mikudagur 19. januar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndin: Jens Kristian Vang
Mikladalur: - Ja, hetta er, sum tú
sært, eitt stórarbeiði, vísir Hanus
á.
Tríggir mans eru til arbeiðis í
kirkju ni. Teir eru allir upptiknir
hvør við sítt, og ikki hoyrist manna-
mál hesa løtuna, orsakað av óljóði
frá maskinum.
Tað er skjótt at staðfesta, at teir
hava ikki ligið á teirri latu síðuni,
síða ni teir byrjaðu arbeiðið. Her er
far ið nágreiniliga og skilvíst fram.
Øll kirkjan innan er snøgt sagt
av mon terað: Altarið er burtur. Onki
sæst til nakran bonk. Sjálvt altar-
talv an er tikin niður. Á loftinum í
erva er urgan dekkað av eini pre-
send ing.
Alt er tikið sundur við kærleika
til kirkjuna og fakið, tí alt skal set-
ast saman aftur á júst sama hátt
sum tað var áðrenn. Ein avbjóðing
var prædikustólurin.
- Ja, tað var tað. Vit máttu
simpelt hen bara hiva hann upp frá
gólvinum, soleiðis at vit kundu ar-
beiða í friði og náðum við gólvinum.
Og beint nú er ein maður í ferð við
at festa prædikustólin aftur í gólvið,
greið ir Hanus Højgaard frá.
Eftir at málarin er sloppin
fram at og er liðugur við sítt verk,
fara teir hjá Hanusi innaftur fyri
at byr ja uppseting av stólum og
øllum tí, ið higartil hevur verið
goymt burt ur.
Koyrast burtur
Tað er nakað fyri jól, at teir
byrjaðu hetta stóra arbeiðið at
umvæla kirkju na, sum í síni tíð
varð umbygd og umvæld fyri 96
árum síðani.
Tíðarinnar tonn hevur eisini
slit ið uppá hesa kirkjuna, og
nú var komið so mikið langt, at
okkurt mátti gerast - bæði av
nýggjum og um vælast.
Menninir hjá Hanusi Højgaard
hava tí, sum eitt av teimum stóru
arbeiði num, skift kirkjugólvið.
- Ja, gólvið var so mikið
vánaligt, at tað mátti alt koyrast
burtur, bæði undir sløg og timbur,
greiðir Hanus frá.
Ístaðin hava teir bjálvað undir
og hava haraftrat stoypt gólvhita
í, og lagt nýtt gólv á. Hválvið og
síður nar eru eisini bjálvaðar.
- Í dag kanst tú siga, at her
verð ur talan um eina heita kirkju.
Liðugt
Lidnir eru nú einir tveir mánaðir,
síða ni Hanus Højgaard og hansara
menn fóru undir teirra arbeiði.
Frammanundan tí var alt
innbúgvið tikið niður og flutt
oman í eini hús longur niðri
í bygdini. Hesa tíðina hava tí
gudstænastur ver ið hildnar í
skúlanum í bygdini.
Enn er ikki ásett, nær arbeiðið
skal verða liðugt innanveggja. Æt-
lan in er somuleiðis at gerast skal
eitt fýrrúm og toilett uttanfyri.
- Ein umsókn um tað er farin til
bý ráð ið, sum fyrst má góðkenna
ætlan ina, vísir Hanus á.
snorri@sosialurin.fo
Tann stóra
umvælingin
UMVÆLING Um góð fýra ár kann
Mikladals kirkja hátíðarhalda 100 ára dag
sín. Í hesum døgum verður ein rættiliga
umfatandi umvæling gjørd í kirkjuni av
monnum hjá byggimeistaranum Hanusi
Højgaard í Klaksvík. - Hetta var vist
ein tiltrongd umvæling, sigur hann