Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7 Sosialurin Trupulleikar Útvarpið hevur seinastu tíðina varpað ljós á trupul­leikan, og tað er ikki ein dag ov seint. Vit føroyingar mugu síggja rúsevnismisnýstluna í eyguni: ímillum okkum finn­ast fólk, sum bjóða ungum gent­um og dreingjum fleiri túsund krónur, um tey smugla nøkur gramm av hasji, amfeta­­­mini, ecsta­sy osfv. til Før­oy­­ar. Tað er ikki bara í út­lond­­­um, at ung­ar gent­­ur smugla nøkur hundr­að gramm av rús­evn­­­um fyri peng­ar og narko­­barón­ar: hetta hendir eisini í Føroyum. Freistingin Hví, spyrja tit? Ein av orsøk­unum er tann, at politiið veit um fleiri av narko­inn­flytarunum, og hesi fólkini vita, at tollarar og hundar eru við kaiina ella á flogvøllinum, tá ið tey koma í land. Ístaðin fyri at taka váðan, bjóða teir ungum gentum og dreingjum fleiri túsund krónur fyri at smugla rúsevnir inn í landið. Tað kann tykjast løgið, tí váðin at verða tikin er lutfals­liga stórur, men stórur í mun til hvat? Verða tey ungu tikin, fáa tey eina bót. Í ring­asta føri nakrar mánaðir í gegli­num. Men um tey ikki verða fangaði er vinningurin stórur. Gráa sonan Tað finst eitt grátt øki í føroysku revsilógini: tað er td. loyvt at innflyta hasjfræ, men tað er ikki loyvt at roykja tað. Fleiri hava gjørt sær gagn av gráu sonuni: hvør minnist ikki hasjskógirnar ymsastaðni í landinum? HUXA finst at, at tað eru grá økir, tí lóggávan er ógreið: annaðhvørt er hasj loyvt ella ikki. Í hesum førunum eru vit av tí áskoðan, at øll framleiðsla og brúk av rúsevnum, bæði bleytum og hørðum, er revsiverdugt. Ikki við bót, men við gegli. Føroyingar misbrúka rúsevnir og grá økir Nevndin í HUXA HUXA er ikki skelkað av rúsevnistrupulleikunum – vit síggja tað hvørt vikuskifti Løgtingsmenninir Kjartan Joensen og Gerhard Lognberg hava fingið harðar ábreiðslur fyri teirra meining um almennar stovnar (kongaríki) og teirra “tænastuveiting”. Vegna dóttur mína, ið lesur til námsfrøðing, hevði eg nakrar konkretar fyri­spurn­ ingar um sparingar innan Trivnaðartænastuna, og vendi mær tí til Heilsu­mála­ ráðið. Kvinnan, ið tók tele­ fonina, var sera fyri­komandi. Hon stillaði meg um frá Peri til Pól, og eingin ivi var um, at hon var ikki sørt frustrerað, tí starvsfólk, ið ætlandi kundu svarað spurningunum vóru antin á fundi, upptikin annars ella avspákaðu. Til síðst fekk eg fatur á einum frá bygningsdeildini. Hesin royndi sum best at greiða mær frá, men bað meg ringja til Nærverkið. Eg so gjørdi, og til síðst fekk eg fatur á einari kvinnu, ið váttaði, at eg var komin á rætta pláss, og tí byrjaði eg at seta spurningarnar: 1) Hvat umfatar arbeiðið hjá Trivnaðartænastuni ? Svar: Hygg á heimasíðuna hjá Nærverkinum 2) Hevur Trivnaðar­tæn­ astan eftirlit við stovn­um og sambýlum til menningar­ tarnað ? Svar: Vit hava ikki eftirlit við stovnum og sambýlum – vit reka hesi ! 3) Hvussu stórar eru sparingarnar á økinum fyri 2011 ? Svar: Tað hevur staðið í Dimmalætting! 