Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 20

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 38 - 23. februar 2002 Nr. 38 - 23. februar 2002 39 Maskinmeistari søkist til Elfelagið SEV Starvið: Eitt starv sum maskinmeistari á Sundsverkinum er leyst at søkja. Við tað at Sundsverkið er í rakstri alt samdøgrið alt árið krevur starvið, at viðkomandi er til reiðar bæði at átaka sær alt vanligt dagligt viðlíkahaldsarbeiði í samstarvi við manningina á Sundsverkinum annars, og eisini at luttaka sum hjálparmaður (2. maður) á vakt uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Førleikakrøv: Tað er ikki eitt krav, at viðkomandi hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, men kundu vit hugsað okkum, at umsøkjararnir hava í minsta lagi tvey ára maskinmeistaraskúlaprógv ella javnbjóðis førleika. Royndir innan maskinmeistarayrkið eins og full maskinmeistaraútbúgving geva umsøkjarum fyri- munir. Lønin: Lønin verður sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið í 3.ella 4.lønarflokki,alt eftir útbúgving. Starvsaldursstigið í viðkomandi lønar- flokki verður ásett eftir starvsaldri sum maskin- meistari síðani lokið prógv. Nærri upplýsingar: Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Osvald Hansen, verksmeistara á Sundsverkinum ella til Bjarka Hermansen ella John P. Danielsen á skrivstovu okkara í Havn, telefon 311366. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgulig- um ummælum skulu sendast til Elfelagið SEV, Post- rúm 319,FO-110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi hósdagin, tann 28. februar 2002. Tórshavn,tann 21.februar 2002. Elfelagið SEV Frá Maskin- meistarafelagnum Ársaðalfundurin verður á Hotel Hafnia leygardagin 16. mars kl. 1400. Uppskot frá limum at seta fram á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 2. mars. Nevndin Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Ársaðalfundur Ársaðalfundur felagsins verður mikukvøldið 13. mars 2002 kl. 1930. Skrá sambart lógum felagsins. Fundarstaðið verður kunngjørt seinni. Nevndin Frá S&K-felagnum Avloysari til skrivstovustarv S&K-felagið søkir eftir avloysara fyri skrivstovu- fólk, ið skal í barnsburðarfarloyvi. Arbeiði umfatar í høvuðsheitum at upplýsa lim- um felagsins um rættindi og skyldur sambært sáttmálanum og viðkomandi lógum. Tann, ið settur verður kemur at byrja um 1. mars 2002 og er arbeiðstíðin 20 tímar um vikuna,fyrra- partar. Løn sambært S&K-sáttmálanum. S&K-felagið tlf. 316837 · fax. 310451 e-mail: skfelag@post.olivant.fo Ársaðalfundur Ársaðalfundurin hjá Sjúkrasystrafelag Føroya verður leygardagin 9. mars 2002 kl. 1000 á Hotel Føroyum. Morgundrekka fæst frá kl. 930 – 1000. Sjúkrasystrafelag Føroya Dagskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Val av atkvøðuteljarum 3. Góðkenning av dagskrá 4. Góðkenning av starvsskipan 5. Frágreiðing formansins 6. Framløga av rammufíggjarætlan og roknskapi, harímillum ásetan av limagjaldi 7. Innkomin uppskot 8. Val av tveimum grannskoðarum 9. Ymiskt Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tvøroyri Frítíðaravloysarar fyri portørar Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkra- húsarbeiðarar (portørar) frá 13. juni til 30. august 2002. Umframt koyring av sjúkrabili umfatar starvið alt fyrifallandi inni- og útiarbeiði. Tilkallivakt heim- ífrá. Tað er ein fyrimunur at umsøkjarar hava viðkom- andi útbúgving. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Havnar Arbeiðsmannafelag. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og upplýs- ingum um starvsroyndir skal sendast til: Umsjónarmannin Suðuroyar Sjúkrahús Postboks 51 800 Tvøroyri innan 15. mars 2002. Kunngerð um bussrutu Kambsdal-Fuglafjørður Tað verður hervið gjørt kunnugt, at Fuglafjarðar býráð á fundi tann 22. januar 2002 hevur samtykt at fara undir fasta busskoyring við ferðafólki millum Kambsdal og Fuglafjørð. Frá 01. mars 2002 verður koyrt vanligar gerandisdagar mánadfag.fríggjadagar hesar tíðir Av Kambsdali: Úr Fuglafirði: Kl. 07.40 08.10 - 09.30 10.40 - 12.00 12.30 - 14.00 14.30 - 14.50 15.25 - 15.40 16.00 - 16.30 17.45 - 18.30 18.45 - 19.30 20.30 Bussurin støðgar í Fuglafirði omanfyri skúlan, við Keypssamtøkuna og við skýlið við Føroya banka og við handilin hjá Haraldsen. Á Kambsdali verður støðgað við húsini hjá Petur Martin Hansen, við bussskýlið og við miðnámsskúlarnar. Einvegiskostnaðurin fyri vaksin verður kr. 10,00 og fyri børn kr. 5,00. Næmingar, sum skulu hava flutning til og frá skúlunum í kommununi koyra ókeypis. Fuglafjørður, tann 22. januar 2002 Fuglafjarðar býráð NORÐURLENDSKT SAMSTARVSPROJEKT Á LEIKHÚSINUM GRÍMU Leygardagin 23.02 kl. 18.00 Sunnudagin 24.02 kl. 18.00 Mánadagin 25.02 kl. 20.00 Týsdagin 26.02 kl. 20.00 Mikudagin 27.02 kl. 20.00 Atgongumerkir á kr. 100,- fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning Nú bert 5 sýningar afturat! Arbeiði Søkt verður eftir lastbilaførarum at koyra dumpara í samband við tunnilin undir Vestmannasund at byrja 1. mars 2002. P/F I. R. Lastvognar FO-410 Kollafjørður tlf. 421123 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in C M Y K 39 38