Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 21

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 38 - 23. februar 2002 Nr. 38 - 23. februar 2002 41 Studningur til træplanting Vísandi til niðanfyri standandi reglugerð verður studningur veittur. §1. Við heimild í høvuðskonto 6.33.2.10 “Landbúnaðarstuðul”, undirkonto 09 “Træplanting”á fíggjarløgtingslógini, verður ásett, at Jarðarráiðið kann veita stuðul til verkætlan um træplanting treytað av: a) at umsókn um stuðul er skrivað á serligt umsóknarblað frá Jarðarráð- num, har verkætlanin er nærri lýst b) at Jarðarráðið sendir innkomnar umsóknir til ummælis hjá Skógrøkt Landsins §2. Stuðulin, sum veittur verður, kann í mesta lagi svara til 50 % av kostnaði- num av at keypa trøini, ella so langt játtanin røkkur. §3. Stuðul kann latast til verkætlanir, sum hava til endamáls: a) at verja móti jørðoyðing, at røkja og fríðka landslagið, at skapa størri lívfrøðiligt fjølbroytni í Føroyum, sum eisini kann vera eitt amboð í samband við CO2-útlát og CO2-binding, ella b) at tæna samfelagsgagnligum langtíðar áhugamálum annars. Stk.2. Stuðul verður ikki veittur til verkætlanir,sum fevna um plantulendi, ið er minni enn 1.000 m2 til støddar. Stk. 3. Stuðul verður bert veittur um Skógrøkt Landsins frammanundan hevur góðkent samlaðu verkætlanina. §4. Jarðarráðið fyrisitur stuðulin og ásetir upphæddir samsvarandi tí, sum av- sett er á fíggjarløgtingslógini og eftir tilmæli frá Skógrøkt Landsins. §5. Stuðulin fellur til gjaldingar tá trøini eru sett niður,økið stikað av,arbeiðið er sýnað og av Skógrøkt Landsins mett at vera liðugt. §6. Stuðulsmóttarkari hevur upplýsingarskyldu.Í teimum førum tá viðgerð og avgreiðsla av umsóknum er tengd at ivamálum,hevur Jarðarráðið heimild til at krevja neyðugt skjalatilfar. §7. Henda reglugerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umsóknarbløð, ið skulu nýtast, fáast við at ringja á skrivstovu Jarðarráðsins, og skulu umsóknirnar vera Jarðarráðnum í hendi innan 1. mai 2002. Postrúm 50 • R. C. Effersøesgøta 4 • FO-110 Tórshavn tlf. 311180 • fax 311185 • teldupostur: fj@fj.fo Studningur til føroysk húsdýr Vísandi til niðanfyri standandi reglugerð verður studningur veittur. §1. Við heimild í høvuðskonto 6.33.2.10 “Landbúnaðarstuðul”, undirkonto 10 “Føroysk húsdýr” á fíggjarløgtingslógini, verður ásett, at Jarðarráðið kann veita stuðul til verkætlan um føroysk húsdýr treytað av: a) at umsókn um stuðul er skrivað á serligt umsóknarblað frá Jarðarráð- num, har verkætlanin er nærri lýst b) at Jarðarráðið sendir innkomnar umsóknir til ummælis hjá Almennum Royndum og Ráðgeving §2. Stuðul kann latast til verkætlanir, sum hava til endamáls: a) at menna,styrkja ella bøta um einstøku stovnarnar av føroyskum hús- dýrum,til tess at hesir framhaldandi kunnu mynda ein týðandi part av føroyska samleikanum b) at verja og varðveita føroysk húsdýr og teirra serligu eyðkenni,soleiðis at tey ikki forkomast ella fara fyri skeyti. Stk. 2. Stuðul verður bert veittur um Almennar Royndir og Ráðgeving frammanundan hevur góðkent samlaðu verkætlanina. §3. Jarðarráðið fyrisitur stuðulin og ásetir upphæddir samsvarandi tí, sum av- sett er frá fíggjarløgtingslógini og eftir tilmæli frá Almennum Royndum og Ráðgeving. §4. Stuðulin fellur til gjaldingar, tá ætlanin er sýnað og av Almennum Roynd- um og Ráðgeving mett at vera liðugt. §5. Stuðulsmóttarkari hevur upplýsingarskyldu.Í teimum førum tá viðgerð og avgreiðsla av umsóknum er tengd at ivamálum,hevur Jarðarráðið heimild til at krevja neyðugt skjalatilfar. §6. Henda reglugerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umsóknarbløð, ið skulu nýtast, fáast við at ringja á skrivstovu Jarðarráðsins, og skulu umsóknirnar vera Jarðarráðnum í hendi innan 1. mai 2002. Postrúm 50 • R. C. Effersøesgøta 4 • FO-110 Tórshavn tlf. 311180 • fax 311185 • teldupostur: fj@fj.fo Lýsið við brúktum bilum Í Tróndargøtu 29 tel. 318200 Nógv nýtt heimkomið Aftur at fáa: NOA-NOA taskur fleiri litir 118,- ða brúktir bæði privat og á virkjum, fjósum o.a. ALTI 2100 til rúm støddir uml. 50-80 m2 ALTI 2138 til miðal stór rúm uml. 100-150 m 2 ALTI 2214 til rúm støddir uml. 200 m 2 kr.1.895,- kr. 2.095,- kr. 2.995,- SPF. ALTING tlf. 210 298 fax 318 591 Vit senda um alt landið Kirkjubøar kommuna bjóðar við hesum vaskingina av trægólvunum í skúlanum á Velbastað alment út til áhugaði at røkja. Vaskingin fevnir um 245 fermetrar av vanligum trægólvi í skúlanum eftir nærri ávísing frá kommununi m.a. viðvíkjandi slag av sápulúti. Í fyrsta umfari skal vaskast 1 ferð um vikuna, helst fríggjadag, men kommunan tilskilar sær rætt at fremja broytingar hesum viðvíkjandi eftir nærri avtalu partanna millum. Tilboð samsvarandi hesi útbjóðing skulu stílast til Kirkjubøar kommunu, 176 Velbastað og verða kommununi í hendi í seinasta lagi 25. februar 2002 kl. 16.00 Kirkjubøar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomin tilboð ella vraka tey øll. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna á Velbastað á tel 328106, Annfinn Brekkstein, borgarstjóra á tel 215800 ella Petur Juul Jacobsen, skrivara á tel 226458 ÚTBJÓÐING! team 85 • 316511 av vaskingini av trægólvunum í skúlanum á Velbastað -maskinurnar sum halda! • Gravmaskinur –nógv model • Lessarar við óteljandi møguleikum! Vælegnaðar til byggi- virkir, entrepenørar, bøndir, jarðarbrúk o.a. Keyp góðsku – keyp Bob Cat! Sosialurin - 311820 Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008 Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti C M Y K 41 40