Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. januar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7 Sosialurin Alfred Olsen løgtingsmaður Bankapakkaloysnin Men áðrenn hetta hendi, høvdu í eina tíð myrk skýggj verið at sæð á tí fíggjarliga hválvinum, og sum høvdu viðført, at stjórnirnar í nógv­ um londum høvdu veitt fíggjarstovnunum stóran peningaligan stuðul. Sama gjørdi danska stjórnin, og við tað, at vit eru í einum vælvirkandi ríkisfelagskapi, varð sama trygdin, ið var veitt donsk­ um bankum, eisini boðin teimum føroysku banku­ num, og eftir at sitandi samgonga við sambandsløg­ manninum á odda, hevði samtykt uppskotini, tóku allir teir føroysku bankar­ nir av bankapakka 1 og bankapakka 2. Harvið varð statstrygd veitt øllum, sum høvdu pen­ ing innistandandi í føroy­ sku bankunum, óansæð hvør peningaupphæddin var. Hetta skapti ein peninga­ ligan stabilitet og gjørdi, at fólk lótu pengarnar standa í bankanum ella sparikassa­ num, tí tey høvdu trygd fyri allari upphæddini. Hetta var eisini galdandi, tá Eik banki fór falitt, og tí mistu tey, sum høvdu pengar innistandandi onki, meðan eigararnir av banka­ num, tíverri, mistu allan sín partapening. Ein onnur trygd í avtaluni var hon, at fór ein banki falitt, so skuldi hesin undir veingjabreiðið hjá Finansiel Stabilitet, men kortini halda fram sum banki við verandi banka­ virksemi, til teir høvdu funnið eina loysn við nýggjum eigara. TF Holding keypir Eik Hetta hendi so í vikuni, tá ið privata felagið TF Holding keypti Eik, uttan at landskassin á nakran hátt var uppi í, og tað staðfestir tað, sum Sambandsflokkurin alla tíðina hevur verið full­ vísur í, at tað trygdarnet og trygdarskipan í báðum bankapakkunum kom at vísa sítt virði í verki. Tað eru tey dugnaligu samráðingarfólkini, sum eiga æruna av tí avtalu, sum er fingin og sum tryggjar okkum, at vit aftur hava 2 stórar føroyskar bankar í tí føroyska samfelagnum og fari eg at ynskja Eik banka blíðan byr í tíðini ið kemur. At vit komu so snikka­ leyst burtur úr hesi banka­ kreppuni sum vit gjørdu, kemur av, at vit eru í einum vælvirkandi ríkisfelagskapi, sum hevði funnið loysnir fyri slíkum kreppum, áðrenn tær komu, og tí tað politiska samarbeiðið í ríkisfelagskapinum er fram úr gott og er ikki púri, tá ið umræður at finna loysnir, føroyska samfelagnum at gagni. Ein føroysk bankaloysn Tað fór sum ein skelkur gjøgnum alt tað føroyska samfelagið, tá ið Eik banki fór fallitt, og øll sum høvdu sett pening í partafelagið mistu allan sín kapital. Tí er tað ein sorgarleikur, tá ein peningastovnur ferð á húsagang Í grein herfyri verjir ting­ kvinna Tjóðveldsins avgerð­ ina at minka játtanina til bústovnar niður í ein trið­ ing. Orsøkin til ógvusligu skerjingina sigur hon vera, at undirritaða á fundi í Fíggjarnevndini upplýsti, at pengarnir ikki fóru at verða nýttir allíkavæl, tí einki var klárt. Hetta er at fara lætt um sannleikan. Fleiri ítøkiligar ætlanir Stórur tørvur er á nýggjum nútíðarhóskandi heimum til børn og vaksin við serligum tørvi og bíðilistin at koma á hesi heim er vaksandi. Í fíggjarlógaruppskotin­ um frá Landsstýrinum vóru tí 34 mió. settar av í 2011 til fyrireiking og bygging av bústovnum til hendan bólk. Av ætlaðu nýbyggingum vóru íbúðir til sinnisveik, nýggjan stovn til børn við fjølbreki, sum skuldi loysa av Reiðrið, heim fyri heilaskadd og sambýli til fólk við menningartarni í Runavík og Klaksvík. Annita hevur rætt, tá hon sigur, at fíggjarnevndin spurdi inn til ætlanirnar á kontuni bústovnar. Svarið hjá mær var, at vit enn vóru í eini tilgongd og at ongin materiel heimild lá fyri ætlaðu verkætlanirnar. Altso at lógargrundarlagið ikki var klárt fyri nýbyggingarnar. At Annita velur at tulka hetta sum um einki var klárt er at fara øgiliga langt. Raðfestu aðrar verkætlanir Hetta var helst funnin fressur hjá fíggjarnevndini, sum eftir øllum at døma leitaði við lykt eftir íløgupeningi til at raðfesta aðrar verkætlanir. Tað kann í øllum førum undra, meira enn 30 mió. vóru kanaliseraðar til verkætlanir, sum Landsstýrið hvørki hevur raðfest ella hevur ætlanir um at raðfesta, og har als eingin materiel heimild er tøk. Skerjingin av bústovnum ein funnin fressur hjá Annitu Rósa Samuelsen landsstýriskvinna Viðmerking til greinina “Tí tóku vit undir við fíggjarlógini”, sum var at lesa í bløðunum 7. januar 2011 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Býráðslimur í Klaksvík Í hesu myrku ársins tíð, er tað hugaligt, at vit í Norð­ oyggjum fara at fáa hart tiltrongd trygdarljós eftir vegastrekkinum frá Nema og norður eftir Ánavegnum. Somuleiðis, sum vegastrekkið eisini er vorðið asfalterað. Hetta vegastrekið hevur ikki verið heilt vandaleyst hjá fólki til gongu og teim­ um, sum hava nýtt tað til renning. Tí sum øllum kunnugt, er vaksandi virksemi í Norð­ havnini, og hevur hetta havt økta ferðslu við sær. Í myrkri hevur ferðslutrygdin hjá fótgangarum og øðrum verið sera vánalig, men nú er tíbetur bøtt um hetta við ljósum, sum ætlanin er at tendra longu í komandi viku, og tað er at gleðast um. Best hevði verið, um gongubreyt eisini bleiv gjørd beinanvegin, men hon kemur seinni. Annika Olsen landsstýris­ kvinna í innlendismálum, hevur stóra tøkk uppibornað fyri at hava raðfest ferðslu­ trygdina. Somuleiðis ein tøkk til Landsverk fyri gott sam­ starv, og her verður serliga hugsað um ljósini, sum nú eru sett upp við Ánavegin. Tøkk til landsstýriskvinnuna Anniku Olsen og LV Sum sóknarformaður fyri sjómonnum í Hvalba haldi eg ikki, at sáttmálin hjá ísfiskatrolarunum eru so høgir. Tí at teir sigla fyri 27 prosent, og er hetta ein gomul skittfiskakontrakt, sum ísfiskaskipini sigla fyri í dag. Tí eitt kann eg siga tikkum, at tað fer eingin sjómaður avstað minni enn hann fer í dag. Sjómaðurin hevur eisini útreislur av heiminum. Skal hann betala fyri at koma til arbeiðis, so loysir seg ikki at fara avstæð at fiska. Men eg síggi ikki, at nakar reiðari hevur tað ringt. Teir skuldu heldur betalt hýruna til tíðina, so fingið teir mannað skipini. Fara ikki niður í løn Gunnar Olsen