mikudagur 19. januar 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
30
Sosialurin
Kjak
Eyðgunn Samuelsen
løgtingskvinna og býráðslimur
Í vikuni kom Norðlýsið út
í hvørt húski í Føroyum.
Innihaldið vóru nakrar lýs
ingar, nakrar greinar um
Klaksvíkar
Sjúkrahús
og
ein oddagrein um støðuna í
Javnaðarflokkinum. Kenni
meg noyddan at gera nakrar
viðmerkingar.
Leiklutur
Klaksvíkar býrað
Týsdagin seinnapart fáa vit
býráðslimir ein teldupost
frá borgarstjóranum, um at
eitt serblað av Norðlýsinum
skal, í samráð við Klaksvíkar
kommunu, sendast út í hvørt
húski í Føroyum. Orsøkin til
blaðið er tann ágangur, ið
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur
verið útfyri í miðlunum. Um
vit, sum býráðslimir hava
hug at skriva í blaðið, so skal
hetta tilfar vera blaðnum í
hendi kl 17 dagin eftir.
Eg setti meg í samband
við hinar flokkarnar í minni
lutanum fyri at vita, hvørja
støðu tey høvdu til hetta
“hovsa” tiltak, og um tey fóru
at skriva í blaðið. Fekk onki
svar uttan at tey visti onki
um hetta.
Sendi síðan teldupost til
býráðið, har eg spurdi hvat
endamálið var við blaðnum
og skeyt upp, at býráðið saml
að kundi viðgera spurningin
um Klaksvíkar sjúkrahús og
orða eitt felags skriv. Í mín
um hugaheimi hevði tað víst
styrki, um eitt samlað býráð
hevði eina felags støðu. Síðan
spurdi eg, hvønn fíggjarligan
leiklut býráði hevði í hesum
blað. Tað átti eitt proff býráð
at gjørt og spurdi hvat øk
leiklut kk hevði.
Fekk svar frá býráðnum
morgunin eftir, at hetta
átak, hóast ófyrireikað, var
ein góður máti at kasta ljós
á Klaksvíkina og tey tilboð,
ið býurin hevur at bjóða.
Fíggjarliga
var
tað
bert
nakrar lýsingar, ið høvdu
farið í vanliga blaðið. Eg
ávarðaði ímóti, at vandi var
fyri at býráðið óbeinleiðis
kom at leggja navn til eitt
innihald, sum kundi verða
óheppi, tá ið man ikki visti,
hvat stóð í blaðnum annars.
Tíverri fekk eg rætt.
Klaksvíkar Sjúkrahús
At Javnaðarflokkurin ikki skal
vilja verja og útbyggja Klaks
víkar Sjúkrahús, sum er undir
tónin í flestu av greinunum í
blaðnum, er so langt úti og so
lítið í familju við veruleikan, at
eg havi ikki orð fyri tí. Vænti
at bæði starvsfólk á Klaks
víkar Sjúkrahúsi og borgarar
í Klaksvík vita betur.
Lýsingar frá
Klaksvíkar Kommunu
goldnar av øllum
borgarum í Klaksvík
Blaðið inniheldur góðar 6
heilar síður av lýsingum
frá Klaksvíkar Kommunu.
Veit at tað kostar nógvan
pening at senda eitt blað út
í hvørt hús í Føroyum, so
neyvan
hava
lýsingarnar
verið ókeypis. Eitt er, um
tað er fíggjarligt umhugsni
at brúka so nógvan pening
í einum. Annað er, um ein
hevur hugsað um, hvat tað er
ein betalir fyri, og ikki minst
leggur navn til.
Sjálvt um Fólkaflokkurin
ræður fyri borgum í Klaks
vík, so er í hvussu so er
borgarstjórin, tá ið hon er
vald, borgarstjóri fyri allar
borgarar í hesum býnum.
Tí er tað átaluvert at nýta
skattaborgarans pening til
eina
slíka
partapolitiska
herferð, har ein ikki so lítil
partur av borgarnum kann
kenna seg stoyttan. Haldi
at man eigur at verða meira
umhugsin við, hvussu man
brúkar tann pening, ið vit øll
gjalda til kommunukassan
fyri at fáa góðar tænastur í
býnum. Serliga tá ið hugsað
verður um, hvussu høgur
kommunuskatturin er, og
hvussu
fíggjarliga
hart
kroystir nógvir av okkara
borgarum eru.
Oddagrein um
Javnaðarflokkin
At Norðlýsið tilskilar sær
rætt til at greina, hvussu
Javnaðarflokkurin og enntá
fleiri navngivinir persónar
í flokkinum eru, tað hava
teir sjálvandi rætt til. Teir
hava eisini rætt til, at taka
støðu fyri Gerhard og skriva
eina langa verjurøðu fyri
hann. Men at teir koma til
ta niðurstøðu, at Javnaðar
flokkurin má koma aftur á
beint og aftur fara at arbeiða
fyri javnstøðu millum menni
skjur og økir í landinum, tá
haldi eg teir fara eitt sindur
lætt um sannleikan.
