Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 4 Sosialurin Hevði uppskotið um at skerja talið á tinglimum niður í 25, verið galdandi á seinasta løgtingsvali, høv du allir flokkarnar mist tingsessir. Petur Zachariasen, hag frøð ingur, hevur rokn að út, hvussu ting­ man na býtið hevði verið í Løgtinginum í dag við 25 tinglimum. Hann hev­ ur eisini brúkt nýggja útrok n ingarháttin, sum varð samtyktur í fjør. Úrslitið er, at ting­ manna býtið hevði ver ið soleiðis. (Talið í klom­ brum vísir, hvus su nógv, hvør ein stak ur flokkur hevði mist): Flokkur ”L” still aði upp sein ast og varð ofta nevnd ur Mið­ náms skúla flokk ur in. A:5 (mist 2) B:6 (mist 1) C:5 (mist 1) D:1 (mist 1) E: 6 (mist 2) H: 2 (mist 1) L: 0 Hevði uppskotið um 25 ting limir, verið galdandi í dag, høvdu hesi ikki sitið á tingi í dag Fyri A: Jógvan á Lakjuni og Poul Michelsen (Hann stillaði upp fyri á, men hevur síðani tikið seg úr flokkinum). Fyri B: Rósa Samuelsen Fyri C: Katrin Dahl Jakobsen Fyri D: Kári P. Højgaard Fyri E: Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen Fyri H: Jenis av Rana Kortini skal viðmerkjast, at politikarar, sum taka sæt ið í Landsstýrinum, kun nu ikki eisini hava sæti á tingi. av tí sama høvdu tey flestu av hes­ um kortini sitið á tingi í dag. Sum samgongan sær út í dag, hevði einasta broyt ing verið tann, at Eyð gunn Samuelsen, og Jasp ur Vang høvdu mist sæti sum tiltakslimir. Tað høvdu Heðin Zachariasen og Óli Breckmann eisini. Jen is av Rana hevði held­ ur ikki sitið á tingi í dag. Øll hini høvdu sitið sum eykafólk fyri lands­ stýris fólkini hjá teimum ymsu flokkunum. Úr Andstøðun kann eisini staðfestast, at tveir floks for menn høvdu ikki sitið á tingi í dag, nevni­ liga Kári P. Højgaard og Jenis av Rana. Tað er eisini vert at leggja til merk is, at tingmaður við hægstu tignini, løg tings­ for maðurin, Hergeir Niel­ sen, hevði eisini fallið. Áki Bertholdsen Nú skal talið á løgtingslimum lækk ast úr 33 tinglimum, sum tað eru nú, niður í 25. Tað heldur Bjørn Kalsø, løg tings limur. Nú fer hann at leggja upp­ skot fyri Løgtingið um at av­ taka átta løgtingslimur, tá ið løg tings val verður aftur, so at tað bara bera 25 tinglimir í næsta Løgtingi. Hann hevur umhugsað hetta rættiliga leingi og hann hevur eisini roynt at fáa aðrar tinglimir at leggja upp skot ið fram saman við hon um. Men enn veit hann ikki um tað fer at eydnast at fáa nakr an at leggja uppskotið fram saman við honum. Men undir øllum um støð­ um verður uppskotið lagt fram í næstum, hóast hann verð ur einsamallur um tað, sig ur Bjørn Kalsø. Hann staðfestir eisini, at tað er ivingarsamt um tað verð ur samtykt, men hann held ur, at Løgtingið eigur í hvus su so er at fáa høvi til at við gera málið. 33 er ov nógv Bjørn Kalsø sigur, at hetta upp skot ið snýr seg bara um at lækka tingmannatalið og snýr seg sostatt ikki um, hvus su nógv valdømi, vit skulu hava, hvussu býtið skal vera ímillum kynini, ella um aðr ar yvirskipaðar spurn ing­ ar. Uppskotsstillarin stað­ fest ir eisini, at tað er ikki nøk ur djúptøkin meting aftan fyri ætlanina at lækka tal ið niður í 25 løgtingslimir, tí fyri hansara skyld kann tal ið eisini vera 23 ella 27. Men hví er tað rætt at læk ka talið á løgtingslimum? Tað eru fleiri orsøkir til tað. Ein orsøk er, at í einum lítl um landi sum Føroyum, haldi eg, at tað er ov nógv at hava 33 løgtingslimir, sigur Bjørn Kalsø. Hann staðfestir somu­ leið is , at nú tað almenna hev ur sett sparingar í verk alla staðni, har tað ber til, eiga politikarar heldur ikki at ræðast at seta sparingar í verk hjá sær sjálvum eisini. ­ Tað er eisini eitt politiskt mál at leggja kommunur sam an, samstundis sum tær skulu hava fleiri og fleiri mál at umsita. ­ Sostatt verða upp gávur­ nar hjá løgtinginum av meiri yvir skipaðum slagi og eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera neyðugt við 33 ting lim­ um. Onki hald Summi halda, at hetta fer at máa støðið undan útjaðara­ num, men Bjørn Kalsø heldur ikki, at tað hevur hald í veru­ leika num. ­ Tað er vónleyst at siga nakað um, men í kjalar vørri­ num á, at allar Føroyar eru eitt valdømi, haldi eg, at tað er rætt at tinglimirnir eisini verða færri í tali, sigur hann. ­ Samstundis verða teir løg tings limir, sum eftir eru, sjón ligari, og tað verður lætt­ ari hjá veljarunum at fylgja við í politiska arbeiðnum. Her skal viðmerkjast, at ein uppgerð, sum Petur Zacharia sen, hagfrøðingur, hev ur gjørt fyri Sosialin, sæst, at taka vit hetta Løg­ ting ið sum dømi, høvdu trígg ir av tinglimunum, sum ikki høvdu verðið valdir, verið úr Havn, tríggir høvdu ver ið úr Eysturoy, ein hevði ver ið úr Vágum og ein úr Suður oy. Vera átta tingfólk færri, fer tað kanska at spara einar fýra milliónir krónur. Talið á løgtings­ limum skal minkast niður í 25 LØGTINGIÐ Nú fer Bjørn Kalsø at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka átta sessir í Løgtinginum 8 høvdu rokið Allir høvdu mist SparING - Nú tað almenna setir sparingar í verk allastaðni, eiga politikarar ikki at ræðast at spara hjá sær sjálvum eisini, heldur Bjørn Kalsø, sum nú fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka átta tinglimir Í einum lítlum landi sum Føroyum, er tað ov nógv at hava 33 løgtingslimir Tað er ivingarsamt um tað verður samtykt