mikudagur 19. januar 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
Sosialurin
L
ivir tú nóg leingi, verður tú kongur av
Sviaríki, sigur eitt gamalt orðatak, og livir
tú nóg leingi, upplivir tú við vissu eisini, at ein
føroyskur banki fer á heysin, og at goragangur
stendst av húsaganginum millum føroyskar
og danskar myndugleikar. Tey, sum upplivdu
bankakreppuna í 1992, høvdu ikki ímyndað
sær, at tann orrustan skuldi endurtaka seg í
bræði, tí av álvarsligum smeitum eiga øll jú
at læra. Men hvørki føroyskir ella danskir
myndugleikar lærdu nakað sum helst av
kreppuni í 1992. Bara 18 ár seinni slapp Eik
Banki at fara á heysin, og tá hann fór, vistu
føroyskir myndugleikar akkurát líka lítið
sum í 1992. Vórðu uppringdir eitt sunnukvøld
við kravboðum um at seta pengar í Eik, tí
Fíggjareftirlitið, sum skuldi fyribyrgt, at
bankin slapp at renna seg um koll, fór at
virka sum avpressari og uppruddari saman
við Fíggjarligum Støðufesti.
Hvat er tað ikki býttisligt, at søgan skal
sleppa at endurtaka seg á hendan hátt,
og hvat er tað ikki óskiljandi, at politiska
skipanin í Føroyum ferð eftir ferð setir
seg í eina støðu, sum ikki bara er óvirðilig,
men eisini púra óforsvarlig fyri land og
fólk. Summi hava sagt, at kreppurnar stýra
Føroyum, tí tá verða stórar avgerðir tiknar,
og millum kreppurnar hendir so onki av
týdningi. Pilkað verður í smámálum, og ongi
yvirskipað mál verða loyst við tí í hyggju at
tryggja landinum nøktandi skipanir. Men
ofta hava kreppurnar heldur ikki við sær, at
skipanir verða mentar at stýra landinum á
nøktandi hátt, so borgararnir kunnu sleppa
undan, at ókendir slipsamenn koma higar
at hótta við at broyta karakter. Eftir 1992
tryggjaðu føroyskir politikarar sær jú als
onki innlit í føroysk bankamál ella ávirkan á
eftirlitið við bankunum. Alt slapp at liggja í
andaleypi sum fyrr.
Uppruddarar og hartarar
Men hvussu hevur so danska fíggjareftirlitið,
ið jú er máttmikil myndugleiki í Føroyum,
roynst sum fyribyrgjandi eftirlit við føroysku
bankunum? Serstakliga illa. Øll kenna
bankahúsagangin í 1951, tá Sjóvinnubankin
legði ov nógv egg í somu kurv og at enda
fór av knóranum. Tað var so, hvat tað var,
og tá í tíðini var ógvuliga nógvur politikkur
í
viðurskiftunum
millum
Føroyar
og
Danmark, ikki minst tí Thorstein Petersen,
formaður í Fólkaflokkinum, var stjóri í
Sjóvinnubankanum. Men hvussu hevur
verið í nýggjari tíð? Ja, Sjóvinnubankin og
Føroya Banki sluppu at blæsa seg so nógv
upp í 80'unum, at teir at enda koppaðu. At
bankamálið ta ferðina menti seg til eina
velduga uppgerð millum Føroyar og Danmark,
var júst ein avleiðing av, at ábyrgdin var ikki
á føroyskum hondum, at føroyingar kendu
seg forsmáddar og hildnar uttanfyri, meðan
danskir myndugleikar høvdu valdið og
virkaðu sum formanandi uppruddarar og
niðurlátandi yvirvøld.
Vit minnast jú, at danska fíggjareftirlitið
eisini var myndugleikin, sum syrgdi fyri,
at Fossbankin varð latin aftur. Seinni kom
fram, at bankin helst als ikki var insolventur.
Men hvør mótmælti? Ógvuliga fá. Vit hava
deponerað allan avgerðarrætt í bankamálum
til fólk, sum als ikki hava kenslur, skil ella
áhuga fyri føroyskum samfelagslívi, og tí er lag
á manni uttan ábyrgdarkenslu fyri føroyskum
borgarum at sita í Keypmannahavn og hála
stikkið úr føroyskum bankum, eisini tá teir
ikki eru insolventir. Í september 2010 sóu vit
so enn eitt dømi um ta meiningsleysu støðu,
vit eru í. Danski myndugleikin hálaði stikkið
úr Eik Banka, helt uppá, at ongin kundi keypa
føroyska partin burtur úr samtakinum, og
setti seg at hótta allar føroyingar við báli og
brandi. Hvar var eftirlitið, tá leiðslan í Eik
skuldi setast upp á pláss, so støðan kundi
verið fyribyrgd? Ongin veit, og ongin spyr, tí
vit kíka øllum, sum danskir myndugleikar og
serliga Jørn Astrup Hansen siga. Gneggja av
fagnaði um retorisku gávurnar.
Føroyskir serfrøðingar
Í mangar mátar eru vit føroyingar eitt
merkiliga sjálvpínandi fólkaslag, ið drítur illa
í egið reiður. Ímynda vit okkum, at eftirlitið
við Eik var føroyskt, so er neyvan nakar ivi
um, at øll tíðindi í øllum miðlum høvdu verið
sprenfull av atfinnandi innsløgum og greinum
um, hvussu vánaligt tað var, at føroyska
eftirlitið ikki fyribyrgdi húsaganginum. Hygg
bara at, hvussu Skráseting Føroya er viðfarin
í sambandi við Eik-grunnin. Men hvør hevur
nakrantíð sett danska fíggjareftirlitinum ein
kritiskan spurning um forsømda eftirlitið við
Eik? Ikki eitt menniskja. Og hví? Er tað ikki
loyvt at føra fram kritikk, tá myndugleikin
er danskur? Tað er tað sjálvandi. Veruleikin
er, at tey einastu, sum við hollari vitan um
bankarnar sjálvar, føroyska samfelagið og
viðbreknið í føroyska búskapinum kunnu
hava eitt nøktandi eftirlit við bankunum,
eru føroyingar sjálvir. Føroyingar kenna
søgunnar mistøk á egnum kroppi og kunnu tí
seta fíggjarmarknaðinum tey krøv, ið setast
skulu at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg.
