mikudagur 19. januar 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
Sosialurin
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Sambandið og Fólkaflokkurin
hava ikki hoyrt um og vilja
ikki vita av uppskotinum,
at eisini tímalønt skulu
kunna vera heima barnsins
fyrsta sjúkradag við lønar
endurgjaldi.
Hetta
segði
Útvarpið fyrr í vikuni. At
hesir borgarligu flokkar ikki
vilja vita av uppskotinum,
er óivað satt út frá teirra
politiska
hugburði.
Men
at teir onki vita um tað, er
beinleiðis ósatt.
Harumframt slapp Jørgen
Niclasen eina góðu løtu at
borðreiða við fleiri ósann
indum viðvíkjandi uppskoti
num. Eg gjørdi Útvarpið vart
við hetta í einum telduposti.
Men Útvarpið letst sum
onki. Tí henda rættleiðing
til tað, sum varð framborið í
tíðindunum.
Fyrsta uppskotið
framlagt av ABC-
samgonguni í 2007
Lógaruppskot
um
hetta
legði eg sjálvur sum lands
stýrismaður í táverandi ABC
samgongu fyri løgtingið 2.
nov. 2007. Tað var aftaná
eina fundarrøð við partarnar
á arbeiðsmarknaðinum, fyri
at fáa teir sjálvar at avgreiða
málið við tilstundandi sátt
málasamráðingarnar
tá.
Sambært arbeiðara og hond
verkarafeløgunum
vístu
arbeiðsgevarar hesum aftur,
og vildu tey tí hava løgtingið
til at fremja málið. Hesum
fekk eg so undirtøku fyri,
bæði á landsstýrisfundi og
frá teim trimum samgongu
flokkunum. Tað eydnaðist tó
ikki at fáa málið avgreitt úr
Trivnaðarnevndini, áðrenn
val varð útskrivað, og tað
datt tí burtur.
Uppskotið til hoyringar
hjá øllum pørtum
Uppskotið
var
sjálvandi
til
hoyringar
hjá
øllum
relevantum
pørtum.
Teir
søgdu tað sama tá, sum teir
hava sagt allar tær nógvu
ferðirnar, málið hevur verið
í løgtinginum, og teir hava
verið innkallaðir í Trivnaðar
nevndina:
arbeiðsgevarar
ímóti arbeiðara og hond
verkarafeløg fyri – og hvat
annað skal man vænta?
Landsstýrisfólk
nokta at gera sum
løgtingið sigur
Bæði í 2009 og 2010 hevur
løgtingið samtykt, at lands
stýrið skal leggja lógar
uppskot um barnsisns fyrsta
sjúkradag hjá tímaløntum
fyri
løgtingið.
Men
tey
bæði landsstýrisfólkini hjá
Sambandinum (Johan og
Rósa), sum hava fingið hesi
boðini frá løgtinginum, nokta
at gera sum løgtingið hevur
sagt. So er tað nakar, sum ikki
bara brýtur parlamentariskar
mannagongdir men eisini
spottar løgtingsins vilja, so
er tað landsstýrið.
Nei frá Sambandi og
Fólkaflokki at vera við
Tað er beinleiðis ósatt, tá
løgmaður og varaløgmaður
siga,
at
Sambandið
og
Fólkaflokkurin ikki vita av
uppskotinum. Eg kunnaði
teirra umboð í Trivnaðar
nevndini um hetta, meðan eg
fyrireikaði málið. Og áðrenn
eg legði tað á tingborð,
spurdi
eg
bæði
Jákup
Mikkelsen fyri Fólkaflokkin
og Helga Abrahamsen fyri
Sambandið, um teir vildu
vera við til at leggja upp
skotið fram. Teir góvu mær
svar dagin eftir: Blankt nei
fra Fólkaflokkinum, tí teir
tóku ikki undir við slíkari
ætlan. Helgi segði mær, at
Sambandið segði nei, tí ein
landsstýrismaður
teirra
(!) ikki vildi hava, at slíkt
uppskot varð lagt fram.
Sambands- og
fólkafloksmenn í
mongum sjálvdrátti
Tað er tí burturvið av løg
manni
og
varaløgmanni
at briksla mær at bróta
nakrar mannagongdir við
at leggja hetta uppskot fyri
løgtingið. Teir skuldu heldur
tikið í nakkan á landsstýris
fólkunum, sum fingu hetta
álagt fra løgtinginum, men
ikki vilja gera tað kortini.
Annars vita øll, at hesi
23
seinastu
árini
hava
fleiri sambands og fólka
flokstingmenn í sjálvdrátti
lagt lógaruppskot fyri tingið.
