mikudagur 19. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Trøllanes: Umstøðurnar til jarnsmíð
í dag kunnu ikki samanberast við
tær, ið teir gomlu høvdu.
Nútíðar tøkni og hent arbeiðs
amboð hava gjørt tað munandi
lætt ari hjá hesum handverkarum
at út inna yrkið sítt, bæði skjótt og
væl.
Men nú ætlar Mikkjal Joensen
sær undir eina verkætlan, nevnd
Ecomonusée, har tað gamla hand
verkið skal aftur til heiður og æru –
lið um lið við nýmótans handverk.
– Ja, hetta skal gerast tann fyrsta
jarnsmiðjan sum arbeiðir við opn
um eldi, eins og føroyingar gjørdu
áður, vísir Mikkjal á.
Endamálið er at peppa tað gamla
handverkið upp við essu og grúgvu,
samstundis sum ein sær, at hetta
kann geva pening av sær, – í dag,
eins og áður.
Mikkjal hevur fingið ráðgeving
og stuðul til verkætlanina frá Út
oyggja felagnum og aðrastaðni frá.
– Hetta ger eisini sítt til, at eg
havi betri mót um at verkætlanin
fer at bera seg.
Fjós og handverk
At Mikkjal nú hevur sett sær hetta
stóra og forvitnisliga málið fyri,
kemur ikki av ongum. Hann hevur
í roynd og veru fingist við jarn alt
sítt vaksna lív.
– Eg havi faktist onga útbúgving
sum so, men havi altíð havt áhuga
fyri at skrúva sundur og saman,
eins og so nógvir aðrir dreingir,
greið ir hann frá.
Mikkjal er bóndasonur, og var
hann tann sum annars skuldi taka
yvir garðin frá pápanum. Teir bygdu
í hesum sambandi eitt nútíðar fjós,
sum stendur niðanfyri sethús
hans ara norðast í bygdini. Nógv er
broytt síðani tá, tí í dag eru eingi
neyt í fjósinum, men bert maskinur,
til far og annað.
Í hesum sambandi komu evn ir
hansara sum jarnsmiður til sín rætt:
Tá ein hevur við fjós og mjólka
fram leiðslu at gera, er sjálvandi
neyð ugt at gera umvælingar við
millum bilum.
Men tá ein býr so avsíðis í land
inum sum Mikkjal ger, er ikki so
einfalt ella ódýrt at fáa ein smið at
koma allan vegin norður hagar at
veita teimum eina einstaka tæn
astu.
– So vit gjørdu tað bara uppá
tann mátan, at eg umvældi tað
mesta sjálvur, greiðir hann frá. –
Hetta førdi so aftur við sær, at eg
mátti keypa amboð í hópatali. Og
tey havi eg enn.
Til fyrimunar hjá honum var, at
alt hetta frættist sum vera man, og
so smátt byrjaðu fólk at koma til
hansara við lutum, ið skuldu um
vælast.
Ein dagin kom ein serligur
gest ur á gátt – Olga Biskopstø frá
Útoyggja felagnum. Við sær hevði
hon eitt hugskot, ið hon helt vera
júst tað rætta fyri hann.
Blóð á tonnina
Hugskot hennara var henda verk
ætlanin, nevnd Economusée, sum
hevur til endamáls at Mikkjal skal
kunna arbeiða við opnum eldi, eins
og smiðir áður gjørdu, samstundis
sum hann skal vísa nýmótans
hand verk.
Útoyggjafelagið hevur fyrireikað
seg væl, og hevði útvegað sær eitt
filmsbrot frá eini smiðju í Kanada,
sum arbeiddi eftir eini líknandi
verk ætlan við jarnsmíði. Var hetta
nak að fyri Mikkjal?, vildi Olga hava
at vita.
– Eg dró eitt sindur uppá tað, tí
at tað virkaði eitt sindur innviklað.
Tað sum teir gjørdu har, virkaði at
vera á sera høgum støði, – ja so høgt,
at eg nærum misti pippið, greiðir
Mikkjal brosandi frá.
Nakað seinni ringdi Olga so aftur
til hansara, og bjóðaði honum á
eina ferð til Kanada, har tey millum
annað vitjaðu verksmiðjuna hjá
hes um smiðinum. Her fekk Mikkjal
eisini fekk møguleika at arbeiða
saman við hesum gamla og roynda
manni.
– Nú fekk eg av álvara blóð
uppá tonnina, ikki minst tí at eg
fekk nokk at gera í smiðjuni. Eg
fekk eisini stuðul til at fara víðari
í ætl anini um tað gamla jarnsmíði,
greiðir hann frá.
Og nú er so líkt til, at fyrsti part
ur í hesi verkætlanini kann ger ast
veruleiki. Sum skilst er ætl anin at
fara víðari og seta næstu verk ætl
anina á breddan, tá henda fyrsta er
farin í gongd.
snorri@sosialurin.fo
Gamalt
handverk í
nýggjum sniði
HANDVERK Sigur onkur orðið Trøllanes, so hugsa fólk beinanvegin um landbúnað
og tað sum hoyrir hesi vinnugreinini til. Men seinni í ár fer Trøllanes at koma á
breddan í heilt øðrum sambandi, tá ein nýggj verkætlan fer av bakkastokki.
– Eg gleði meg at sleppa í gongd við hana, sigur jarnsmiðurin, Mikkjal Joensen
Eg dró eitt sindur uppá tað,
tí at tað virkaði eitt sindur
innviklað. Tað sum teir gjørdu
har, virkaði at vera á sera
høgum støði, – ja so høgt, at
eg nærum misti pippið