mikudagur 19. januar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
28
Sosialurin
Í farnu viku varð Norðlýsið
borið í hvørt hús. Vit, sum
altíð við størsta áhuga fylgja
við, hvussu gongst í Norð
oyggjum, serliga hjá vinnu
lívinum, sóu beinanvegin, at
talan var ikki um eitt vanligt
Norðlýsi. Talan var um eitt
propagandablað fyri leiðsl
una í Klaksvíkar kommunu
og nøkur sera snævurskygd,
lokal sjónarmið. Blaðið var
samstundis í høvuðsheitum
fíggjað
av
lýsingum
frá
kommununi
og
kommu
nalum stovnum og harvið ein
avbera sjáldsom ávís. Seinni
er so komið fram, at blaðið
var eitt beinleiðis átak frá
leiðsluni í Klaksvíkar býráð.
Eg skal ikki gera meira
burturúr prinsippinum við
slíkum blað, bert vísa á, at er
tað soleiðis, mann vil branda
lokalsamfelagið, so tænir ein
slík landsfevnandi herferð
átakinum til lítlan sóma,
tí innihaldið er so lokalt,
at Føroya fólk helst fær ta
fatan, at fyri hesi finst eingin
heimur uttan fyri lokalu
ostaklokkuna í Klaksvík.
Útjaðaramenning?
Mesta skrivingin í hesum blað
er ein uppgerð við høvuðs
staðin, hóast Havnin sum
kommuna ella høvuðsstaður
einki hevur við viðgjørdu
málini at gera. Blaðið átalar
”almennum
starvsfólkum
og journalistum í Havn”
(hóast mong av hesum eru
klaksvíkingar og norðingar),
og nú hava ”allir partar” í
høvuðsstaðnum allierað seg
í eini herferð móti øllum
uttan fyri Havnina. Hetta er
niðurstøðan eftir eitt fakligt
álit, sum verður blankt av
víst, tí tað er skrivað av
”almennum starvsfólkum í
Havn”.
Slík
skriving
er
sera
óheppin, tí tá høvuðsargu
mentið móti eini fakligari
avgerð er, at tey, sum hava
tikið hana, búgva í Havn,
so kann úrslitið bara blíva
runukast av tí mest primitiva
slagnum.
Samfelagsliga
høvuðs
endamálið kann ikki vera
at lívga ávísum økjum, men
at vit sum samfelag fáa
best
møguligar
tænastur
fyri minst møguligar skatta
krónur – altso at vit taka sam
felagsbúskaparlig og faklig
atlit. Í einum burðardyggum
regionalpolitikki
eigur
endamálið at vera at leggja
aftrat verandi heldur enn
at taða sundur fyri at taða
sundur uttan atlit til dygd
fyri samfelagið alt. Men
tað er nóg trupult at hava
dygdartænastur
í
einum
fáfólkaðum landi sum okkara
sum er, men at hava dupult
og trýdupult av øllum er
ógjørligt og hevur einki við
útjaðaramenning at gera.
Útjavning?
Ein afturvendandi pástandur,
hesaferð í oddagreinini, er,
at útjaðaraøkini vikna, ”tí
tey gjalda alt ov nógv til
tað kostnaðarmikla høvuðs
staðarøkið”. Tað er, sum at
hesin pástandur á ein ella
annan hátt heldur lív í runu
kastingini. Pástandurin er
bara ikki sannur og ongar
kanningar
stuðla
hesum
uppáhaldi. Eitt ”argument”
skal vera, at almenn størv
eru fólksins ogn og tí ein
pulja, býtast skal javnt av
desentralt. Tí hava vit einki
ímóti, um býtið er neyðugt
og rættvíst. Men so mugu
vit býta fiskiríkidømið eftir
somu prinsippum. Eg ivist,
um tað kravið hevði verið so
væl móttikið.
Vit vita samstundis, at
fleirtalið av ungdóminum vil
útbúgva seg í høvuðsstaðnum.
Útbúgvingarliga kappast vit
ikki við Klaksvíkina, men
við útlandið. Vit vita frá
kanningum, at yvir sjeyti
prosent av teimum, sum
lesa uttanlands, men ætla
sær heimaftur, ynskja at
búgva í Havn. Vit eiga tí at
gera okkara samfelag so
attraktivt sum til ber fyri
tey, sum búgva her, eins og
fyri tey sum kunnu hugsast
at búseta seg her. Í hesum
arbeiði skal høvuðsstaðurin
ikki kappast við Klaksvíkina.
