mikudagur 19. januar 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
Sosialurin
Vit sóknast eftir einum fólki, sum hevur
løgfrøðisligt ella samfelagsfrøðisligt prógv frá
lærdum háskúla, ella aðra hóskandi útbúgving.
Tað er ein fyrimunur at hava starvsroyndir
innan fyrisiting á almannaøkinum.
Fulltrúin verður partur av einum stovni, ið alla
tíðina má tillaga seg broytingarnar í samfelag-
num og taka við avbjóðingunum, sum liggja í
tíðini og í framtíðini.
Okkara ynski er, at viðkomandi er virkin og
nærlagdur, hevur góð samstarvsevni og arbeiðir
sjálvstøðugt við at loysa uppgávurnar
í tráð við endamálið hjá stovninum og teir
málsetningar, stovnurin hevur.
Arbeiðsuppgávunar hjá fulltrúanum fevna um
ráðgeving og vegleiðing til leiðslu og starvs-
fólk, ummælan av uppskotum til lógir og
kunngerðir, málsviðgerð í ávísum málum,
tilevnan av leiðbeiningum og kunningartilfari,
luttøku í tvørfakligum samstarvi og aðrar
uppgávur á deildini.
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett og
lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen,
stjóra, á telefon 35 35 10.
Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni
í hendi í seinasta lagi 28. januar 2011.
Send umsóknina til
Almannastovuna,
Starvsfólkadeildin
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096
110 Tórshavn.
Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at
lúka krøvini frá politiska myndugleikanum
og viðskiftafólkunum. Dentur verður
lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygd-
ina og virðingina fyri einstaklinginum, eins
og virkað verður fyri áhaldandi at menna
førleikan, trivnaðin og samstarvið á
stovninum.
Á Stjórnardeildini eru 4 starvsfólk og ein
deildarleiðari. Starvsøkið hjá Stjórnar-
skrivstovuni fevnir um ráðgeving og
vegleiðing til stovnin í sosialfakligum,
løgfrøðiligum og øðrum fyrisitingarligum
spurningum. Gerð av innanhýsis leið-
beinandi reglum og kunningartilfari,
kæruummæli, ummæli av lógar- og
kunngerðaruppskotum. Herumframt er
Stjórnardeildin skrivstova hjá pensións-
fundinum, sum tekur avgerðir um
fyritíðarpensjón o.a.i.
Talan er um eitt barnsburðaravloysarastarv
frá 1. februar 2011, ella so skjótt sum
gjørligt og fram til 1. juni 2012.
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Stjórnardeildin søkir
LØGFRØÐING ella
SAMFELAGSFRØÐING
krea . tel 60 80 80
Tjaldurs Apotek
HJÁLPARFÓLK
TIL VØRUHANDFARAN
Vit kunnu bjóða tær
Eitt áhugavert starv sum hjálparfólk
í vøru-toyminum, har tú m.a. fært
ábyrgd av at fylgja vøruni frá mót-
tøku til vøran stendur á hillini við
rættari merking og prísi.
Førleikar
Tú ert ágrýtin, nærløgd/-lagdur og
hevur hug at arbeiða við góðsku stýrd -
um mannagongdum. Tú ert fleksi bul
og dugir væl at arbeiða í toymi.
Starvið
Starvið er fulltíðarstarv og verður
lønt sambært sáttmála millum Fíggj -
ar málaráðið og Starvsmanna felagið.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við
Elisabeth Joensen-Næs á tlf 341100.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vit sóknast eftir einum hjálparfólki til vøruhandfaran
Ø
st
il vø
andf
uha
lki
arfó
hjálp
um
ein
eftir
ókna
tæ
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. januar 2011.
Umsóknir við próvskjølum, viðmælum og CV skulu sendast við brævi til:
1HIK ÍÛIKÜI!Í1wHÝLÍĀHIK Ā
I
www.grafi kmaster.fo
LærLingur
Søkt verður eftir HVS Lærlingi til
Box 182 · FO-110 Tórshavn
Vit vænta at tú ert raskur/røsk og
Fyrikomandi. Koyrikort er Eitt krav.
Ert tú tann rætti persónurin, ert tú vælkomin at
senda eina umsókn. Til ap@mp.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi innan 14.02.2011
P/F Maria Poulsen
Smyrilsvegur 8
Postboks 182
FO 110 Tórshavn
Meiri fæst at vita við at ringja til Arthur Poulsen
á tlf. 312 000 Ella send ein mail á ap@mp.fo
P/F Maria Poulsen er størsta HVS virkið í Føroyum við handli,verkstaði og
búnýti. Í dag starvast um 35 fólk í fyritøkuni. Alt innan heilsølu og smásølu.