mikudagur 19. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
Sosialurin
Leo Poulsen
Í fjør summar setti lands stýr
is kvinnan í um hvørv is málum
eina bunkringskunngerð í
gildi, sum leingi hevði ver ið
bíðað eftir. Hendan kunn
gerðin ásetir, hvussu farast
skal fram í sambandi við
bunk ring og miðar ímóti at
ovurfylling og aðrir mátar
at dálka við olju ikki skulu
koma fyri.
Nú verður so næsta stigið
tikið.
– Eg haldi, at tíðin nú er
komin at herða revsingina
fyri oljudálking við at áseta
munandi størri bøtur fyri
hesa dálking, sigur Annika
Olsen.
Hon vísir á, at vit hava
upp livað alt ov mangar olju
dálkingar hesi seinnu árini,
bæði í havnum, áfirðum og
vágum og á meiri opnum
havi.
– At økja um støddina á
bótunum er ein máti at bøta
um mongu oljudálkingarar,
og hetta er ein liður í at fara
fyribyggjandi til verka, sigur
Annika Olsen.
Uppskotið til broyting í
løgtingslóg um verju av hav
umhvørvinum er sent til
hoyringar hjá viðkomandi
stovnum og feløgum, og hesi
hava nú eina freist fram til 7.
Februar at siga sína hugsan
um uppskotið.
– Hin nógv eftirspurda
bunkringskunngerðin kom í
gildi í summar, skipaferðslan
kring Føroyar sær út til at
standa við og økjast, kunn
leik in
til
regluverkið
er
væl kent í skipavinnuni og
fleiri dálkingarmál eru av
greidd við sektaruppskoti,
síðani lógin kom í gildi í
2005, meðan okkurt eisini
er avgreitt í Føroya rætti.
Vanliga hugsanin tykist tó
vera, at bótastøddirnar eru
ov lágar og ikki muna nóg
væl sum fyribyrging. Hetta
verður vónandi broytt nú,
sigur Annika Olsen.
Raka peningapungin
At hækka bótastøddirnar
fyri lógarbrot, óansæð um
lógarbrotini verða framd í
havnum, á firðum og vágum
ella á opnum havi, er eisini
ætlað sum fyribyrgjandi til
tak.
– Verandi kunngerð áset
ur eina bót upp á 25.000
krón ur fyri eina oljudálking
upp á 500 litrar. Eftir nýggja
uppskotinum verður støddin
á bótini munandi hægri,
sigur Annika Olsen.
Frameftir skal tað verða
soleiðis, at eitt útlát á 50 litrar
kostar 25.000 krónur, meðan
útlát upp til 500 litrar fer
at kosta 150.000 krónur. Og
kemur útlátið upp á túsund
litrar kostar tað eina bót upp
á 250.000 krónur.
– Tað hevur tíverri víst
seg, at oljudálking ikki veru
liga verður tikin í ramasta
álvara, fyrr enn tað rakar á
peningapungin. Tí hava vit
ætlanir um at geva bøtur,
sum veruliga merkjast, sigur
Annika Olsen.
Hon sigur, at bøtur á eina
tílíka
upphædd
veruliga
send ir eitt signal um, at
landsstýrið meinar tað í álv
ara tá tað sigur seg vilja verja
havumhvørvið.
– Tað vísir, at vit taka
hav umhvørivð og tað, sum
í havinum svimur, í størsta
álvara, og at vit hava ætlanir
um at liva upp til, at vit hava
heimsins reinasta hav, sigur
Annika Olsen.
Hon sigur, at bunkringar
kunngerðin og nýggja átakið
við nógv strangari revsing
fyri oljudálking eru risastig
á rættari leið tá tað ræður
um havumhvørvið, um um
hetta er nóg mikið vil hon
ikki siga.
– Eg veit ikki um vit
nakran tíð gera nokk fyri um
hvørvið, men hesi tiltøkini
sum vit hava gjørt og fara
at gera, veruliga muna. Olju
dálk ing sleppa vit helst ong
an tíð heilt undan, men nú
fáa vit so at síggja, hvussu
langt hesi bæði til tøk ini
røkka, sigur Annika Olsen,
lands stýris kvinna
í
um
hvørv ismálum.
Skal verða
hunda dýrt
at dálka
Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum,
tekur nú enn eitt stig fyri at verja umhvørvið,
hesaferð við einari munandi hækking í
støddunum av bótum fyri oljudálking
Annika Olsen slær enn eitt slag fyri umhvørvið við strangari revsing fyri oljudálking
Leo Poulsen
Ein legenda gevst nú í poli
tikki.
Á tíðindafundi í morgun
boðaði Anfinn Kallsberg frá,
at hann frá í dag at rokna
gevst í politikki.
Eg havi sitið í øll um
álitisstørvum
í
før oysk
um politikki. Eg havi verið
løgmaður,
fíggjar mála ráð
harri,
fiskimálaráðharri,
fíggjarnevndarformaður og
tingformaður. Samstundis er
eisini tíðin at trimma flokkin
til eitt valstríð, sigur Anfinn
Kallsberg.
Hann er tann tinglimur,
sum hevur sitið longst í
tinginum, nú hann gevst í
politikki.
Eg varð valdur á valinum
24. November 1980, og ein
asti tinglimur, sum tá sat
og sum enn er eftir, er Óli
Breckmann. So hóast eg ikk
meti meg sum gamlan, so
eri eg gamal í politikki, sigur
Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at hann áður
hevur boðað frá, at hann ikki
stillar upp aftur til komandi
val.
Tá eg havi boðað frá,
at eg gevist í politikki, er
eingin orsøk til, at eg verið
hangandi fram til komandi
val. Flokkurin skal brynja
seg til eitt valstríð, og tá
er betri, at tey, sum halda
fram í politikki, eisini stinga
út í kortið, sigur Anfinn
Kallsberg.
Ein onnur avleiðing av, at
Anfinn Kallsberg nú tekur
seg úr politikki er, at Bjarni
Djurholm nú verður fastur
limur í Løtginginum.
Við tað, at Anfinn
Kallsberg
fer
burtur
úr
politikki, merkir tað, at eg nú
ikki longur eri eykamaður á
Tingi, men fastur limur, sigur
Bjarni Djurholm.
Gevist meðan eg enn finni hurðina
Tað er eftir drúgvar tingingar og gjølliga umhugsan, at
Anfinn Kallsberg nú frá degi til dags gevst í politikki
Anfinn Kallsberg hevur gjørt
av at taka seg úr politikki
Mynd: Álvur Haraldsen