Álvaratos, hygg at Norð
oyggjum hetta valskeiðið. Er
tað ikki Javnaðarflokkurin,
ið hevur:
Lagt Heilsutrygd í Klaks
vík, skipað nýggja matvøru
útbúgving, skipað maritiman
depil,
uppraðfest
endur
venjing og játtað pening til
ryggambolatorii. Bara fyri at
nevna nøkur dømir.
Úrslitini tala fyri seg,
men tá ið veruleikin skal
kroystast
niður
í
eina
ónøgd við at føðideildin er
niðurløgd, tá verður man
noyddur at lata eyguni og
oyru aftur, fyri at fáa alt at
passa saman. Umvent kundi
eg spurt Norðlýsið, hvat
hava Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin lagt niður í
Klaksvík, kanska blaðið kundi
lýst henda spurningin.
Bjørn Kalsø og Jákup
Mikkelsen hava sjálvir trýst
á grøna knøttin.
At
tveir
løgtingslimir,
Bjørn Kalsø og Jákup Mikkel
sen, ið báðir sita í samgongu,
nú gera sær dælt av støðuni
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
og royna at tváa hendur er
átaluvert. Hesir báðir politik
arar, sum dag og dagliga júka
um at skerja tað almenna,
og at øll mugu spara, latast
nú sum um, at teir als ikki
ynskja sparingar. Hetta er ein
sera bíligur máti at skora sær
nøkur politisk poeng. Hallið
á fíggjarlógini er oman fyri
hálva milliard, og miðlarnir
hava ikki manglað lesarabrøv,
har teir báðir hava ført fram,
at Javnaðarflokkurin ikki
vil spara. Tað er rætt at Javn
aðarflokkurin hevur mutað
ímóti skilaleysum sparingum
og pleniklipparanum, sum
hesir báðir, av onkrari orsøk,
eru so glaðir fyri at brúka.
Í veruleikanum kann man
takka
Javnaðarflokkinum
fyri, at heilsuverkið og m. a.
Klaksvíkar Sjúkrahús ikki
lá í skeljasori orsakað av
sparingunum, ið hesir báðir
fegin vildu hava framdar.
Vit bardust í vikur fyri at
fáa
lønarendurgjald
fyri
hækkingina
í
lønum
til
heilsu almanna og skúla
verk, og illa hevði staðið til
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um
vit ikki høvdu fingið hetta
ígjøgnum.
Ongin skal ivast, neyðugt
er at spara. Vit áttu at takkað
landstýrismanninum í heilsu
málum fyri, at hann hóast alt
fekk skipað sparingarnar við
so frægum úrsliti, sum hesum.
Taka vit lønarhækkingina
við, so var sparikravið til
Klaksvíkar
sjúkrahús
2,3
mió.
Hóast
hetta
hevur
landsstýrismaðurin útvegað
pening at uppraðfesta endur
venjing, ryggambolatorii og
vónandi eisini urologiina.
Sjálvandi er tað sárt fyri
okkum, ið búgva her norði, at
føðideildin er niðurløgd. Men
haldi vit áttu at spurt Jákup
Mikkelsen og Bjørn Kallsø,
hvat alternativið var, um
teirra egnu sparikrøv skuldu
náast á Klaksvíkar Sjúkhúsi.
Eri bangin fyri, at teir høvdu
vilja brúkt pleniklipparan, ið
hevði viðført hópuppsagnir
og at fleiri funktíonir á KS tá
høvdu verið spardar so langt
inn á bein, at tær als ikki
virkaðu. Tá hevði verið lætt
at ført fram, at tá ið hesar
virkaðu so illa, so var betur
at niðurleggja tær. Men ikki
so frægt at nakar hevur sett
henda spurning.
Branda Klaksvík
Havi fyrr sett spurning
við,
hvussu
vit
branda
Klaksvíkina. Tað gera vit
við at hugsa okkum um og
fyrireika okkum innan vit
t. d. gera serbløð. At renna
aftaná og koma við hovsa
loysnum er ikki rætti mátin.
Hesuferð
var
skoðbráið
so stutt, at tað eru hópin
av stovnum í Klaksvík, ið
kanska høvdu hug at branda
seg í tí sonevnda serblaðnum,
t. d. Húsarhaldsskúlin og
Summarfestivalurin,
men
tað hava teir nokk ikki havt
stundir til, tí skoðbráið var
so stutt. Kommunan kundi
gjørt eitt veruligt serblað,
ið snúði seg um at branda
býin og ikki var vavt upp í
partapolitikk, tá fingu vit
óivað meira fyri peningin. At
luttaka í tiltøkum, ið bert lýsa
eina síðu ella enntá sáa iva í
um vit øll vilja standa saman
um okkara lokalsamfelag, er
ikki rætti mátin.
Landsumfatandi herferð móti
Javnaðarflokkinum
– óbeinleiðis fíggja av Klaksvíkar kommunu?