mikudagur 19. januar 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
33
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
Eg bygdi í 1951, tá eg giftist, men
flutti í 1962 inn í sýslumanshúsini.
Tá eg fór frá í 1989, flutti eg inn
higar við Rangá.
Kona mín, Sigga, var dóttir Knút
Nygaard, lækna. Hann var ættaður
av Eiði og var beiggi Thomas
Nygaard, í dag framvegis kendur
frá skipinum av sama navni. Ein
triði beiggi var Sofus, sum bleiv
verandi á Eiði.
Í 1954 kom eisini læknastríðið í
Klaksvík. Hetta førdi til flyting av
sýslumonnum millum sýslurnar.
Ein av hesum flytingum var, at
Gunnar Dahl Olsen, sum var
sýslumaður í Vestmanna, skuldi
fara til Klaksvíkar. Hann var
kendur sum semingsmaður, hann
var jú eisini nevndur Gunnar blíði.
Tað var ein slíkan, sum brúk var
fyri í Klaksvík tá. Tað riggaði eisini
sera væl.
Gunnar setti sum treyt fyri at
fara til Klaksvíkar, at eg skuldi
avloysa hann í Vestmanna. Tað
bleiv eisini orðnað soleiðis. Hákun
Hansen, sum hevði verið í Klaksvík,
kom so higar til Tvøroyrar. Hetta
skuldi vera fyri tvey ár. Men tá
henda tíðin var liðin fekk eg boð
um, at eg mátti halda fram eina
tíð.
Eg hevði leigað hús í Vestmanna
og fekk eisini konuna og børnini
norður. Vit fingu tvey børn afturat
teimum trimum vit áttu, meðan vit
vóru har.
Á vári 1959 doyði kona Gunnar
Dahl Olsen. Í samband við jarðar
ferðina segði eg við ríkisum
boðsmannin Elkær Hansen, at
nú vóru trý ár farin, síðan eg varð
settur sýslumaður í Vestmanna,
og tað skuldu bara vera tvey ár.
Tá segði hann, at hetta hevði hann
einki við at gera. Økið var farið
yvir til fútan, sum tá var Feilberg
Jørgensen.
Eg fór so til hús, og tá situr fútin
har saman við pápa. So fortelji eg
hetta fyri fútanum, og hann svaraði:
»Sagde han virkelig det?«, sum um
hann ikki visti av tí.
Trupulleikin var tann, at vit
vóru uppsøgd úr húsunum, har vit
búðu. Tann, sum vit leigaðu húsini
frá, skuldi nýta tey aftur. So 1. juni
máttu vit flyta út og høvdu onga
staðni at fara. Alt innbúgv v.m.
máttu koyrast inn í eitt pakkhús.
Eg ringdi so til fútan og segði, at
nú vóru vit húsvill her í Vestmanna.
Eg visti ikki, hvønn mann kundi
takka fyri hetta, men hetta var ikki
haldbart.
Tað var lovað mær at koma
aftur til Tvøroyri enntá av H.C.
Hansen forsætisráðharra, sum var í
Føroyum í 1956. Hann hevði tá spurt
meg, hvat mær dámdi at fara til
Vestmanna. Tá helt eg, at tað kundi
vera áhugavert at royna okkurt
annað. Eg segði honum, at tað var
lovað mær at sleppa suður aftur
til Tvøroyrar, tá tey tvey árini vóru
farin. »Det skal De selvfølgelig«,
svaraði hann aftur.
Men tað var einki brævaskifti
um hetta. Hetta vóru alt munnligar
avtalur. Eg segði so við fútan, at tað
var lovað mær, at um tvey ár skuldi
eg sleppa suður aftur. »Det kan De
godt,« svarar hann. Men so skuldi
tað vera sum fulltrúi hjá tí setta
sýslumanninum á Tvøroyri.
Sýslumaður í Klaksvík
Men hesum hevði eg ikki áhuga
fyri. Eg kom so til Klaksvíkar 1.
juni 1959 og var har til 1. oktober
1962.
Tað
riggaði
fínt,
eingin
trupulleiki av nøkrum slag. Eg
hoyrdi ikki eitt orð fyri, at eg var
sonur tann løgmannin, sum hevði
ábyrgdina av teimum politiskipum
Parkeston og Rolf Krake , sum danir
sendu til Klaksvíkar nøkur fá ár
frammanundan.
Tað var ofta prátað um mangt
og hvat við teir, sum komu á
skrivstovuna.
Tað
vóru
eisini
fleiri av teimum, sum høvdu verið
víðgongdir undir læknastríðnum,
men sum nú søgdu, at teir skiltu
snøgt sagt ikki, hvat ið var gingið
av teimum. Eg hevði góð viðurskifti
við allar klaksvíkingar.
Tað var tó ein hending við
Poul Kajer. Hann var beiggi Johan
Húshamar. Báðir vóru roknaðir
fyri at vera »originalar« í Klaksvík.
Klaksvíkingar duga væl at seta
eyknevni á fólk. Poul fekk hetta
eyknevni, tí hann gekk so nógv
niðri á kajuni!
Tað var ein grind i Klaksvík, og
nú stendur Poul niðri við kioskina.
Honum dámdi væl at brúka
seg, og hann tosaði ofta so hart.
Sýsluskrivstovan var beint við,
og hurðin var gloppað. Eg síggi, at
hann peikar niðaneftir og sigur
hart, at »um tað skal vera, skal eg
brúka knív!« Tá skundaði eg mær
út og stóð fyri honum í trappuni. So
sigi eg: »Hvat var tað, sum eg hoyrdi.
Hvat skal tú brúka knív til?«
»Noy, noy, tað var ikki soleiðis
moynt!«
»Kom tú líka við mær inn á
kontórið og so einki við at brúka
seg meira«.
So eg fekk hann at undirskriva
eina erklering um, at tað, sum hann
hevði sagt niðri í kajuni, skuldi
ikki takast fyri fult, og at hann
tók orðini aftur. Eg gav honum
tvær teknistiftir og gav honum
boð um at festa hesa erklering
á
uppslagstalvuna
á
kioskini.
Tað gjørdust heldur ikki fleiri
trupulleikar av honum.
Men aftaná hesa tíðina í
Klaksvík kom eg so aftur til
Tvøroyar og kom at hava restina av
mínum sýslumansvirki her.
Ejler Djurhuus:
Sýslumaður í Klaksvík
aftaná læknastríðið
Í myndasavninum hjá Høgna er eisini henda ungdómsmyndin
av Daniel J. Danielsen, Dollan, sum kom at skapa søgu í Congo
nøkur ár seinni, sum greitt er frá í bókini um hann. Sambandið
teirra millum var, at C.C. Danielsen, mammubeiggi Dollan,
var giftur við Onnu Sofíu, mostir Kristian Djurhuus
Sýslumanshúsið á Tvøroyri
Komandi partur
Mamma Kristian Djurhuus,
Elin Larsen, úr Porkeri var
eitt konubrot. Hon hjálpti
eisini jarðarmóðrini í Havn.
Í komandi parti greiðir
Ejler frá flogvanlukkuni á
Tvøroyri í 1954
Ejler kom at royna seg um sýslumaður ymsa staðni. Eisini í
Klaksvík eftir læknastríðið. Her var hann væl móttikin, hóast
pápin hevði boðsent »hundaskipinum« og »krákuskipinum.«