Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 Sosialurin Seinastu tíðina hava fjøl­ miðlarnir sett sjóneykuna á, um okkara sjúkrahús fylgja og útinna fakligu tilmælini frá Heilsustýrinum ella ikki. Eftirfylgjandi kjakið hevur borið brá av einari óhepnari polarisering millum sjúkrahúsini, sum í dag meira enn nakrantíð, skulu samstarva og samskipast. Sum landsstýrismaður í heilsumálum skal eg sláa fast, at ongin ivi skal verða um, at okkara heilsuverk altíð strembar eftir at fylgja fakligum tilmælum frá danska Heilsustýrinum. Tað er tó ein sannroynd, at tilmælini frá Heilsustýrinum ofta byggja á størri sjúkra­ hús, sum hava eitt upptøku­ øki á 200–400.000 íbúgvar. Tá tað einans búgva 50.000 fólk í Føroyum, er viðhvørt neyðugt at tillaga heilsu­ fakligu tilmælini til okkara viðurskiftir. Bráðfeingismóttøkan á Landssjúkrahúsinum Landssjúkrahúsið er okkara meginsjúkrahús og hevur eina bráðfeingistilbúgving samsvarandi tilmælini um bráfeingismóttøku hjá Heilsu­ stýrinum á tí sum nevnist “hovedfunktionsniveau”. Landssjúkrahúsið hevur tilmæltu útgerðina og til­ mæltu serlæknarnir á vakt. Tað er rætt, sum m.a. Jákup Petersen, lækni hevur ført fram, at sambært Heilsustýrinum, so skulu serlæknarnir hava vakt inni á sjúkrahúsinum heldur enn at hava tilkallivakt. Um føroyskir serlæknar skuldu havt vakt inni á okkara sjúkrahúsum alt samdøgrið, hevði verið neyðugt, at vit høvdu í minsta lagi tvífalt so nógvar serlæknar, sum vit hava í dag. Tað er ikki møguligt at fáa fatur á so nógvum læknum, og tað hevði eisini økt kostnaðin av okkara heilusverki við fleiri tíggju­ tals milliónum. Tí hava vit valt at tillaga hesa skipan til føroysk viðurskifti soleiðis, at serlæknarnir, heldur enn at hava vakt inni á sjúkra­ húsinum, eru á tilkallivakt heimanífrá, haðani teir altíð eru tøkir at møta á sjúkrahúsinum eftir stuttari løtu, um tørvur verður á tí. Eisini vælvirkandi bráðfeingismóttøka á smærru sjúkrahúsunum Er fjarstøðan hjá borgarum til eina bráfeingismóttøku stór, letur Heilsustýrið upp fyri møguleikanum at skipa bráðfeingismóttøkur, ella sum tey kalla tað “det nære tilbud”, sum taka sær av minni kompliseraðum skað­ um. Soleiðis eru sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy inn­ rættaði. Teir flestu bráðfeingis­ skaðar eru minni kompli­ seraðir, sum uttan stórvegis trupulleikar kunnu avgreið­ ast á Klaksvíkar­ og Suður­ oyar sjúkrahúsi. Er talan um størri skaðar, har Klaks­ víkar sjúkrahús ikki hevur neyðuga útgerðina ella serlækna á vakt, so er tað rætt, at sjúklingarnir skulu vísast beinleiðis til Lands­ sjúkrahúsið, um ikki fakliga verður mett neyðugt at fara inn á Klaksvíkar sjúkrahús at stabilisera sjúklingin fyrst. Sama meginregla er galdandi í Suðuroynni, men har er stóri munurin tann, at ikki er koyrandi til Landssjúkrahúsið, og fara allir sjúklingar tí fyrst inn á Suðuroyar sjúkrahús og verða síðani fluttir víðari við tyrlu um neyðugt. Visiteringin av sjúk­ linginum fer fram á tele­ fonnummarið 1870, av kommunulæknaskipanini og av portørum. Eftir tí, ið eg havi fingið upplýst, so virkar visiteringin væl. Hinvegin, um tað er rætt, sum Hans Jákup Simonsen, yvirlækni segði í Degi & Viku, at onkur sjúklingur fer inn á Klaksvíkar sjúkra­ hús, sum hevði havt best av at farið beinleiðis á Lands­ sjúkrahúsið, so er neyðugt, at allir viðkomandi partar seta seg niður og