mánadagur 17. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
24
Sosialurin
Kjak
Ein av trimum andstøðu
leiðarum, Kári á Rógvi, er
misnøgdur við leiklut and
støðunnar í fíggjarnevndini.
Hann kallar álitið frá fíggjar
nevndini jólakvetti og gevur
andstøðulimum
skuldina.
Fyri okkum tríggjar fíggjar
nevndarlimir í andstøðu má
hetta vera sum vátur vøttur,
tí vit eru stolt av okkara
ávirkan. Tað er ikki á hvørjum
degi, at tað eydnast eini and
støðu at hava avgerandi
ávirkan á landsins fíggjarlóg,
har landsstýrið hevur stóran
meiriluta aftanfyri seg. Aðra
staðni verða fíggjarlógar
semjur serliga gjørdar, har
minnilutastjórnir hava sítt
mandat frá stuðulsflokkum í
andstøðu. Tað er ikki neyðugt
í Føroyum, tí her hava vit
ikki
minnilutastjórnir.
Tó
hevur andstøðan í fíggjar
nevndini triðja árið á rað
megnað at gjørt semju um
fíggjarlógina.
Viðgerðin í
fíggjarnevndini
Tað er mín fatan, at limirnir
í fíggjarnevndini hava tikið
uppgávuna í stórum álvara.
Framtíð okkara og eftirkom
aranna er nógv knýtt at,
hvussu vit húsast við almenn
um fæi. Tí er tað hugstoytt
dag og dagliga at leggja oyra
til ákærur um rossahandlar,
lokalpolitikk og antidemo
krati. Og sjáldsamt er, at ongin
tíðindamiðil hevur ómakað
sær at spurt fíggjarnevndar
limirnar um nevndarálitið.
Høvuðssetningurin
er
at halda karmarnar, sum
eitt samt løgting legði fyri
fíggjarlógina
2011.
Hetta
er fyrsta ferðin, at ein
fíggjarlóg
verður
smíðað
eftir nýggju játtanarlógini, og
tí er tað altumráðandi, at vit
í hesi aðalroynd virða egnar
samtyktir og ikki slaka. Síðani
er høvuðsdentur lagdur á at
varðveita vælferðartænastur
so óskalaðar sum tilber.
Sjálvandi
eru
politisku
ósemjurnar stórar flokkanna
millum, og ongin flokkur
hevur fingið eina fíggjarlóg,
sum er teirra egna. Tó eydn
aðist at semjast um yvir
skipaðu málini, sum ikki hava
við partapolitikk at gera.
Rossahandlar og lokal
politikkur
Fíggjarnevndin fær skotið
í
skótvarnar,
at
okkara
arbeiði bara snýr seg um at
gera rossahandlar og at reka
lokalpolitikk. Hetta kann
greitt afturvísast, tí hóast
allir 7 fíggjarnevndarlimirnir
koma úr Eysturoynni og
norðoyggjum, verða størstu
íløgurnar gjørdar í Havnini,
har
Landssjúkrahúsið
og
skúladepilin við Marknagil
fara við meginpartinum. Er
tað lokalpolitikkur?
Hinvegin hevur fíggjar
nevndin minka um lokalpoli
tikkin, sum í høvuðsheitum
verður
rikin
úr
lands
stýrinum. Øll landsstýris
manningin kemur úr syðra
partinum av landinum, og
tað sást týðiliga á uppruna
uppskotinum til fíggjarlóg.
Tíverri hava tey, sum
sleingja um seg við ákær
um um rossahandlar og
lokalpolitikk, ikki lisið fíggjar
lógina. Ein tíðindamaður
ákærdi t.d. undirritaða fyri
at gera onkran rossahandil
fyri at fáa játtanina til
Bláa Kross Føroyar aftur
á
fíggjarlógina.
Hann
gloymdi bara at nevna, at
rúsfyribyrging og upplýsing
á kristnum grundarlagi er
eitt politiskt aðalmál hjá
Miðflokkinum. Og skal man
ikki virka politiskt í eini
politiskari løgtingsnevnd??
