mikudagur 19. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
12
Sosialurin
Velja út frá sínum
áhugamálum
Hesar báðar seinastu vikurnar hava 9. floksnæmingar úr fleiri skúlum verið í starvsvenjing
á ymsum arbeiðsplássum. Tað er ógvuliga ymist, hvørja vinnu tey 15 og 16 ára gomlu hava
hug at royna seg í. Tey velja alt eftir, hvat hugurin stendur til. 9. flokspraktikantarnir á
Sosialinum, Birita Debes og Hallbjørg J. Túgvustein hava hitt nakrar praktikantar
Hannah Anthoniussen er 15 ár og gongur
í 9. flokki í Tofta skúla. Hannah er í
praktikk hjá Djóralæknastovuni í Havn.
Hon er fegin um, at hon valdi hetta, tí
henni dámar ógvuliga væl djór og vil
fegin hjálpa teimum. Hon sigur, at tað er
ógvuliga stuttligt at vera har. Hon hevur
steriliserað kettur, gelt hundar og verið
við til at avlívað djór.
Hans Jákup Rasmussen er 15 ára gamal
og gongur í 9.b í Skúlanum við Løkin.
Hans Jákup heldur, at tað er stuttligt
at arbeiða í einari heilsølu, og valdi
tí at fara í praktikk hjá Poul Hansen.
Hans Jákup koyrir mest vørur út, men
honum dámar best arbeiðsfólkið.
Bjørg Olsen er 16 ára gomul og gongur í
9.a í Skúlanum við Løkin. Bjørg dámar
ógvuliga væl list , og tí hevur hon valt
at fara í praktikk í leirlist hjá Guðrið
Poulsen. Hon hevur hjálpt Guðrið við
hennara prosjekti, og hon hevur eisini
sjálv gjørt ting úr leiri. Bjørg sigur, at hetta
er eitt spennandi og stuttligt arbeiði.
Jóannes Skibenæs er 15 ár og gongur í 9.b
í Skúlanum við Løkin. Hann er í praktikk
í Expert í SMS. Hann er ógvuliga glaður
fyri, at hann valdi hetta, tí hann vildi
royna at arbeiða í handli. Jóannes heldur
tað vera ógvuliga stuttligt at arbeiða í
handli. Hann hjálpir kundum, sum hava
brúk fyri hjálp, tekur fyri við kassan
og setir uppá hillar. Honum dámar væl
hetta arbeiðið.
Kristina Jacobsen er 15 ár og gongur í 9.
flokki í Vestmanna skúla. Kristina er í
praktikk hjá Djóralæknastovuni í Havn.
Hon valdi hetta praktikkplássið, tí hon
hevur hugsað um læra til djóralækna.
Kristina heldur tað vera stuttligt, og
nógv spennandi er at gera. Kristina
hevur steriliserað kettur, gelt hundar
og verið við til at avlívað djór.
Astrið Foldarskarð er 16 ár og gongur í 9.a
í Skúlanum við Løkin. Astrið er í praktikk í
handlinum Gelluni í SMS. Hon valdi hetta, tí
henni dámar væl klædnahandlar. Hon sigur
at tað er stuttligt, og er ógvuliga glað fyri
at hon valdi hetta. Hon hevur prísað klæðir,
hongt klæðir upp og lagt klæðir saman.
Hon sigur, at alt er gott við hesum arbeiði.
Jákup Rasmussen er 15 ára gamal, og hann
gongur í 9.b í Skúlanum við Løkin. Jákup
hevur valt at fara í praktikk hjá Poul Hansen
heilsølu. Jákup ætlaði sær til Havnar í
praktikk, men visti ikki reiðiliga, hvagar hann
skuldi fara. So nevndi onkur Poul Hansen, og
tað helt Jákup verða eitt fínt hugskot. Jákup
hevur koyrt vørur út í handlar, sett uppá
pláss og stáplað fløskur. Men honum dámar
best at koyra vørubil og lastbil, at hjálpa til,
og ikki at gloyma fólkið, ið arbeiðir har.
Jórunn Hansen er 15 ár og gongur í 9.a í
Skúlanum við Løkin. Hon er í praktikk í
Gelluni í SMS. Hon valdi hetta arbeiðið,
tí hon heldur, at tað er stuttligt at
arbeiða í handli. Hon hevur prísað
klæðir og koyrt vørur uppá pláss.