Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað eydnaðist ikki sem ings­ monnunum at fáa semju í lag millum Føroya Reiðara­ felag og manningar feløgini. Freistin, sum semings menn­ inir høvdu sett, var til á mid­ degi týsdagin, men longu seinna partin mánadagin noydd ust sem ings menninir at ásanna, at so langt var millum part arnar, at eingin semja var í ljósmála. Tí komu teir heldur ikki við nøkrum semingsuppskoti. Terji Sigurðsson, sum er annar av semingsmonnunum, segði seg ikki duga at síggja, at nøkur nyttar var í einum semingsuppskoti, sum teir frammanundan vistu fór at verða vrakað. So skjótt tað gjørdist greitt, at eingin semja fekst mill um partarnar, heitti Før­ oya Reiðarafelag á skip, sum fiska undir Føroyum, um at koma til lands. Loystu kortini Hóast verkbannið, vistu fjøl­ miðlar í gjár at siga, at systir­ skipini úr Hvalba, Steintór og Niels Pauli, kortini høvdu loyst. Hetta skapti nógv fund­ ar virksemi í Føroya Reiðara­ felag í gjár, og Viberg Sørensen, formaður í felag­ num heitti á skipini um at gev ast og koma aftur til lands. Sum skilst, hava hval bing­ ar aktað boðini hjá tí felag, teir eru limir í og eru givnir at fiska. Í morgun ljóðaði eis ini, at onnur skip enn djúpvatns­ trolararnir í Hvalba ætlaðu at loysa, og í hesum sambandi var verksmiðjuskipið Norð­ borg nevnt. Men í grein á blaðsíðu 10 í dag, sigur skiparin, Jón Rasmussen, at teir ætla sær ikki at bróta verkbannið, sum Føroya Reiðarafelag hev ur lýst. – Vit hava verið í dokk og hava útlendskan teknikara her heima. Tí noyðast vit, nú arbeitt verður við at finna út av, hvør trupulleikin er, at gera ein tekniskan royndar túr. Vit stuðla kort­ ini Føroya Reiðarafelag og vilja í útgangs støðinum vera solidariskir, sigur Jón Rasmussen. Løgin støða Tað var serliga spurningurin um, hvørt manningin skal luttaka í oljuútreiðslunum ella ikki, sum skilti reiðarar og manningarfeløg. Reiðarar meta, at oljan nú er vorðin so dýr, at manningin eigur at bera sín part av øktu oljuútreiðslunum, men hetta vilja manningarfeløgini, sum hava staðið væl saman undir samráðingunum, ikki hoyra talan um. Av átta skipabólkum, lut tekur manningin í olju­ út reiðslunum í tveimum skipa bólkum, nevniliga hjá línu skipum og flaka trol­ arum. Teir, sum eiga hesi skip, har oljan longu er felags út­ reiðsla, eru tí í eini eitt sindur undarligari støðu. Línuskip eru løgd, har mann ingin longu luttekur í oljuútreiðslunum, og við Vestaru bryggju í Havn liggur flakatrolarin Enniberg, har manningin eisini luttekur í oljuútreiðslunum. Men bæði teir, sum eiga línuskipini og teir, sum eiga flakatrolararnar, hava valt at vera solidariskir og vilja standa saman við Føroya Reiðara felagnum um, at oljan skal vera partur av felags útreiðslu hjá øllum skipa bólkum. vilmund@sosialurin.fo Fiskiflotin liggur VERKBANN Hóast manningarnar á línuskipum og flakatrolarum longu luttaka í oljuútreiðslunum, liggja hesi skipini eisini, nú verkbann er í føroyska fiskiskipaflotanum. Føroya Reiðarafelag hevur biðið øll skip, sum fiska undir Føroyum, um koma til lands og akta verkbannið línuskip eru løgd, har manningin longu luttekur í oljuútreiðslunum, og við Vestaru bryggju í Havn liggur flakatrolarin Enniberg, har manningin eisini luttekur í oljuútreiðslunum Partrolarar við bryggju í Runavík, nú verkbann er. Millum ísfiskatrolararnar, sum eru lagdir, eru leirvíkistrolararnir, Polarhav og Stjørnan Mynd: Vilmund Jacobsen