Summi siga, at tílíkum eftirliti hava
føroyingar ikki skil fyri, tí hetta duga bara
danskarar og klókir menn í stórum londum.
Sovorðið søgdu føroyingar ivaleyst eisini,
áðrenn teir fingu egna skattaumsiting.
Men í dag líta vit væl og virðiliga á, at
TAKS tekur akkurát so nógvan skatt, sum
loyvt er at taka av okkara lønum. Vit líta
eisini á, at okkara apoteksverk framleiðir
heilivág, sum er forsvarligur at taka, og at
føroyska eftirlitið við matvørum, alivinnu
og umhvørvi er í lagi. Um vit líta á alt hetta,
hví skulu vit so ikki eisini kunna líta á, at 8-10
fólk í einum føroyskum fíggjareftirliti knýtt
at t.d. Landsbankanum duga at ansa eftir
fýra smáum bankum? Tílíkt eftirlit er ikki
rakettvísind, og tað er heldur ikki so fløkt
at fáast við banka, at føroysk bankafólk ikki
sjálv megna at stýra øllum bankaskipanum
frá ovast til niðast. Hví skulu vit so ikki duga
at hava eftirlit við bankunum eisini? Ongin
kennir betur enn føroyingar váðarnar, ið
føroyskir bankar hava, hvørjum umstøðum
teir virka í, og hvørji politisk krøv tí skulu
setast teimum. Men higartil hevur politiska
skipanin ikki hildið hetta. Hon hevur als ikki
torað at hugsað tankan.
Fordómar og avmakt
Jørn Astrup Hansen hevur sagt við Børsen,
segði ein journalistur á Børsen við útvarpið, at
tað er ikki fyri børn at reka banka í Føroyum,
tí fiskivinnan er so váðafull vinna at fíggja.
Hugsar hann um Fiskavirking, so var tað bara
ein skeiv bankaavgerð, at Eik yvirtók felagið
frá Kaupthing. Bankin kundi bara latið vera.
Annars er hendan útsøgnin um fiskivinnuna
ein fordómur, ið ikki heldur meira. Um
Børsen og danska fíggjareftirlitið hyggja at
útlánssamansetingini hjá BankNordik, ið
fleiri ferðir hevur verið løgd fram alment,
síggja tey, at útlán til fiskivinnuna umboða 5
prosent. Nógv tey flestu útlánini annars eru
trygg útlán til sethúsaeigarar og støðugari
vinnur enn føroysku fiskivinnuna. Men
vit verða hildin føst í hesi skeivu fatan, at
føroyskir bankar eru ússaligir, tí føroyskir
tíðindamenn ringja til ein óvitandi danskan
journalist at spyrja, hvat Jørn Astrup Hansen
hevur sagt um fiskivinnu og bankar. Hvat við
at lesa roknskapirnar í staðin? Nei, nei. Vit
lata onnur hugsa fyri okkum, lat onnur hava
eftirlitið og lata onnur útleggja veruleikan.
Men skal hetta halda fram? Havi bara
hug at seta spurningin, tí tað kann rætt og
slætt ikki passa, at tá bankakreppur taka seg
upp, so skulu vit morgun og kvøld hoyra ein
avmaktaðan føroyskan fíggjarmálaráðharra
vísa á, at hann hevur verið á fundi við ein
danskan ráðharra og fingið ov lítið at vita.
Áh dú, tað er synd. Men hann hevur altso
sjálvur skyldina í hesum, tí hann hevur ikki
ment nakra skipan, sum ger, at hann altíð
er fult og heilt upplýstur. Tað kann heldur
ikki vera rætt, eins og Jørgen Niclasen
hevur víst á, at frekir danskir uppruddarar
skulu hótta føroyskar myndugleikar fýra
ferðir í fýra mánaðir eftir pengum til ein
neyðlíðandi banka. Og tað kann so als ikki
passa, at sambandspolitikarar eins og á
einum jublandi vekingarmøti í samskipaðum
lesarabrøvum skulu meina í álvara, at tað
heila er bara ok. Tað er tað ikki, og nú er
stundin altso komin at tryggja, at Føroyar
fáa nøktandi eftirlit við bankunum - fyri
at tryggja føroyska samfelagið ímóti fleiri
hóttaføllum.
Kronikk
Uni Arge
Fýra bankar falnir undir verandi eftirliti
Seinastu 18 árini eru Sjóvinnubankin, Føroya Banki, Fossbankin og Eik Banki slopnir at renna seg um koll,
hóast danska fíggjareftirlitið skuldi havt neyvt eftirlit við teimum. Eftir øllum at døma fer Fíggjareftirlitið
einans til verka, tá bankarnir longu eru falnir, og virkar tí sum uppruddandi myndugleiki heldur enn
fyribyrgjandi eftirlit. Hetta má elva til sjálvrannsakan í politisku skipanini í Føroyum. Tá vit hava álit á at
hava egna skattaumsiting og heilivágsframleiðslu, hví so ikki hava álit á at hava egið bankaeftirlit?