Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 6 Sosialurin Randi Jacobsen Ein vanligur diesel- ella bensin bilur hevur bara streym megina seks volt, og eingin ólukka hendir, um tær fært elek trisk an stoyt av bilin um. Men øðrvísi er við el- drivnu bilunum, sum brúka sterkstreym. Har er megina 230 volt, sum fólk ikki tola at fáa gjøgnum seg. Sev hevur fingið tveir el- bilar, men fyritøkan Peugeut, sum seldi bilarnar, setti sum treyt, at í minsta lagi ein bilsmiðjur hjá AUTO Service skuldi koma á trygdarskeið hjá teimum. Anthonius Dalsgaard, tekniskur leiðari hjá Auto Service hevur verið á hesum skeiðinum, og seinni er ætl- anin at onkrir aftrat skulu á trygdarskeiðið. Persónlig trygd – Skeiðið var mest um, hvussu tú sum bilsmiðjur tryggjar teg sjálvan. Vit fingu um framt fakligt innlit at vita, hvussu týdningarmikið tað er við persónligu trygdini, serligum handskum, skóm, klæðum og hjálmi við glasi fyri, tá ið vit arbeiða upp á el-bilar, sigur Anthonius Dalsgaard. Tað skulu í minst lagi vera tveir el-bilakønur til at arbeiða upp á ein el-bil, tí um øðrum tørvar hjálp, má hin kenna fyrilitini at taka. Málarar eru settir í teir báðar el-bilarnar hjá Sev, sum Sev-fólk hava bundið í. Innleggingin sum er tann sama sum í húsum, kann bara gerast av góðkendum el-fólki. Ætlandi fær Sev fleiri el- bilar seinni í ár, tann fyrsti kemur í mars. Serlig tilbúgving Auto Service og Sev eru í tøttum samstarvi um el-bil- arnar, og hvussu teir skuu handfarast. Heðin Weihe, verkstaðs- leiðari hjá Auto Service sig- ur, at teirr ætlan er at fara at tosa við sløkkiliðið og myndugleikar annars um at gera eina tilbúgving, tí sløkkilðsfólk mugu eisini hugsa um egna trygd, um til dømis eldur kemur í ein elektriskan bil ella vandi er fyri at fáa elektriskan stoyt. Annars eru alskyns trygd- ar royndir gjørdar við bil un- um. – Elektrisku bilarnir eru heilt vist ein avbjóðing fyri bjargingarlið, sigur Anthon- ius Dalsgaard. Granskingarætlan Fyri Sev er tað ein gransk- ingar ætlan at ogna sær e-bilar. Kannað verður, hvat bilarnir brúka av streymi, og á hvørjum vegum teir brúka mest ella minst. Í tí sambandi eru gbs-arar settir í teir báðar bilarnar. Sum heild vil Sev eisini vita, hvussu egnaðir el- bilarnir eru til viðurskiftini her við tí vátu luftini. Hesir bilarnir hava einki co2-útlát, og málið er, at streym urin í bilinum í so stór an mun sum gjørligt askal koma frá grønari orku. Býarbilar Hesir báðir bilarnir kunnu koyra 110 km, áðrenn teir skulu løðst aftur, og tað tekur 4-6 tímar at løða bilin. – Tað ber illa til at fara langar túrar við einum slíkum bili, men hann er frálíkur til styttri túrar og býarkoyring, sigur Heðin Weihe. Bilarnir eru at kalla ljóð- leysir og dálka ikki. Starvsfólk hjá Sev roynd- arkoyrir hilarnar, og ætlanin er at lata aðrar stovnar eisini fáa hetta høvið. Serliga trygd fyri at arbeiða við el-bilum Anthonius Dalsgaard, tekniskur leiðari hjá Auto Service hevur verið á serligum trygdarskeiði, nú fyrstu el-bilarnir eru komnir til landið. Bilasølan samstarvar við Sev og ætlar at seta seg í samband við myndugleikar fyri at gera eina serlga tilbúgving Anthonius Dalsgaard, tekniskur leiðari og Heðin Weihe, verkstaðarleiðari á Auto Service arbeiða saman við SEV um el-bilarnar Mynd: Jens Kristian Vang Tað tekur 4-6 tímar at løða hesar bilarnar Mynd: Jens Kristian Vang