mikudagur 19. januar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
Sosialurin
Oyggjablaðið
Øll kirkjan innan er snøgt
sagt avmonterað: Altarið er
burtur. Onki sæst til nakran
bonk. Sjálvt altartalvan
er tikin niður. Á loftinum í
erva er urgan dekkað av eini
presending
Mikladals kirkja
6. juli 1855 er kirkjusýn í Mikladali, og har siga
sýnsmennirnir, at kirkjan er í so ringum standi, at
hon ikki kann umvælast, og harafturat er hon ov
lítil. Teir ráða tí til, at kirkjan verður niðurtikin og
nýggj bygd í staðin. Og av kirkjusýninum, sum verið
hevur 12. juni 1860 sæst, at nýggj kirkja er bygd í
1859.
Frá aldarskiftinum og fram til 1915 var kirkjan í
sera ringum standi. Kirkjusýnini hesa tíðina hava
nógvar viðmerkingar um, at so er. Eisini íbúgvarnir
í Mikladals sókn gera vart við seg. 26. mai 1909
skriva teir bræv til Færø Amt, har teir greiða frá,
hvussu vánaligum standi kirkjan er í.
Aftaná drúgt brævaskifti millum kirkjuráð, próst og
amt, m.a. um peningaviðurskifti, verður tó avgjørt
at fara undir umfatandi umbygging av kirkjuni.
Í 1915 byrjar umbyggingin, so núverandi kirkja er
bert lutvís nýggj. Veggirnir og skjøldrarnir vórðu
munandi hækkaðir, jarntak kom á í staðin fyri tað
gamla, sum var skifur; hon var klødd innan við viði,
og uttan varð hon pussað. Fyrr vóru eingi vindeygu
á norðaru síðu, men nú eru 4 størri og 1 minni á
hvørjari síðu. Tornið er av timbri, klætt við jarni, og
spírið er smíðað úr jarni við vimpli á.
15. desember 1915 varð kirkjan so vígd av
Fr. Petersen, prósti. Hjástaddir vóru, umframt
bygdafólk, Absalon Joensen, sum eitt skifti var
prestur í Norðoyggjum, amtmaðurin og sjefurin á
danska sjóverjuskipinum Beskytteren, sum kom
norður við próstinum og amtmanninum.
(KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar)
Fakta
Teir tríggir timburmenninir
sýna nærlagni, nú
kirkjan skal setast aftur
í sama stand sum áðrenn
umvælingin byrjaði
NÁGREINILIGT
STÓRARBEIÐI
- Kirkjan er so gott sum nýggj innan, sigur Hanus Højgaard,
sum stendur fyri umvælingini av Mikladals kirkju