Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 8 Sosialurin Leo Poulsen Í síðstu viku kom fram, at menn høvdu varnast eitt hol í skrokkinum á Rituni, og nærri kanningar hava stað fest, at holið er komið orsakað av tering. Nú er so staðfest, at skaðin er væl størri enn framman undan mett, og tí fer helst at ganga rímiliga drúgv tíð, áðrenn Ritan verður sett í sigling aftur í Norðoyggjum. Strandferðslan hevur sett Alpha Pilot inn í siglingina út í Svínoynna og Fugloynna, men trupulleikin er bert tann, at hesin báturin er ikki skikk aður til farmaflutning. – Vit fáa flutt tað mest neyð turviliga við Alpha Pilot, vanliga matvøru og post og annað, men tá tað kemur til stóra farmin, so sum byggitilfar og líknandi, so savna vit tað saman á goymsl uni í Klaksvík og leiga so størri bát at flyta tað út til Fugloyar og Svín oyar, sigur Jens Petur Bratta líð, ferðslusamskipari á Strand­ ferðsluni. Hann sigur, at Strand­ ferðsl an fyribils hevur leigað Alpha Pilot í einar 3­4 vikur fram til fult yvirlit er fingið yvir skaðan á Rituni. – Hetta er nakað, sum tek­ ur eitt sindur av tíð, tí her skal jú ein eykajáttan til. So tá fult yvirlit er fingið av støðuni ber betur til at siga, hvussu leingi Ritan verður burtur úr sigling, sigur Jens Petur Brattalíð. Óbrúktar milliónir Jóhan Dahl kemur nú við einari kollveltandi útmelding í samband við raðfesting av strandfaraskipunum. – Vit vita, at tað liggja 25 milliónir á einari konto, sum eitur havrannsóknarskip, sam stundis sum vit vita, at tað ikki ber til at brúka meiri enn fimm av hesum milliónunum til eitt hav­ rann sóknarskip í ár, sigur Jóhan Dahl. Hann vísir á, at fiski­ mála ráðharrin sjálvur hevur váttað, at tað ber ikki til at brúka meiri enn hesar nevndu fimm milliónirnar í ár, tí tað er prísurin fyri at projektera skipið. – Longur slepst ikki í ár við einari verkætlan um hav rannsóknarskip, og pen­ ingurin verður jú ikki auto­ mat iskt fluttur til næsta ár, og tí fara hesar írestandi 20 milliónirnar at falla burtur, tá ein nýggj fíggjarætlan skal gerast. Og tí fari eg at tosa við mínar samgongufelagar um at fáa flutt hesar milli­ ónirnar, so tær í staðin kunnu brúkast til eitt nýtt nóls oyarskip, sigur Jóhan Dahl. Arbeiðsskapandi Eitt nýtt nólsoyarskip hev ur ikki nakra binleiðis ávirk an á trupulleikarnar við Rituni, men ein partur av strand­ ferðsluflotanum er við at gerast gamal. – Vit vita, at einir 2000 før oyingar standa uttan ar­ beiði í løtuni, og tí hevði tað verið at sligið tvær flugur við einum slagi at byrja eitt nýtt nólsoyarskip. Tað hevði skapt nógv arbeiði í einari tíð, har arbeiðsloysi nívir, sigur Jóhan Dahl. Ein onnur orsøk til, at tað er eitt gott hugskot at byggja nýggja nólsoyarferju, er, at projekteringin longu er liðug, og tí ber til at fara undir arbeiðið so at siga beinanvegin. Og hóast nógv verður tosað um at almenn arbeiðir skulu bjóðast alment út, sær landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki hetta sum ein trupulleika. – Vit gera jú sjálvi av, hvar og hvussu vit bjóða okk ara arbeiðir út. Í hesum før­ in um er tað púra upplagt, at vit byggja eina nýggja nólsoyarferju í Føroyum. Vit hava neyðuga kunnleikan at byggja skip, og tað hevur eisini týdning at halda hendan kunnleikan við líka, sigur Jóhan Dahl. Hann sigur, at vit sjálv­ andi kundu kanna byggi­ prísin uttanlands, men ein av orsøkunum til at byggja í Føroyum er at skapa ar­ beiðspláss. Øll við Landsstýrismaðurin fer í fyrsta umfari at tosa við sínar samgongufelagar at vita, um undirtøka fæst fyri ætl anini um at nýta tær 20 milliónirnar á kontoini til havrannsóknarskip til eina nólsoyarferju í staðin. – Eg vildi hildi, at undir­ tøka kann fáast fyri einum slík um tanka, tí peningurin ann ars ikki verður brúktur. Hvussu er við Tjóðveldi og teimum báðum smærru flokk unum er ilt at siga, men best hevði veirð, um eitt ein­ mælt Løgting tekur undir við ætlanini, sigur Jóhan Dahl. Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki, at vit longu eru komin langt inn í januar mánað. – Tað er alt ein spurningur um politiskan vilja. Tað átti at borið til at fingið byrjan upp á verkætlanina, so tær 20 milliónirnar kunnu brúk­ ast í ár, og so ber til at játta írestandi kostnaðin á fíggjar­ lógini komandi ár, sigur Jó­ han Dahl. Tað týdningarmesta fyri landsstýrismannin er sjálv ­ andi at fáa restina av sam­ gonguni at taka undir við ætlanini, men um tað fer at eydnast at fáa Tjóðveldi við, er ein annar spurningur. Tí tað er eingin loyna, at Tór­ bjørn Jacobsen hevur hav­ rann sóknarskip sum sítt hjarta mál, og gongur neyvan til, at peningur verður fluttur at teirri kontoini – heldur ikki um teir annars ikki kunnu brúkast til endamálið. Vil flyta pening til nólsoyarskip - Langtíðarætlanir eiga at verða lagdar fyri skipini hjá Strandferðsluni, sum í fleiri førum eru vorðin gomul. Tí eiga vit at umhugsa at flyta 20 av teimum 25 milliónunum frá einum havrannsóknarskipi ti leina nólsoyarferju, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður Eitt sindur óvæntað boðar Jóhan Dahl frá, at hann fer at tosa við samgonguna um at fáa flutt tær 20 milliónirnar, sum ikki verða brúktar til havrannsóknarskip í ár, til eina nýggja nólsoyarferju