4) Eru/ verða stovnar niður­lagdir í 2011 vegna sparingar ? Svar: Tað veit eg ikki, tað er ikki mítt øki! 5) Er tað ikki onkur, ið kann geva mær eitt svar ? Svar: Eingi fólk eru tøk, tey eru á fundi! 6) Hetta kann ikki bera til – eg havi roynt at fingið greiði á hesum í slakar tveir tímar. Svar: Tað kann eg ikki gera við. Eg havi einki við fíggjarviðurskifti at gera – ring til Heilsumálaráðið. Trupulleikin er ikki tað einstaka starvsólkið, men hetta avspeglar eina ódugna­ liga leiðslu. Tí eiga landsins myndugleikar at vera so mikið at sær komnir, at teir tora at fara í holt við hetta økið, soleiðis at sparingarnar verða gjørdar í toppinum og ikki sum nú, har tær í alt ov stóran mun raka tann veika, ið er brúkari av hesum tænastum. Umsitingin skal undir umsiting, og eigur løgmaður sum hægsti starvsfólkaleiðari straks at fara í gongd við hetta arbeiðið. Eyðun Lauritsen Nú er mær ovboðið Einans læknar á LS slopnir framat Higartil eru einans lækna­stjórar, yvirlæknar og yngri læknar á Landsjúkrahúsinum slopnir framat mikro­fonini í Kringvarpinum at við­­gera áðurnevnda mál. Allir hava teir tíverri verið á einum máli um at niðurlaga virk­­semið í Klaks­vík, fyri síðan at flyta ser­ lækna­­­deildir, skaða­stovu og sjúk­lingar til Havnar. Eingin lækni á KS sloppin á skíggjan enn Hóast tíðindini hava ljóðað í góða viku, er eingin lækni á KS sloppin á skíggjan enn at geva eina rættvísa og sanna mynd av tí, sum fer fram á sjúkrahúsinum. Ei heldur hevur nakar fingið møguleikan at greiða frá, hvønn týdning sjúkra­húsið hevur fyri trygdina í økinum norðanfyri. KS stóran týdning Tað eru mong, sum hava verið vitni til, hvønn týdning stutta tíðin at koma á KS og holla viðgerðin á staðnum hava fyri økið norðanfyri. Ikki so sjáldan kemur fyri, at sjúklingar, sum koma í akutta viðgerð á KS, sleppa við lívinum, tí tíðin er mangan avgerandi part­ ur í sjúkra­viðgerðini. Nøgd­semis­kann­ingar vísa eisini, at sjúklingar á KS í síni heild eru væl nøgdir við tænast­una, teir fáa. Umráðandi er tí at virk­að verður fyri, at KS fram­haldandi sleppur at menn­ast, sum týðandi partur í okkara heilsuverki í góðum sam­starvi við hini bæði sjúkra­ húsini, heldur enn at lagt verður upp til stríð millum partarnar. Ódámligur tíðindaflutningur Tað er óskiljandi, ørkymlandi og ódámligt, at einasti almenni miðil her á landi í so langa tíð hevur borðreitt við so einsháttaðum tíðinda­flutningi, um so týðandi mál, uttan at seta spurnartekin við neiliga kritikkin. Tíans­heldur at geva fakfólki, sum kundu vart sjónarmiðini hjá KS, møguleikan at koma til orðanna. Talan hevur higartil ikki verið um góðan fjølmiðlasið í hesum máli. Heldur hava miðlafólk borið brennið á bálið. Spennandi verður at frætta, um KVF fer at gera nak­að fyri at bøta um skað­an? Livst, so spyrst! Klaksvíkar Sjúkrahús fyri órætti í miðlunum Bjørn Kalsø løgtingsmaður Seinastu dagarnar hava tíðindi í KVF givið eina fatan av, at tað er vandamikið og tíðarspilla at verða innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) til heilsubótarviðgerð. Harvið hevur greiði boðskapurin verið, at peningur játtaður til KS er illa farin