upp á eina líka viðgerð og rætt til at liva lívið og eisini við egnum bústaði. Nú er so komið á mál, og Tórshavnar kommuna og landsstýriskvinnan í Almenna­ og Heilsumálum Rósa Samuelsen eru nú samd um at halda seg til upprunaligu ætlanina við at byggja 16 íbúðir til sinnisveik í Havn. Kjakið hevur annars verið um at flyta hesa 16 íbúðir úr Havn til Sandavágs. At avgerðin er tikin saman við okkara borgarstjóra Heðin Motrensen, at tað nú er komið á ásamt um, at tað skal byggjast í Havn, er ein sigur fyri tey sinnisveiku og teirra avvarðandi. Hetta eri eg og fleiri við mær sera fegin um, og hetta er eisini upp á tíðina, at tað frá politiskari síðu verður framt nakað fyri tey veikastu í okkara samfelag – og tað er at fegnast um fyri vælferða­ samfelagið Føroyar. Enn er nakað eftir á mál og 1. skulu vit hjá Tórshavnar býráð gera eina heildarætaln fyri økið og síðan verður tikið støða í byggi­ og býarskiparnarnevndini, til sjálvt byggiloyvið. Vónadi finnast tað nú skilagóð politisk fíggjarlig raðfesting, so farast kann fara til verka beinavegin og lat tað nú ikki blíva sum við íbúðunum hjá teimun menn­ ingartarnaðu, har játtanin varð reduserað niður í einki á fíggjarlógini í ár. Hetta sóu við dømi um í Dag og Viku í gjár. Men nú er at fara til verka og vísa politiska vilja og skilagott stev til frama fyri okkara sinnisveiku ­ sum hva bíðað í 30 til 40 ár. Men betur seint enn ongantíð. Verður oftani tikið til. Men parturin hjá Tórshavnar kommunu liggur ikki eftir í hesum máli, og tað er at fegnast um. Men vit mugu øll ikki gloyma at tey sinnisveiku eru eisini menniskju, skulu virðast og hava krav upp á líkarætt. Levi Mørk limur í sosialunevnd og limur í byggi og býðarskiparnevndini hjá Tórshavnar kommunu Tey sinnisveiku eru eisini menniskju