fríggjadagur 21. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
6
VIKUSKIFTI
skylda at bera eitt navn víðari, sum
eg ikki kendi var ein partur av mær,
greiðir Omar frá.
Hann er sannførdur um, at trúgvin
ikki bert eigur at fylla ein part av
lívinum. Tað eigur at vera allur
samleikin.
– Eg kendi meg ikki ordiliga, sum ein
fullkomnan muslim, so leingi, sum eg
æt Jens Hendrik. Eg vildi slíta ordiliga
frá kristindóminum, men navnið sat
líkasum eftir, hóast eg hevði broytt
mína lívsleið. Tí skifti eg navn.
Omar leggur dent á, at tað ikki er
neyðugt ella tvungið at skifta navn, tá
tú konverterar til islam, men tað var
eitt val, hann persónliga tók.
– Eg valdi eitt navn, sum hóskaði
væl til mín. Omar var fylgisveinurin
hjá Muhammed, og søgan um hann
er ótrúliga flott. Hann gjørdist ikki
muslimur, fyrr enn hann var 30 ár, og
áðrenn tað jagstraði tey trúgvandi.
Omar greiðir frá, at hann kendi seg
aftur í søguni, tí hann eisini sjálvur var
vaksin, tá hann konverteraði.
– Var tað ringt fyri familjuna, tá
eg segði, at eg var blivin muslimur, so
var tað uppaftur verri, tá eg knappliga
skifti navn. Tey søgdu øll, at tey ætl
aðu at halda fram við at kalla meg
Jens Hendrik, sum eg altíð hevði itið,
óansæð, um eg hevði skift navn.
Hann greiddi teimum so frá sínum
sjónarmiði, at hann vildi kenna seg sum
ein heilan muslim, og at hann sjálvur
hevði rætt til at gera av, hvussu hann
vildi eita.
Allur samleikin
Omar greiðir frá, at islam nú er hansara
samleiki. Tað merkir eisini, at nógvir
gamlir vanar eru lagdir á hillina. Mill
um annað etur hann ikki svínakjøt,
og hann heldur seg frá øllum rúsandi
evnum.
– Tað eru sjálvandi nøkur ting,
sum eg má vera fyriuttan, og sum eg
kanska kann sakna av og á. Tað eru
jú nógv ting, sum eru góð, lekkur og
hugnalig her og nú. Men Paradís er
enda statiónin, og tað er har, eg havi
mítt fokus. Eg havi fingið so ótrúliga
nógv við míni trúgv, og tí harmist eg
ikki um tað, eg havi mist.
Omar greiðir frá, at hann misti
nakrar vinir, tá hann brádliga gavst
við gomlum vanum, sum at drekka
alkohol.
– Tað vóru nakrir vinir, sum ikki
klár aðu, at eg broyttist so radikalt. Men
hóast eg ikki prædiki fyri teimum, so
vil eg til dømis ikki hava, at teir drekka
alko hol, tá teir eru saman við mær. Tað
er vegurin til alt ringt, og tað er altíð ein
avleiðing av at drekka. Antin kroppslig
ella við tí, tú gert, tá tú ert rúsaður.
Samrøðuevnini, sum Omar tímur at
tosa um nú, eru eisini rættiliga nógv
broytt.
– Eg kann ikki tosa um tað sama
longur, og hugurin er heldur ikki til
tað. Nú vil eg hava djúpari samrøður,
sum handla um tað, sum er varandi. Eg
tími ikki longur at nýta mína tíð til at
tosa um bilar og annað, sum forferst,
greiðir hann frá.
Fordómar
Tað kemur meiri enn so fyri, at Omar
merkir fordómarnar móti islam.
– Tá eg hitti nýggj fólk, kunnu vit
gott fella í gott prát, men tá tey spyrja
meg, hvussu eg eiti, og eg so svari, at
eg eiti Omar, so taka tey seg eitt sindur
aftur.
– Summi spyrja, um eg eri muslimur
ella hvat, og tá eg svari ja, so er tað
ofta týðiligt, at myndin, tey hava av
mær, broytist.
Omar heldur, at islam verður sett í
samband við myrka húð og brún eygu,
og danir hava ótrúliga ilt við, at fólk,
sum eru ljós í húðini og hava ljós eygu,
siga seg vera muslimar.
