fríggjadagur 21. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Síðan 2004 hevur »Livandi
Hav«, sum er eitt danskt
lands felag
við
ymiskum
áhuga málum innan hav um
umhvørvi, stuðlað útróðrar
monnum í Eritrea, sum fiska í
Reyða Havinum. Verkætlanin
snýr seg eitt nú um at læra fá
tækar útróðrarmenn at fiska
við línu, gørnum og snellu.
Ymiskir grunnar, virk ir og
privat hava eisini stuðlað
hesi verkætlan fíggjar liga og
við keypi av útgerð.
Nólsoyingurin,
Jack
Thomsen, sum hevur verið
fiski maður alla sína tíð,
hevur eisini fingið høvi at
lut taka í tí partinum av
verk ætl anini, sum verður
rópt »Hjálp frá fiskimanni
til fiskimann«, sum er ein
hjálpar ætlan millum fátækar
fiski menn í Eritrea.
Hevur nakar fingið línu
veiði inn við móðurmjólkini,
er tað Jack. Vit kunnu næstan
siga, at hann er føddur við
saltvatni í blóðinum. Sum
blað ungur var hann ikki
færri enn 13 túrar í slag við
saltfiskalínuskipinum, Borð
oyarnesi, har túrarnir lógu
millum tríggjar og fimm
mán aðir hvør.
Spurdi tú hann, tá hann
kom aftur av túri, um hann
ikki nú fór at taka ein frítúr,
var standandi svarið ár um
ár: »Eg haldi, at eg fari ein
túr aftrat...«
Og soleiðis gjørdust túr
arnir 13 í tali – út í eitt.
Í Eritrea
Men Jack hevur ikki bara
siglt við línuskipi. Í fleiri ár
hevur hann eisini siglt við
ymiskum trolarum, bæði á
ísfiskaveiði og á rækjuveiði,
og í Nólsoy hevur hann ein
27 fóts útróðrarbát.
Onkur hevur sagt, at tað
helst skal rulla undir fót
inum á honum. Er hann ikki
á skipsdekki, er hann í bát
inum, tá høvi býðst.
Í
heyst
fekk
Jack
Thomsen so høvi til at vera
við í hesi verkætlan saman
við formanninum í »Livandi
Hav«, Knud Andersen, sum
er hálvur føroyingur.
– Eg fór avstað hin 26.
oktober og var heima aftur
akkurát ein mánað seinni. Nú
er greitt, at vit skulu niður
aftur í mars, men fyri ta tíð
ætla vit at senda eina bingju
niður við útgerð, soleiðis at
hendan er komin fram, áðr
enn vit koma niðuraftur.
Í
bløðunum
í
vikuni
hev ur Jack Thomsen havt
lýsing, har sóknast verður
eftir brúktum hondsnellum,
og lagt hevur verið aftrat,
at gomul lína eisini er kær
komin. Hann sigur, at áhugi
er eisini fyri teinum og lodd
um, um onkur eigur at geva
burturav.
– Ætlanin er ikki neyð
turviliga at fáa fiskireiðskap
fyri einki, men bíliga, um tað
letur seg gera, sigur hann.
Tveir túrar
Jack sigur, at meðan teir
vóru í Eritrea og í býnum,
Massawa, sum liggur við
Reyða Havið, gjørdu teir tveir
túrar við einum umleið 40 fót
stór um báti.
– Vit vóru 14 mans við bát
inum, og hvør túrur sær vardi
í fimm dagar. Vit royndu við
línu um dagin og gørnum um
náttina. Fiskurin, sum vit
fingu í gørnunum, er bíligari
enn fiskurin, sum tekur á lín
una, og tí brúktu vit ein part
av veiðini, sum vit fingu um
náttina, til agn á línuni.
Fiskasløgini,
sum
teir
fingu, líkast slett ikki teimum
fiskasløgum, sum vit vanliga
kenna um okkara leiðir.
Jack Thomsen sigur, at
tað var rættiliga útgrunt á
leið ini, har teir royndu.
– Vit kundu sigla í einar
10 tímar, og kortini var dýpið
ikki meiri enn eina hálva
snøris longd. Sjógvurin var
ógv uliga klárur, og tú sást
niður á botn langt út til havs.
Nógvar korallir eru, bæði
størri og smærri, men tað vísti
seg, at nakrir av monnunum
vóru rættiliga staðkendir.
Mill um korallirnar kundi
vera sandbotnur.
Sum eitt dømi um, hvussu
útgrunt tað er í støðum, sigur
Jack, at teir tann eina dagin
vóru á veg til lands eftir
agni.
– Vit sigldu inn ímóti, og
síðan kom ein minni bátur
eftir okkum, sum skuldu í
land eftir agni. Men heldur
ikki hesin minni báturin
kundi sigla heilt til lands. Vit
noyddust at vassa tað sein
asta korterið.
Jack sigur, at har var als
Úr Nólsoy til
Eritrea at læra
fátækar fiski-
menn at fiska
HJÁLPARARBEIÐI – Vit kundu sigla í einar 10
tímar, og kortini var dýpið ikki meiri enn eina hálva
snørislongd. Sjógvurin var ógvuliga klárur, og tú sást
niður á botn langt út til havs. Nógvar korallir eru,
bæði størri og smærri, men tað vísti seg, at nakrir
av monnunum vóru rættiliga staðkendir. Millum
korallirnar kundi vera sandbotnur, sigur Jack Thomsen
Hetta er báturin, sum Jack Thomsen og Knud Andersen vóru
við saman við fátækum fiskimonnum úr Eritrea
Tað nyttar einki bara at senda
bátar, skip ella útgerð niður. Neyðugt
er eisini, at tú fert við og lærir tey at
brúka útgerðina