Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 14 Sosialurin Eg bleiv skakkur tá sonur mín ringdi til mín og segði mær at Sommer systkinabarnið, var deyður. Tað var sum alt steðgaði upp, eg fór útum, skýmingin var í ferð við at dempa hesa so vøkru kavakløddu bygd, har høg ættarvind urin streik um ham arin, meðan ljós­ ini lýstu so vakurt hetta desember­kvøldið við boðum um, at jólini eru í hondum. Hvør var hesin merkis­ maður? Jú hann var sonur Rosu Winther, fødd Hentze, sum var dóttir Sommer og Sannu, og Jóhan Jacob Winther, sonur Jettu og Mads. Sommer kom úr einum systkinaflokki uppá níggju systkin, tey livdu í einum tryggum heimi, har pápin var sjómaður og mamman var heima, sum tá var. Tað var nógv hjá børnunum at taka hond í. Samanhaldið í systkina­ flokkinum hevur altíð ser­ merkt tey, glað og skemt­ andi. Sommer giftist við Bjørgu Hentze av Sandi og fingu tey børnini Idu, Jóa, Róhild og Sveinbjørn. Sommer valdi sjógvin sum lívsstarv, hann fór ungur til skips. Í »Ravn­Stóroy« var farið til Ísland á vertíð, jú Sommer visti hvat tað var, at arbeiða. Tá flakavirkið Sólaris læt upp í 1968 keyptu brøðurnir Sommer, Petur Hans og Her man ein 20­tonsara og vóru teir, teir fyrstu, sum avreiddu til Sólarris. Teir høvdu nógv fólk í arbeiði við egning og fólki á bátinum. Hetta má sigast við vissu, at her kom broytingin inn í okkara bygd, jú arbeiði bleiv til allar hendur bæði til kvinnur og menn og skúr­ arnir blivu universitetið hjá smádreingjunum saman við uppilagstum sjómonnum. Seinni keyptu teir »Líra­ berg«, sum Petur Hans var skipari á. Jú Sommer var und angongumaður í síni heim bygd Skopun. Sommer og Bjørga fluttu út á Argir saman við børn un­ um at búgva mitt í 70unum, tá fór Sommer at sigla sum skipari við »Tjógvanum« bet ur mann kundu teir neyv an funnið, tí hann var mein kunnugur maður her á leiðum, seinni førdi hann »Pride«. Har vit best kenna Somm­ er, man vera sum skipara umborð á »Rituni«. Eg veit hann var dámligur maður, men dugdi at seta seg í respekt. Sommer sat á tingi fyri javnaðarflokkin frá 1991­1994, eisini í hesum ábyrgdarstarvi var Sommer álitismaður, tað hava teir sagt mær, sum sótu saman við honum. Síðan hava vit báðir mang­ an tosað saman um politikk og hevði hann altíð góð ráð um okkurt var, sum hann ikki var samdur við mær í, so segði hann tað, upp á sín sera sjarmerandi máta. Sommer var familju­kær­ ur, hann kom nógv á gátt í heiminum hjá okkum, pápin og hann vóru ógvuliga væl. Pápi var mammubeiggi hans­ ara. Ofta tá Sommer var inni hjá okkum, tók hann har­ monikuna og spældi og sang, oftast andaligar sangir ella nakrar sjómansvísur. Jú, eg minnist manga hugna liga løtuna, tá hesin glaði og skemtandi maðurin kom á gátt. Seinast vit báð­ ir sóust var, tá vit seint í summar høvdu ættarstevnu fyri eftirkomararnar eftir langommu og langabban Malenu og Sámal Petur Hentze. Har var sera hugna­ ligt og gleddist Sommer um dagin. Frá morgni til kvøld, sólin skein oman og niðan. Eg minnist serliga væl, tá eg skuldi til at byggja hús­ ini. Vit vóru gift og minn­ ist eg væl Sommer segði, veit tú hvat, tit skulu fáa í brúðargávu, eg skal føra tilfarið til húsini úr Tórshavn til Skopunar, tað var eitt kubb fyri meg. Og tað gjørdi hann eisini. Góðu tit sum hava mist ein góðan mann, pápa, abba og langabba. Sommer er farin heim í himmalin, har eingin sorg og pína er. Hvíl í friði. Gerhard – Psykoterapi er kent í okk­ ara grannalondum, og er nú við okkum vorðin ein enn betri møguleiki í Føroyum. Vit tíggju, ið hava lokið prógv sum psykoterapeutar, hava tikið eina trá ára langa eftirútbúgving sum psyko­ terapeutar, siga tær. Dansk Institut For Psyko­ terapi – DIPSU frá 1985 hevur staðið fyri hesi stóru eftirútbúgving í Tórshavn. Tær fáa allar super vi sjón í arbeiðinum og hava tagn­ aðarskyldu. Psykotera peut­ arnir, ið hava lokið prógv eru: Anna Rúna Jakobsen Elsa Jacobsen Herborg á Mýrini Jensia Brodersen Katrin Guðmundsdóttir Isfeld Martha W. Dalsgaard Noomi á Válinum Poula Eidesgaard Randi Slættanes Turið Horn Nøvn Minningarorð um Sommer Winther Tíggju nýggir psykoterapeutar