Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 26 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Mikkjal Joensen hevur vegna komm ununa staðið fyri um væl­ ing ini, og vóru fólk frá Landsverk og kommununi í síðstu vikuni norð­ uri á Nesi fyri at góðkenna um væl­ ingar arbeiðið. – Sera væl frágingið, og nú eru ein lítil te­køkur, gong og wc, umframt sjálv skúlastovan tøk til tiltøk av ymiskum slagi, upplýsir Dávur Winther, mentanarsamskipari hjá Klaks víkar kommunu. Undan jólum var guðstænasta hildin í skúlanum. Tí sæst eitt altar inni í skúlastovuni, sum varð nýtt í hesum sambandi. Báðir prestarnir í Klaksvík hava havt guðstænastu har. Annars verður guðstænasta hildin í skúlanum í Mikladali, með­ an kirkjan har verður umvæld. Í løtuni verður skúlin á Trølla­ nesi nýttur sum venjingarhøli hjá einum bólki, sum næstan kann kallast multietniskur, tí hesin er settur saman av tónleikarum úr yms um »ættum«: Einum av Viða­ reiði, einum úr Klaksvík, einum av Húsum og einum av Trøllanesi. Annars er ætlanin, at skúlin eis ini skal kunna veita ferðafólki tænastur í summar. Tað skal bera til at seta seg inn at bukka beinini, fáa sær ein bita og tílíkt. Eisini skulu smærri konsertir og tiltøk annnars vera í skúlanum. – Tað er gleðiligt, at ein slíkur bygn ingur, sum hevur so stóran týdn ing fyri bygdina og oynna alla, nú aftur er komin til heiðurs og æru, sigur Dávur Vinther. snorri@sosialurin.fo Aftur til heiður og æru Trøllanes Skúlin á Trøllanesi hevur í nøkur ár verið undir umvæling. Henda er gjørd í góðum samstarvi við Innlendismálaráðið, sum hevur latið stuðul úr ein skipan, ið verður kallað »Stuðul til útoyggjamenning« Skúlin á Trøllanesi er sum nýggjur, nú hann er umvældur og verður brúktur til mong ymisk endamál Mynd: Dávur Winther sUM nÝGGJUr Síðani á vári í fjør hevur Sosial­ urin havt Oyggja blaðið sum eitt eykablað í hvørjum miku­ dagsblaði. Her hava vit vitjað kring oyggjarnar, eins og vit hava tikið upp ávís viðkomandi evni, so sum veiðu, føroyska framleiðslu, bilar, fiskivinnu og bøkur. Við hesum Oyggjablaðnum fara vit undir eina nýggja rund­ ferð kring oyggjarnar, sum í stóran mun fylgir 7. breiddarstigi á heims atlasinum. Vit hava valt at kalla rund­ ferðina »Føroyar – norðast til sunnast«. Ætlanin er at vitja flestu bygdir og oyggjar, ið liggja nær hendis hesum ása hetta kom andi árið. Ferðin byrjar nú á Trølla nesi og Mikladali, og í næstu viku verður vitjað í Sandoynni. Góðan lesihug. Norðast til sunnast við Oyggja blaðnum alTar Skúlin verður brúktur til mong ymisk endamál, millum annað til gudstænastur Mynd: Dávur Winther