fríggjadagur 21. januar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
4
VIKUSKIFTI
Abbi hansara var deknur á húsum. OmmA hansara plagdi at lesa bíblusøgur
fyri hOnum. Og hann gekk jAvnAn í kirkju. men nú er tann kristni jens hendrik
djurhuus blivin til muslimin OmAr djurhuus. les søguna hjá hOnum her
Frá
Forvitni
til islam
konvertering
eydna skaale
eydna@sosialurin.fo
Í 1994 flutti Jens Hendrik Djurhuus
til Danmarkar við familjuni. Kreppan
fekk nógv húski at pakka saman, og
familjan Djurhuus var millum teirra,
sum stungu í sekkin og fluttu av
landinum.
Tey kendu ongan, tá tey komu
niður, og tí mátti tann tá 13 ára gamli
Jens Hendrik finna sær ein nýggjan
vinarskara.
– Eftir at hava búð í Danmark í
umleið eitt ár, kom eg at kenna ein
drong, sum var muslimur. Eg var
heima hjá teimum, og eg var rættiliga
yvir raskaður av tí, eg upplivdi har.
– Har vóru myndir av Mekka á
vegginum, og mamman lá á einum
teppi og bað. Eg var ungur og for vitin,
og eg byrjaði at spyrja tey um, hvat
hetta var fyri nakað. Tey svaraðu mín
um spurningum, og soleiðis byrjaði eg
at fáa áhuga fyri islam.
Islam var rætta trúgvin
Omar, sum Jens Hendrik nú kallar
seg, greiðir frá, at religiónin altíð hev
ur verið ein partur av honum.
– Abbi mín á Húsum var deknur,
og tá eg var har og ferðaðist, læs
omma bíbil søgur fyri mær, og eg var
við abba í kirkju. So hetta við trúgv
og religiøsum søgum var ikki fjart fyri
mær, greiðir hann frá.
Í fyrstuni lá ikki meiri í tí enn reint
forvitni. Men sum hann gjørdist eldri,
fór hann at lesa meiri um islam.
– Eg studeraði tað væl og setti
meg inn í tingini. Eg fór at samanbera
Bíbliuna og Koranina, eg læs eina
rúgvu av bókmentum um evnið, og
eg granskaði søguna.
Stóra broytingin hendi, tá Jens
Hendrik fann eina bók, sum æt: »What
did Jesus really say?«, sum Misha'al
ibn Abdullah hevur skrivað.
Tað er ein bók, sum samanber
Koran ina og Bíbliuna.
– Tá byrjaðu spurningar at reisa
seg um Jesus veruliga var sonur
Guds, ella um hann mundi vera ein
profetur.
Eftir at hava sett seg væl inn í
ting ini og lisið stakkavís av bókum,
kom Jens Hendrik til ta niðurstøðu, at
islam var rætta trúgvin fyri hann.
Gjørdist muslimur
Tá hann var sannførdur um, at bara
ein Gud er til, at hóast Jesus hevði
stóran týdning fyri heimin og islam,
so var hann tó »bara« ein profetur, og
at Muhammed var guds seinasti pro
fetur, konverteraði hann. Tað var ringt
fyri tey, hann kendi, tá hann brádliga
segði teimum, at hann nú var vorðin
muslimur.
– Serliga fyri familjuna, sum einki
ánaði um mín vaksandi áhuga fyri
religiónini, var tað torført. Tey vóru
øgiliga yvirraskað og reageraðu rætt
iliga harðliga, tí tey vistu einki um
mín áhuga.
– Eg haldi, at tað, sum eisini gjørdi
tað so ringt, var, at tey einki kendu
til islam. Tað, sum fólk vita, stavar í
stóran mun úr donsku miðlunum, og
tað er ikki tann vakrasta myndin, ið
verður málað har.
– Muslimar hava ikki gott orð á
sær, og tí vóru tey kedd. Tey kendu
einki uttan hesa skeiklaðu myndina,
sum miðlarnir so leingi hava víst. Og
tað, sum man ikki kennir, tað ræðist
man ofta, greiðir Omar frá.
Hann sigur, at tey vóru full av
fordómum frá miðlunum, og at tey
vóru bangin fyri, at hann var komin
inn í eina sekt av onkrum slagi. Hann
setti seg tí niður við familjuni og
greiddi teimum gjølla frá síni sann
føring, og hvat islam merkti fyri hann.
So við og við skiltu tey hann betri.
– Eg royni ikki at sannføra tey um
at konvertera eisini. Tað ber ikki til at
sannføra nakran, sum ikki sjálvur vil
trúgva. Men eg royni at vera ein góð
fyrimynd við míni lívsførslu, greiðir
Omar frá.
Frá Jens Hendriki til Omar
– Í okkara familju hava vit altíð lagt
dent á nøvn. Eg æt Jens Hendrik eftir
abba mínum, pápi mín æt Jens Kristian
eftir abba sínum, og soleiðis hevur tað
verið í nógv ættarlið. Men eg eri av
tí hugsan, at fólk eru einstaklingar
og eiga at ráða sjálvi. Eg varð drigin
inn í eina navnatraditión, sum eg ikki
sjálvur hevði valt. Tað gjørdist mín
Serliga fyri familjuna, sum einki ánaði um
mín vaksandi áhuga fyri religiónini, var tað
torført. Tey vóru øgiliga yvirraskað og reageraðu
rætt iliga harðliga...