fríggjadagur 21. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
8
VIKUSKIFTI
politisk søga
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Undir valstríðnum upp undir ameri
kanska forsetavalið í 2008 vísti Barack
Obama ferð eftir ferð á, at USA hevði
tørv á broytingum. »Yes we can,« var
hansara mest brúkta slagorð, og nógv
upplivdu mannin sum ein frels andi
eingil fyri stórveldið, ið republikan
ar arnir við George Bush á odda
høvdu havt ræðið á síðan 2001. Fólk
vóru troytt av krígsretorikki og sviki
í fíggjar kervinum og høvdu tørv á,
at heilt nýggj stjórn slapp framat.
Nýggja lotið æt Barack Obama. Skjótt
fekk hann støðu sum ein filmsstjørna
og vann eisini forsetavalið lættliga á
krígs veteraninum, John McCain.
Støðan undir valstríðnum í 1960 var
ikki heilt ólík støðuni í 2008. Dwight
D. Eisenhower, ið var virdur krígs
veteranur, hevði verið forseti síðan
1953, men demokratarnir vildu nú hava
republikanararnar úr Hvítu Húsunum.
John F. Kennedy æt maðurin, sum
skuldi dystast við varaforsetan hjá
Eisenhower, Richard Nixon, um valdið
í Washington. Kennedy kunngjørdi, at
USA stóð á einum vegamóti og mátti
setast í gongd aftur eftir drúgva still
støðu undir Eisenhower. Bara eitt nýtt
ættarlið kundi tryggja, at hetta hendi.
John F. Kennedy vann forsetavalið
sera tepurt á Richard Nixon. Ikki minst
hansara fólkatekki tryggjaði hon um
sigurin. Í fyrstu sjónvarpaðu val dyst
unum í amerikanskari søgu var hann
sum ein filmsstjørna á at líta, ungur,
framfýsin og sjarmerandi. Nixon tóktist
harafturímóti at vera illa til passar av
øllum hóvastákinum, og so sá hann
eisini illbrýntur út, tí lampurnar lýstu
heldur óheppið á hann. Eftir dystirnar
í sjónvarpinum vístu veljarakanningar,
at sendingarnar øktu um undirtøkuna
fyri Kennedy. At enda vann hann so
akkurát valið.
Harry S. Truman, ið var forsetin, sum
í 1945 gjørdi av, at kjarnorkubumbur
skuldu tveitast yvir Japan, hevði í fyrst
ani onki álit á Kennedy. Hann helt, at
Kennedyfamiljan einans vildi hava
vald og legði líka í, hvat valdið varð
brúkt til. Heldur ikki dámdi honum
pápa John F. Kennedy, Joseph, ið
hevði verið undir illgruna at smugla
brennivín undir forboðstíðini og framt
ivasamar partabrævahandlar í Wall
Street. Franklin D. Roosevelt hevði
tó í síni forsetatíð útnevnt hann til
sendi harra í London, men har gjørdist
hann viðhaldsmaður hjá Neville
Chamberlain.
John F. Kennedy hevði tó styðjað
Winston Churchill, og tá Berlin
múrurin varð bygdur í 1961, var
Kennedy ógvuliga avgjørdur í sínum
mein ingum. Tá broytti Harry S. Truman
hugsan um tann unga alvan í forseta
sessinum. Helst var meiri stirðil í son
inum enn pápanum, helt hann, og tað
sama helt Eleanor Roosevelt, kona
Franklin D. Roosevelt. Hon fekk ta
fatan, at Kennedy visti nógv, men at
hann kortini ikki var so sjálvvísur í
øll um. Hetta dámdi henni, tí sovorðin
maður dugdi at lurta og seta røttu
spurn ingarnar.
Nýggir vindar
Nýggi forsetin dugdi ikki bara at lurta
og seta røttu spurningarnar. Hann var
eisini ein framúr góður røðari, og hetta
kom ikki minst til sjóndar tann 20. jan
uar í 1961, tá hann varð svorin í eið sum
forseti í Washington. Røðan, hann tá
helt, fór í søguna sum ein av teimum
kendastu nakrantíð. Serliga setningurin
»Spyr ikki, hvat land títt kann gera fyri
teg, men hvat tú kanst gera fyri land
títt« er nógv endurgivin, men hesin
setningurin var ikki bara tikin úr leys
um lofti. Hann var niðurstøðan av inni
haldinum í røðuni, ið m.a. var hetta:
»Latið nú ljóða av hesum stað,
mótvegis vinum sum fíggindum, at
kyndilin er latin einum nýggjum ættar
liði av amerikanarum, sum er føtt í hesi
øldini, hart roynt av kríggi, búnað av
einum hørðum og beiskum friði, errið
av sínum arvi. Latið allar tjóðir vita,
um tær vilja okkum væl ella illa, at
vit ætla at gjalda ein og hvønn prís,
bera eina og hvørja byrði, standa ímóti
allari mótgongd, verja allar vinir og
treiskast allar fíggindar fyri at tryggja
okkara frælsi. So latið okkum byrja av
nýggjum.«
Seinni í røðuni bað Kennedy so all ar
sínar landsmenn lata vera við at spyrja,
hvat landið kundi gera fyri teir, men
hvat teir kundu gera fyri landið. Ein
ylur fór sum vera man ígjøgnum nógv
ar ameri kanarar hendan dagin fyri 50
árum síðan. Einans 43 ára gamal var
John F. Kennedy longu í ferð við at
skriva seg í søg una sum ein av teimum
Tann 20. januar í 1961 varð John F. Kennedy sum Tann yngsTi Forsetin
nAKrAntíð svorin í eið í UsA. Hósdagin vóru liðin 50 ár, síðan hettA
Hendi, og FrAmvegis verður Kennedy HámeTTur kring heimin, ikki
bara Tí Hann doyði blóðuga alT ov UngUr, men eisini Tí hAnn var
ein framúr góður røðAri, sTríddisT HarT fyri JAvnrættindUm í usa
og Fyribyrgdi, aT KUbA-KreppAn endaði við einum heimsKríggi
Tá nýggja
æTTarliðið
tók valdið
í amerika