Høvuðsstaðurin skal hinvegin
tryggja, at Føroyar kunnu
kappast við metropolarnar
í grannalondunum um hesar
fortreytir – og soleiðis eisini
um tey komandi ættarliðini.
Høvuðsstaðurin á odda
Vit eiga øll høvuðsstaðin.
Hann eigur avgerandi leik
lutin at ganga á odda í vinnu
ligu, búskaparligu, mentan
arligu og sosialu menningini
í Føroyum, og hann tænir
øllum føroyingum. Vit vilja
tí eisini samstarva við lands
politikkarar, aðrar komm
unur og allar føroyingar um
at menna samfelagið.
Ágangurin
á
Havnina
vísir okkum fyrst og fremst,
at mong als ikki hava skilt
boðskapin um, at tá Havnin
hevur tað gott, hevur restin
av Føroyum tað gott. Er
ikki framgongd og vøkstur í
Havnini, so er afturgongd í
Føroyum.
Skulu Føroyar yvirliva og
mennast sum land og standa
seg í altjóða kapping eftir
vitan og tilfeingi, er neyðugt
at
sleppa
stuttskygdum
ætlanum sprotnar úr lokal
um ørvitiskapi, sum fyri
samfelagið kosta tað tvífalda
og tvingar okkara ungu fólk
av landinum at nema sær
útbúgvingar. Og tað sum
verri er, eftir lokna útbúgving
er torført at fáa nøktandi
fakligar avbjóðingar, tí hesar
finnast í lítlan mun í smáum
desentralum eindum.
Kjak
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Lokalpolitisk herferð í Norðlýsinum
Helena Samuelsen
Dømi 1
Á nøkrum stovnum fyri gomul og brekað fáa
fólk pensión, á øðrum fáa tey lummapengar.
At mannamunur verður gjørdur á fólki í
somu støðu, er ikki virðiligt. Rósa hevur sæð
tað óvirðiliga í hesum.
Dømi 2
Sálarliga sjúk og sálarliga menningartarnað
fólk hóska ikki væl saman. Fólkini skilja
ikki hvør annan. Hetta er einki nýtt. Í
sjeytiárunum gjørdi Árni Olsen, yvirlækni,
hetta greitt. Á Eirargarði 1416 kom í 1980 ein
bústovnur til sálarliga menningartarnað fólk.
Tað var tikið atlit til tey fólk, sum komu har
at búgva. Men tað var eisini tikið atlit til tey
sálarliga sjúku, sum frammanundan vóru á
økinum. Í dag er øðrvísi. Eitt stórt hvítt skelti
á veg inn í húsini á Eirargarði 1416 vísir á,
hvør húsast har. Skeltið sigur frá, at tað
hvørki er tikið atlit til tey menningartarnaðu
ella sjúku. Alt er samanblandað. Rósa má fara
at rudda.
Dømi 3
Í Sandavági eru tvey sambýli, har sálarliga
sjúk
fólk
búgva.
Men
eingin
vardur
verkstaður. Í Sørvági er vardur verkstaður
til sálarliga menningartarnað fólk. Nú hava
øll fingið arbeiðstilboð á sama verkstað.
Rósa hevur varnast tað og hevur ætlað sær
at rudda har.
Dømi 4
Tey fólk, sum í dag eru í nítiárunum, høvdu
ikki sítt egna kamar sum børn, heldur svóvu
fleiri systkin í somu song. Vit, sum í dag
eru í sjeytiárunum og standa og banka upp
á dyrnar á ellisheimum, fara ikki at vera
so væl nøgd við alt sum ættarliðið undan
okkum. Vit eru von við rásarúm, egna teldu,
sjónvarp osfr. Minstamark verður, at vit fáa
egið kamar, tá umstøðurnar verða so, at vit
mugu flyta á stovn at búgva. Rósa er farin til
verka. Eitt búfólk í hvørjum kamari.
Onnur dømi eru, men lat hetta vera nóg
mikið.
Niðurstøða
Har nógv órudd liggur, er óarbeiðsligt. Tí
má Rósa Samuelsen rudda fyri sær og fáa
arbeiðsfrið, annars fær hon einki burturúr.
Rósa ruddar
Nógv órudd hevur hópað seg upp á arbeiðsleiðini hjá Rósu Samuelsen,
landsstýriskonu. Hon er farin at rudda. Og vit eru nógv, sum stuðla henni