Bæði Edmund Joensen og
Anfinn Kalsberg hava lagt
lógaruppskot um stríðsmál
fyri løgtingið, uttanum sam
gongu og landsstýri. Jógvan
á Lakjuni hevur gjørt tað
sama. Eisini tann skikkiligi
Helgi Abrahamsen. Og tann
óforbetriligi Magni Laksa
foss hevur gjørt tað fleiri
ferðir. Tað er heldur ikki
ókent,
at
landsstýrisfólk
hjá hesum flokkum fleiri
ferðir eru komin í løgtingið
við málum, sum tey ikki
hava fingið undirtøku fyri
frammanundan
frá
sam
gonguflokkunum.
Landsstýrið er løg-
tingsins tænari
– ikki øvugt
Annars
ljóðaði
tað
í
útvarpstíðindunum, sum um
løgmaður og varaløgmaður
hava misskilt nakað heilt
grundleggjandi í politisku
skipanini í Føroyum: tað
er ikki landsstýrið, sum
stendur oman fyri løgtingið
og dikterar, hvat løgtingið
skal trúgva og gera, men
øvugt:
tað
er
løgtingið,
sum er arbeiðsgevari hjá
landsstýrisfólkunum. Tey eru
sett at útinna tær avgerðir,
sum løgtingið tekur. Eisini
tá tað snýr seg um fyrsta
sjúkradag hjá børnum hjá
tímaløntum foreldrum.
Sambandið og Fólkaflokkurin renna undan
uppskoti um barnsins fyrsta sjúkradag
Sjúrður Johannesen
Formaður SRF
Forkvinnan í Dansk Social
rådgiverforening
Bettina
Post skrivar í morgun, at tað
almenna nýtir 60.000.000 um
árið til umsiting og annað
bureaukrati.
Síðani hugleiðir hon, at
um vit hugsa okkum at ein
triðingur bleiv avtikin, so
høvdu danir havt møguleika
at fingið 10.000 starvsfólk
út at arbeiða við at loysa
kjarnu uppgávurnar. Ella út
til brúkara, har tann veruligi
tørvurin er.
Samanbera vit við føroysk
viðurskifti, eru vit helst fleir
ið hugsa, at tað sama er
við at henda í Føroyum og
allarhelst er hent.
Umsiting “stjelur” so nógv
av orkuni, at lítið er eftir til
brúkaran, tá allar blankettir
eru fyltar út og annað
pappírsarbeiðið gjørt.
Eitt sindur hevur verið
kjakast um hesi viðurskifti
seinastu tíðina og ymiskt
hevur verið hvar kanoin
hevur verið vend , tá skuld
og ábyrgd skal plaserast.
Mín hugsan er, at kanónin
vendir skeivan veg. Tað ber
snøgt sagt ikki til at læsta
umsiting og leiðslu á til
dømis
Almannastovu
og
Nærveki fyri at umsiting
av teirra málsøkjum eru so
orkukrevjandi.
Krøvini frá politiskari síðu
til umsitingina av til dømis
sosial lóggávuni er ógvuliga
stór og skal tað livast upp
til hesi krøv, krevst ein stór
umsiting.
Danir hava eitt hugtak í
teir kalla “Planket Helvedet”
vísandi til at tildømis heima
hjálpir nýta tveir triðingar
av tíðini inni hjá einum goml
um fólki til at seta krossar og
flugubein í staðin fyri at vera
nærverðandi hjá teimum
gomlu tað løtuna tey eru
har.
Um vit ikki ansa okkum,
so eru vit skjótt í somu støðu
sum Danir á hesum øki,
og tað er tað Danir í løtuni
royna at koma burtur úr.
Ein vegur at koma burtur
úr
hesum
vandamálið,
kundi
verið
at
lækkað
umsitingarligu krøvini til
starvsfólkini úti í markini.
Gev
teimum
álit,
tey
eru
skilagóð
og
røkja
teirra uppgávur eftir bestu
sannføring,
tað
er
ikki
neyðugt við øllum hesum
kontrollinum.
Eingin skal ivast í, at
verður álitið misnýtt, kemur
tað einaferð fyri dagin, tað
týdningarmikla er, at tað ikki
forðar hinum øllum at gera
sítt arbeiðið.
Um vit vilja tað ella
ikki, so noyðast vit at gera
okkurt munagott við henda
trupulleika, tað ber ikki til, í
hesum lítla landið at so nógv
orka fyri til umsiting og at
kanna hvønn annan um vit
gera tingini á rættan hátt.
Tað má ikki henda at tey
gomlu, tey sálarsjúku, tey
menningartarnaðu og onnur
ið hava ein serliga tørv, líða
undir at so nógv flugubein
skulu setast.
Flugubein