mikudagur 19. januar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Kalsoyarfjørður:
Hóast
onkur
skul di trúð, at tann skjótt 36 ára
gamli Sam hevði siglt fyri seg, so
prógv ar hann hvønn einasta dag
sítt virði.
Einar 6-8 ferðir um dagin er hann
álit ið hjá teimum kalsoyingum ið
æt la sær av oynni, ella hjá øðrum
sum hava einihvørji ørindi ella ar-
beiði at gera í Kalsoynni við ella
utt an bil.
Onkur kann kanska seta spurn-
ar tek in við komfortin umborð
á Sam, men líkt er til at fólk ikki
hava stundir at hugsa stórvegis um
hetta: Tað tekur ikki stórt meiri enn
18 minuttir at sigla tvørtur um Kals-
oyar fjørð.
- Eg haldi, at Sam er sera væl
egn að ur til hesa siglingina. Ein
kun di so ikki havt eitt minni skip
til hetta, slær Marius fast. Hann er
ætt að ur úr Hvannasundi, men er
bú sit an di í Runavík.
- Sam er sera arbeiðsligur, og
kann brúkast til næstan all ar
uppgávur á hesi leiðini og aðra stað-
ni kring oyggjarnar. Jú, hetta er eitt
fínt skip.
Arbeiðsferðin er 9,7 míl, og tað er
bert ein løta so hevur stýrimaðurin
hen da túrin ført skip, manning,
ferða fólk, bilar og tíðindafólk til
ferju leguna á Syðradali ein kaldan
miku dag í farnu viku.
Tilkalling
Á Kalsoynni búgva í dag 109 fólk.
Her er talan um fólk í øllum aldrum,
og sum hava gagn av regluligu sig-
ling ini hjá Sam.
Møguleiki er hjá teimum virkis-
føru og teimum lestrarhugaðu at
búg va í oynni, og fara til arbeiðis
ella í skúla á meginøkinum á morg-
ni og heim aftur á kvøldi.
Sam fer tískil av Klaksvík klokk-
an 6:40 hvønn gerandismorgun og
av Syðradali aftur klokkan 7. So-
leið is røkka øll hesi fólkini at koma
rættstundis til arbeiðis og í skúla
ein tíma seinni í Klaksvík og bygd-
unum nærhendis.
Kalsoyarleiðin er haraftrat løgd
soleiðis til rættis, at ein túr ur er
seint á kvøld - so seint, at oyggj ar-
fólk ið k ann luttaka við ymisk frí-
tíð ar ítriv og líknandi í Klaksvík, og
kort ini sleppa heim aftur sama dag.
- Vit hava ein túr kl. 22:15, sum í
roynd og veru er ein tilkallitúrur.
Men tað er næstan ikki dagur, at
hann ikki verður sigldur, staðfestir
Marius við einum brosi.
Akkurát
Kalsoyarfjørður er gott farvatn
at sigla í, men tað gevast kortini
um støður og líkindi, tá ætt og rák
ganga ímóti hvørjum øðrum. Tá
kann verða heldur gjálvut í sjónum.
- Men tað gongur altíð. Hinvegin
so er ikki nógv út at geva, tá tú kem-
ur inn um pierarnar her á Syðradali.
Har er í øllum førum ikki nógvir
metr ar at spæla við millum teir
báð ar.
- Tað hevði sjálvandi verið ynski-
ligt, um tað var eitt sindur longri
mill um pierarnar, men tað er sum al-
tíð ein peningaligur spurningur, vís ir
Marius á.
Hóast hetta, kemur tað nærum
ikki fyri, at Sam avlýsir ein túr.
Hetta kann verða gjørt síðsta túr á
kvøldi í ódnarveðri og myrkri á há-
vetri, og talan kanska bert er um ein
einstakan persón sum skal til hús.
- So kunnu vit bara tosa við við-
kom andi, so hann tekur tann næst-
seinas ta túrin, heldur enn tann
sein as ta. Jú, tað plagar eisini at
gan ga, sigur stýrimaðurin.
snorri@sosialurin.fo
Flótandi lívsæðr
SAMFERÐSLA - Tað er eingin ivi um, at Sam er lívsæðrin hjá fólkinum í Kalsoynni. Uttan hetta
ferðasambandið, hevði neyvan verið væl vorðið her, sigur Marius Sørensen, sum er stýrimaður umborð
á strandfaraskipinum Sam, sum røkir siglingina úr Klaksvík til Syðradals á Kalsoynni. - Tey eru altíð
so blíð og fyrikomandi, og tí er tað ein stuttleiki hjá okkum umborð at røkja hesa farleiðina
Sam siglir upp í 8 túrar um
Kals oyar fjørð
um
dagin.
Hetta ger sítt til, at fólk
trívist í oynni og framvegis
vilja verða búsitandi her.
- Ja, tá man tosar um
útoyggja politikk, so hevur
Kals oyg gin við hesum skipi-
num og hesi farleiðini allar
møgu leikar fyri at halda
stikk við fólkatali. Kann
Kals oygg in ikki halda stikk,
so verður trupult hjá øðrum
útoyggj um at gera tað sama.
- Men sjálvandi alt veldst
um ungdómin. Hann vil jú
vera har sum aktivitetirnir
eru og har tað er høgligast at
slep pa til og frá, slær Marius
Søren sen fast.
Og hann leggur aftrat: -
Skal man liva á eini oyggj sum
hes ari, so eru forteytirnar
av gjørt til staðar við hesum
sam bandi num.
Halda
stikk
Var tað ikki fyri góða
ferðasambandið við Sam,
hevði neyvan verið sama
fólkatalið á Kalsoynni. -
Hetta er eitt fínt skip til
hesa farleiðina, og fólk eru
fegin um henda møguleikan
at sleppa fram og aftur við
bili, sigur Marius Sørensen,
stýrimaður sum situr við
róðurpinnin, saman við
Regin, maskinmeistara
SAMBAND
Tá man tosar um útoyggja politikk, so
hevur Kals oygg in við hesum skipi num og hesi
farleiðini allar møgu leikar fyri at halda stikk
við fólkatali. Kann Kalsoyggin ikki halda
stikk, so verður trup ult hjá øðrum útoyggjum
at gera tað sama