Skal tað kallast rossahandil
heldur enn politikkur?
Kári á Rógvi rør fram
undir,
at
nýtt
havrann
sóknarskip skal vera tað
bera valagn. Eisini hann fer
skeivur.
Fiskivinnutjóðini
Føroyum tørvar eitt nýtt
havrannsóknarskip
fram
um nærum alt annað. Nú
vit hvønn dag eru vitni til
ógvisligu broytingarnar í
okkara fiskastovnum, har
ein stovnur eitt árið hevur
milliardavirði fyri fá ár seinni
at vera burturi, meðan annar
stovnur er komin í staðin,
hava vit skríggjandi tørv á at
kunna fremja havrannsóknir
á hægsta stigi, til tess at verja
livigrundarlag alra føroyinga.
Formaður Sjálvstýrisfloksins
sigur seg heldur vilja raðfesa
útbúgving. Hevði hann sitið
í fíggjarnevndini og fingið
hægri játtan til eitt nú
Fróðskaparsetrið, har hann
sjálvur arbeiðir, hevði tað
so eisini verið rossahandil
og lokalpolitikkur? Annars
kann viðmerkjast, at játtanin
til Fróðskaparsetrið eftir bert
4 árum er hækkað við 50% úr
19,7 mió upp í 30 mió.
Fingramerki
Eyðgunn Samuelsen hevur
móti
øllum
fólkaskikki
boðað frá, hvørji hennara
fingramerki eru í fíggjar
nevndarálitinum.
Hetta
er ódámligt, tí í viðgerðar
tilgongdini, sum hevur vart
í 2 mánaðir og 20 dagar,
hava allir nevndarlimirnir
tosað seg til rættis og sættis
um øll mál og hava funnið
semju. Men um vit skulu
fara undir at greiða frá, hvat
hvør “hevur fingið”, so kann
Miðflokkurin ósmæðin vera
við. Tó haldi eg, at tað er ikki
gott
samstarvsgrundarlag
fyri eftirtíðina, um nevndar
limirnir hvør sær avdúka síni
persónligu avrik.
2. og 3. viðgerð
Nøkur fá tingfólk úr and
støðuni vóru misnøgd við
stuttu og skjótu viðgerðina av
nevndarálitinum. Fyri okkum
í Miðflokkinum var hetta
ongin trupulleiki, tí okkara
tingbólkur varð undir allari
tilgongdini væl kunnaður
um arbeiðið í fíggjarnevndini
og
tær
broytingar,
sum
skotnar vórðu upp í fíggjar
nevndarálitinum.
Meðan
fíggjarnevndin
síðstu
tímarnar arbeiddi við at fáa
álitið liðugt, vóru bæði Jenis
av Rana og Karsten Hansen
enntá inni í fíggjarnevndini
sum
eygleiðarar,
fyri
at
kunna seg so væl sum
gjørligt. Hendan møguleikan
nýtti Poul Michelsen eisini,
men tað gjørdu tey misnøgdu
ikki. Og eins og Eyðgunn
Samuelsen varð trýst av
sínum flokki til at krevja
ávísar broytingar, so varð
undirritaði eisini trýstur av
mínum flokki til at krevja
broytingar.
Tí var ikki meiri at snakka
um frá okkara síðu, og tí tók
ongin okkara orðið undir 2.
viðgerð. At hini misnøgdu
ikki tóku orðið, má vera
teirra søk.
Semjan
Tað eru nógv viðurskifti í
fíggjarlógini, sum Miðflokk
urin als ikki ynskir at vera
partur av. Men fíggjarlógin
hevði verið samtykt uttan
mun til, um Miðflokkurin var
við. Tí var okkara niðurstøða,
at vit heldur vildu royna
at betra um fíggjarlógina
og taka undir við henni,
heldur enn at fáa tað ringast
hugsandi úrslitið. Men tað
er fult og heilt samgongan,
sum eigur ábyrgdina av
fíggjarlógini og skal stýra
eftir henni. Andstøðan situr
ikki í landsstýrinum og kann
tí ikki stýra. Miðflokkurin
fer framhaldandi at reka
konstruktivan
andstøðu
politikk, vera á varðhaldi og
vísa á gongdar leiðir.
