Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 Sosialurin Oyggjablaðið Hesa løtuna var føroyskt á tímatalvuni. Onkur las, onkur skrivaði og onnur loystu uppgávur. Á myndini: Uttast vinstrumegin Pætur; fremst á myndini bróðir hansara, Georg og Andrea, og aftast Amanda Í Mikladals skúla ganga hesir sjey næmingarnir – vinstrumegin: Amanda (6. flokkur), Bjørg (4. flokkur), Andrea (2. flokkur), Rannvá (4. flokkur), Gunnvá (4. flokkur), Pætur (4. flokkur) og Georg (1. flokkur) og vikarur teirra, Eyðfinn Hansen. Aftanfyri sæst skúlin – Tað er meiri friðarligt í skúlanum, tí vit eru so fá, siga næmingarnir í Mikladals skúla. Á hesi myndini síggjast Bjørg og Pætur, sum bæði ganga í 4. flokki Ein skúladagur í bygdini M Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Lítli og hugnaligi bygdarskúlin í Mikladali hýsir 7 næmingum og lær ara teirra, sum í løtuni er Eyðfinn Hansen úr Klaksvík. Her ganga tey í skúla fýra dagar um vikuna, og eru fimta dagin í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Enn er ógreitt, hvussu verður við skúlanum í Mikladali. Nógv verður tosað um samanleggingar og størri skúlaøki. Í oynni er ein annar skúli, hann á Húsum, men enn er eingin avgerð tikin í hesum sambandi. FØROYSKT SKÚLABØRNINI TRÍVAST