Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 16 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Snorri Brend Sambært yvirlitinum frá Hag stov­ uni búðu 55 fólk í Mikladali og 24 í Mikladali í 2005. Men síðani eru nógv flutt haðani. Nýggjastu hagtølini vísa, at í farnu viku var fólkatalið í Mikladali komið niður á 35 – ein afturgongd uppá 20 fólk eftir fimm árum. Sama gongdin hevur eisini verið í grannabygdini fyri norðan. Har búðu 24 fólk í 2005 og 19 í farnu viku. Ein afturgongd uppá fimm fólk eftir fimm árum. Báðar bygdirnar hoyra til Klaks­ víkar kommunu, og verður fólka­ talið í teimum lagt saman við Húsa kommunu á somu oyggj, búgva so­ statt 109 fólk á Kalsoynni. 35+19 Fólkatal Tað vóru tíðina, tá nógv fólk búðu í báðum teimum norðastu bygdunum á Kalsoynni. Í dag gongur tað afturá, men fólkið trívist kortini Í Mikladali búgva 35 fólk, og í allari oynni 109 Mynd: Jens Kristian Vang Trøllanes: Eitt óhapp, har ein bilur rendi á ein av lyktapelunum í bygdini, førdi tað við sær, at neyðugt var fáa annan pela settan upp. Hetta hendi í farnu viku, tá tveir mans frá elfyritøkuni Tummasi Thomsen í Klaksvík vóru á Trøllanesi fyri at fremja hetta í verki. Mynd: Jens Kristian Vang NýggjaN lyktapela Næstu ferð: Sandoy