Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 32 Miðvikan Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 4. partur Einkjur vóru illa fyri Tað vóru nógvar einkjur í granna­ lagnum hjá okkum, tí nógvir mans fórust á sjónum. Tær høvdu tað sera trupult. Tað kundi eisini henda, at tær søtaðu sær tilveruna við brennivíni, sum tá bert kostaði 25 oyru fyri fløskuna. Eg minnist eina av teimum, sum, tá ið tað lagið var, lá hálv út av vindeyganum, og skeldaði gud og hvønn mann, sum kom framvið. Hetta var lítið hugaligt, men var eitt slag av undirhaldi hjá ungdóminum, sum stuttleikaði sær við at svara aftur. Ein sonur hesa einkju var til fiskarí frá vár til heyst. Døturnar arbeiddu í fiski. Men kortini var smátt við mati í hesum húsi, tí sjálvt um brennivínið var bíligt, so var tímalønin hjá eini fiskagentu ikki meira enn 10 oyru. Mamma gav ofta døtrunum ein góðan bita, og sonurin var ofta biðin um at fara eftir torvi hjá okkum. Vit høvdu torvheiðar ymsa staðni í haganum. Tað var ein tími at fara til teir, sum vóru longst burtur og líka leingi heim aftur. Lønin fyri hendan teinin var 40 oyru, og so fekk sonurin eisini døgurða. Hann fekk tað sama sum vit. Tað var ofta kjøtmatur um veturin, eisini ræst kjøt og súpan. Eg minnist, hvussu sveittin rann av honum, sum hann át. Mamma leskaði eisini onnur hús, har tørvur var. Hon var ein glaður gevari. Tað vóru eisini dømi um, at konurnar arbeiddu alt, tær orkaðu, men at menninir drukku peningin upp. Eg minnist ein mann, sum plagdi at steðga konuni á veg heim úr arbeiði, og hann kravdi hana eftir peningi at keypa brennivín fyri. Fekk hann einki, gav hann konuni eitt skump. Vit dreingir østu okkum um hetta. Vit hildu tað vera meinings­ leyst, at konan ikki bukaði mannin afturfyri. Tað hildu vit, at hon hevði kreftir til. Hon var nevniliga rættiliga prúð. Men tað vildi hon ikki gera móti manninum úti á gøtuni. Hesin maður hevði síni tørn. Hann kundi eisini arbeiða nógv í tíðarskeiðum, men tað var sjáldan, at tað var arbeiði til slík fólk. Mamma vamlaðist við margarin Í mínum dreingjaárum fingu vit fast millummála seinnapartin. Vit dreingir fingu hann borðreiddan á torvkassanum í køkinum og í loftsuppgongini. Men tað var sjáldan, at vit vóru einsamallir. Ofta høvdu vit vinir úr grannalagnum inn við okkum. Hetta kundu vera synirnir hjá Jens Mohr ella teir hjá Stinu, fyri kortum umrødd í Hendur ið Sleptu. Vit fingu tevatn við heimabakað­ um breyði við smøri á. Mamma vildi ongantíð brúka margarin. Orsøkin var tann, at sum barn mintist hon, at ein deyður og rotin stórhvalur rak á land í Porkeri. Lukturin var ramur, og fólk tosaðu um, at tað var úr slíkum djórum, at margarin varð framleitt. Tí fekk margarin altíð mammu at hugsa um henda rotna stórhvalin. Mamma dugdi væl at bakað breyð. Hetta smakkaði væl. Kortini dámdu okkum dreingjum tó betri skorpuna á breyðinum hjá grannakonuni Tildu. Frá henni fingu vit tí skorpur. Sjálvt um nógv var bakað heima, so vóru trý bakarí í Havn. Tað var hjá Restorff, Kjelnæs og Jacob Nolsøe. Jacob bakaði vist bert breyð. Eg minnist meg einaferð saman við pápa at hava verið inni í bakarínum hjá Jacob. Hann elti berføttur við at ganga aftur og fram í trognum. Gestir Tá eg hugsi um mín barndóm undrist eg yvir, at tað kundi vera pláss fyri okkum øllum í húsinum. Umframt foreldur og systkin búðu omma og abbi eisini inni umframt arbeiðsgenta, sum vit høvdu. Tað var