endurskoða hendan partin av okkara skipan, so hon verður enn betur. Trý samskipað sjúkrahús Tað er ásett við sjúkrahús­ lógini, at í Føroyum skulu vit hava trý sjúkrahús, nevniliga Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Hetta er útgangsstøðið. Aðalmálið hjá mær sum landsstýrismaður er at tryggja, at tænastan til sjúklingin er á fakligum høgum støði og er løgd til­ rættis á skynsaman hátt, so sjúklingurin kann fáa eina trygga og góða viðgerð. Suðuroyar sjúkrahús er í eini serstøðu. Hetta orsakað av, at Suðuroyggin, ið er ein fólkarík oyggj eftir føroyskum málistokki, er tann oyggin, ið liggur longst burtur frá meginøkinum. Eg haldi, at tað er ein skylda hjá einum vælferðarsamfelagi at tryggja, at øll hava eina góða heilsutænastu, sum tey kunnu kenna seg tryggan við. Tí er neyðugt at skipa umstøðurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi soleiðis, at læknar kunnu støðast í oynni. Av hesi orsøk tók eg stig til at seta eina skipan við forvakt á Suðuroyar sjúkrahúsi, umframt at eg tryggjaði, at narkosulækni er tøkur á sjúkrahúsinum. Viðurskiftini millum Klaksvíkar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið eru broytt, síðani vit fingu fast samband millum Norð­ oyggjar og meginøkið. Nú ber í nógv størri mun til at samskipa virksemið millum sjúkrahúsini, har hetta er fakliga og fíggjarliga ráðiligt, og broytingarnar um árs­ skiftið eru ein liður í hesi tilgongd. Men ferðslan er ikki einvegis til høvuðsstaðin. Gaman í er føðideildin savnað á Landssjúkrahúsinum, men samstundis verður nýtt ryggambulatorium sett á stovn í Klaksvík. Harumframt er eisini fyrsta stóra fetið, at skapa eina landsumfatandi endurvenjingareind, tikið við at uppraðfesta økið við knappari millión. Urologiin Sum er, verður urologitæn­ asta veitt lutvíst í Klaksvík, í Havn og lutvíst uttanlands. Tað hevur verið mett, at urologiin kundi verið betur samskipað, og í hesum sambandi heitti Heilsumála­ ráðið á føroyskan urolog um at lýsa økið og meta um, hvussu tænastan kundi samskipast betur. Hetta er gjørt, og arbeitt verður nú víðari við málinum í Heilsumálaráðnum. Tað er týdningarmikið, at avvarðandi partar verða hoyrdir væl og virðiliga, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin. Endaliga av­ gerðin kemur at taka atlit til trygdina og tænastuna til sjúklingin og ikki atlit til politikarar, sum rópa hart, tí teir nú vilja draga okkurt til sín. At enda Í Føroyum hava vit eitt sjúkrahúsverk. Eitt sjúkra­ húsverk, sum virkar á trimum matriklum. Á øllum trimum sjúkrahúsum hava vit dugnalig og vælútbúgvin starvsfólk, sum eg eri bæði errin av og havi álit á gera eitt megnararbeiði. Haldi, at sjúklingarnir vita hetta og kenna seg tryggan í teirra hondum. Uppgávan er at gagnnýta starvsfólkaorkuna á skilabesta hátt. Eg fari at enda við einari áheitan um, at vit mugu gevast við at laga høgar garðar millum sjúkrahúsini og heldur at lyfta í felag, so tey fáast at virka sum ein eind. Tá fáa vit bestu tænastu burturúr tilfeinginum, og vinnarin verður tann rætti, nevniliga sjúklingurin. Kjak Aksel V. Johannesen landsstýrismaður í heilsumálum Sjúklingurin í fokus! Vit mugu gevast við at laga høgar garðar millum sjúkrahúsini og heldur at lyfta í felag, so tey fáast at virka sum ein eind. Tá fáa vit bestu tænastu burturúr tilfeinginum, og vinnarin verður tann rætti, nevniliga sjúklingurin