Kristni versus islam
– Tað eru nógvar líkheitir millum
Bíbliuna og Koranina. Umleið 80%
av søg unum í Koranini eru eisini í
Bíbliuni. Jesus er nevndur í Koranini,
og Muhammed tosar bara gott um
Jesus, har aðrir trúðarrætningar kanska
ikki hava serliga gott eyga á Jesusi og
hansara undurverkum. Koranin tosar
eisini væl um Mariu, og m.a. verður
greitt frá, at Heilagi Andin blásti lív í
Mariu, soleiðis, at hon gjørdist við barn
og átti Jesus.
Men tað eru tó ikki bara søgur úr
Bíbliuni, sum síggjast aftur í Koranini.
Dømi eru eisini um tað øvugta.
– Muhammed er til dømis nevndur
í Bíblinuni, tí bæði Esaias, Móses og
Jesus sjálvur tosa um, at Muhammes
skal koma í heimin, men hetta eru tað
ikki mong, sum vita av.
Men hóast tað er nógv, sum líkist, so
eru tað eisini nøkur avgerandi frábrigdi
millum tær báðar religiøsu skriftirnar.
Sambært Omari er størsti munurin á
kristindómi og islam, at tey ikki trúgva,
at Jesus er Gud.
– Vit trúgva ikki, at tað er neyðugt
hjá Gudi at hava eina slíka plan B,
har hann sjálvur er noyddur at gerast
menniskja, fyri at bjarga eini keðiligari
støðu.
– Gud er tann einasti Gudurin, sum
er, hann er tann fyrsti og tann síðsti, og
tað er ikki neyðugt hjá honum at koma
niður á jørðina. Tí um hann vil broyta
nøkur ting, so broytir hann tey. Skal
hann tosa við menniksjuni á jørðini,
hevur hann profetar, sum eru hansara
talurør.
Tey kristnu eru dovin
Hóast Omar nú hevur lagt tann kristna
Jens Hendrik handan seg, so hevur
hann tó einki ímóti kristnum.
– Men eg haldi, at kristnu føroy
ingarnir kanska áttu at hugt eitt sindur
longri út í heim. Eg eri sannførdur um,
at fólk eiga at lesa, granska og seta sær
sjálvum spurningar av og á. Á sama
hátt, sum fólk venja og eta sunt, fyri
at halda likamið í form, so eiga fólk at
lesa og seta sær sjálvum avbjóðingar,
fyri at halda høvdið í form.
Omar heldur, at nógv av teimum
kristnu ongantíð hava samanborið
teirra trúgv við nakað annað. Tey
svølgja alt rátt, sum tey hoyra, og gera
sær ikki ómak at kanna nakað sjálvi.
– Eg havi nærlisið alt, eg havi funn
ið, um islam. Men eg havi eisini lisið
sera nógv um kristindómin. Og um eg
skal koma við einum ynski, so hevði
tað verið, at tey kristnu eisini settu seg
inn í islam.
– Eg vil ikki royna at umvenda fólk,
men tað hevði verið gott, um for dóm
arnir kundu verið lagdir til síðis eina tíð,
soleiðis, at fólk kundu varnast, at islam
møguliga kundi verið sannleikin.
Navn: Omar Djurhuus
Fyrrverandi navn: Jens Hendrik Djurhuus
29 ár, úr Tórshavn
Búsitandi á Frederiksberg í Keypmannahavn
Giftur Jasmin El’ Mansuri, 32 ár úr Jordan.
Vermamman er úr Palestina og verpápin úr
Jordan. Tey komu til Danmarkar í 1973
Eigur eina dóttur, Maryam, sum er trý ár,
umframt eitt barn á veg
Er sjálvstøðugur teppihandlari,
við handlinum »Tæppefokus«
Konverteraði frá kristindómi til islam í 2002
Fakta:
mynd: Ólavur J. Hansen
Eg kendi meg ikki ordiliga, sum ein fullkomnan
muslim, so leingi, sum eg æt Jens Hendrik.
Eg vildi slíta ordiliga frá kristindóminum men navnið
sat líkasum eftir, hóast eg hevði broytt mína lívsleið
Omar og Jasmin saman við trý ára gomlu dóttrini Maryam