eisini ofta, at vit fingu gestir. Ein av teimum var sýslu­ maðurin í Klaksvík, Klæmint Olsen, sum var ættaður úr Lorvík. Hann var løgtingsmaður fyri Norðoyggjar frá 1877 til 1912, tá ið hann doyði. Hann var eisini limur í landstingi­ num og fólkatinginum. Klæmint var eisini limur í kommunustýrinum fyri Norðoya Prestagjald frá 1871­1908. Hann gisti hjá okkum, tá ið hann var á ferð til og úr Danmark. Tað var altíð spennandi, tá ið hann skuldi førast umborð í postskipið, sum lá á redini. Hann var rættiliga trivaligur og tungur á sær. Báturin kom næstan at standa upp eftir enda, tá Klæmint var í honum. Klæmint var giftur við ommu­ systir míni, tí var tað at hann kom í Ólastovu. Hann var gubbi mín, og hann var sera áhugaður i, at eg kom í ein góðan skúla. Seinna kona hansara var eisini áhugað fyri míni vælferð. Hon vildi hava meg at eta havragreyt, sum tá var rættuliga ókent í Føroyum, men mær dámdi ikki greytin, og mamma hjálpti mær at sleppa undan honum. Ein versonur Klæmint var Óli í Skúla, kendur sum løgtingsmaður fyri Norðoyggjar í nógv ár. Ein annar gestur plagdi at vera vágaprestur Carl Johansen, kendur sum fótbóltspresturin. Kona hans­ ara var dóttir Klæmint Olsen. Tað mundi vera tí hann kom. Men hann var ein strævin gestur, ikki minst á ólavsøku, tá hann kom aftur frá fótbólti fullur av runu, og mamma mátti taka alt upp. Eina ferð máttu foreldrini boða teimum frá, at vit ikki kundi hýsa teimum framyvir. Hetta varð ikki tikið væl upp. Eina ferð var eg eina summar­ feriu hjá teimum í Jansagerði. Har varð eg noyddur at eta havragreyt, og tað fekk meg rættuliga til at leingjast heim. Men tað eydnaðist teimum tó at fáa meg at dáma havragreyt! Millum aðrar gestir vóru svágur abba míni Ludvig Müller úr Kvívík, og hansara tveir synir Rudolf og Petur. Rudolf hevði sum smá­ drongur búð eina tíð hjá ommu míni, tí mamma hansara doyði ung. Hann kom í realskúlan. Men hann rýmdi úr realskúlanum undan yvirlærara Bergh, sum var kendur sum ein buldurbassi. Rudolf tordi ikki at blíva verandi í Havn, so hann rýmdi norður aftur til Kvívíkar til pápa sín. Ludvig var altíð væl ílatin og gekk við medaljum, sum hann hevði fingið í dansk­týska krígnum í 1848. Tað høvdu fleiri føroyingar verið við í hesum krígnum. Ludvig hevði í sínum ungu døgum verið gullgravari í Australia. Hann tosaði sjáldan um hesa tíð. Tó minnist eg hann siga, at australska gullið var bleikari enn annað gull. Hann gav eina ferð pápa mínum mansjettknappar, sum skuldu vera av australskum gulli. Hann gjørdist 90 ára gamal. Synirnir komu eisini í Ólastovu, tá ið teir gjørdust vaksnir. Teir plagdu altíð at hava ein føroyskan ost við sum tinganest, hetta var eitt tað besta eg kundi fáa. Eina ferð, eingin var heima, høvdu teir hongt ostin á ein knaka í forstovuni. Eg fann ostin, og át hann nærum allan sum hann var. Hetta varð eg sjálvsagt revsaður fyri. Men afturat tí fekk eg vaml fyri føroyskum osti! Kristian Djurhuus: Fløskan av brennivíni kostaði 25 oyru Lívið í Havn var sera trupult fyri 100 árum síðani. Men tey, sum vóru eitt sindur betur fyri, royndu at hjálpa hinum Klæmint Olsen var fastur gestur í Ólastovu Rudolf og Petur Müller úr Kvívík komu í Ólastovu við osti sum tinganest Elin f. Larsen, mamma Kristian Djurhuus, var ættað úr Porkeri. Hon var eitt konubot, sum eisini hjálpti teimum, sum ikki vóru so væl fyri. Myndirnar í hesum parti er frá Høgna Djurhuus, abbason Kristian