Bill Justinussen
Í andstøðu
Hóast trýst í fýra umførum, helt
Fólkaflokkurin fast. Landsstýrið eig
ur ikki at stilla seg fyri marknaðar
kreftunum.
Landsstýrið hevur hildi seg vekk
frá at seta pengar í EIK og úrslitið er,
at marknaðurin sjálvur hevur megn
að uppgávuna. Hetta fegnast Fólka
flokkurin um, og ynskir TFholding
góða eydnu.
Landstýrið fekk einki at vita um,
at trupuleikar vóru í EIK. Men ein
sunnudag verða vit uppringd við
greiðum boðskapi. Her er heilt galið.
Hóast bæði grannskoðan og Fíggjar
eftirlit, so var eingin ávaringarlampa
frammanundan, bara at nú var galið.
Hetta sunnukvøldið fekk lands
stýrið fyrispurning frá dønum, um
landsstýrið vildi koma við pengum.
Næsta morgun er tíðindafundur í
EIK, har almenningurin fekk boðini.
Sera fátækt var við upplýsingum, men
landsstýrið skuldi svara, um vit komu
við pengum. Fólkafloksins støða var
greið, Landsstýrið eigur ikki at stilla
seg fyri marknaðarkreftunum. Svarið
frá landsstýrinum gjørdist noktandi.
Tó ynskti Fólkaflokkurin, at freistin
fyri endurreising var longd. Hetta
vildi landsstýrið ikki krevja og danska
stjórnin
ikki
gera.
Upplýsingar,
sum seinni eru komnir fram, gera
tað neyðugt at kanna hetta nærri
og tað hevur Fólkaflokkurin mælt
landsstýrinum til.
Eftir at Fíggjarligt støðufesti hevði
yvirtikið bankan, hildu hesir tíðinda
fund í Føroyum. Sama boðskap fekk
landsstýrið á fundi aftaná. Pengar
á borið, ella kann alt henda. Okkara
støða var greið, skattapeningur eigur
ikki at keypa bankar.
Í Desember er frestin fyri at lata
boð inn. Tá fær landsstýrið aftur boð
um at nú má okkurt henda. Støðan
hjá landsstýrinum tann sama, nú
er spurningurin um útboð og eftir
spurning og tað mugu seljari og møgu
ligur keypari sjálvir loysa.
Í hesi vikuni er boð eftir lands
stýrinum fyri fjórðu ferð. Fíggjarligt
støðufesti vil enn einaferð fáa lands
stýrið at koma við peningi. Hóast
langa og møðsama trýstið, gav lands
stýrið sama svar.
Nú hava seljari og keypari gjørt
avtalu, har TFholding er blivin meir
lutaeigari. Vit eru mong, sum anda
lættliga og fegnast um áræði í TF
holding. Vóni tað fer at gangast væl.
Eftir at keypsavtala er gjørd,
kemur fíggjarmálaráðharrin út við,
at skattaborgarin gjøgnum Fíggingar
grunnin nú skal keypa partabrøv í
EIK. Fólkafloksins støða er greið og
júst tann sama, sum tær 4 ferðirnar,
trýst er lagt á okkum.
Tó skal sigast, at Fólkaflokkurin
tekur undir við uppskotinum um, at
Fíggingargrunnurin selur sín part í
Bank Nordik. Landskassin hevur vaks
andi skuld og harvið eisini vaksandi
rentubyrðu. At selt ognarlutin í Bank
Nordid til tess at minkað um almennu
skuldina, hevði eisini minkað um
rentubyrðuna hjá landskassanum. Ein
minni rentubyrða ger møguleikarnar
størri at tryggja vælferð, og tað er
jú tað, Landsstýrið og Løgting skulu
brúka kreftirnar til.
Marknaðurin megnaði EIK
Jørgen Niclasen
formaður Fólkafloksins