fríggjadagur 21. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
Sosialurin
eingin tari at síggja, tí tari
eksisteraði slett ikki á hesi
leið.
Kenna ikki snellu
Fiskimenninir í Eritrea, sum
Jack og Knud hjálptu, hava
ongantíð sæð eina snellu
áður. Teir brúka í staðin
onkra dorg við lítlum loddi
og einum húki.
– Vit kundu tí hugsað okk
um at funnið út av, um tað
ber til at royna við snellu, og
her halda vit, at hondsnella
hevði verið fín í byrjanini. Tí
ynskja vit at finna onkran,
sum eigur onkra hondsnellu
at lata okkum til hesar roynd
ir, tá vit koma niður aftur
í mars. Vit kundu soleiðis
eis ini ynskt okkum at havt
nakrar teinar og smærri lodd
nið ur við aftur.
Jack vísir á, at korallirnar
eru sum ein skógur á botni,
og tí átti hetta at verið
áhugaverdur
botnur
hjá
ym iskum
fiskasløgum
at
krógvað seg í.
– Longri úti á djúpari vatn
vænta vit at kunna fiska
størri og dýrari fiskasløg,
legg ur hann aftrat.
Ikki ríkur
Jack Thomsen letur væl at
fólkinum í Eritrea. Tey eru
ómetaliga fitt, blíð og fyri
komandi.
– Hjá okkum, sum komu
niður til Eritrea at leggja fá
tækum fiskimonnum lag á,
er hetta ikki nakað, tú gerst
ríkur av. Tað, sum ríkar teg á
eini slíkari ferð, er upplivilsi
og tað, at tú kanst hjálpa øðr
um, sum eru nógv verri fyri
enn vit.
Jack vísir á, at skalt tú
luttaka í eini slíkari verk
ætlan, er fyritreytin hon, at
tú hevur áhuga fyri fólkinum
og samfelagnum.
– Tað nyttar einki bara at
senda bátar, skip ella útgerð
niður til hesi fólk. Neyðugt er
eisini, at tú fert við og lærir
tey at brúka útgerðina. Tað
er altavgerandi, sigur hann.
Umstøðurnar eru vána
ligar, og nólsoyingurin sigur,
at hóast teir vóru 14 mans
á bátinum á hesum báð um
túrunum, var eingin bjarg
ingar útgerð umborð á bát
inum.
– Nei, vit høvdu ikki so
frægt sum bjargingarvestar
umborð á bátinum. Menninir
svóvu á dekkinum, og eg
svav fyri tað mesta uppi á
stýr húsdekkinum. Eina løtu
seinna partin løgdu vit stilt,
tí hitin var so nógvur, sigur
hann.
Jack vísir á, at teir høvdu
umleið hálvt annað tons av
fiski eftir at hava roynt í
fimm dagar.
– Í býnum vóru eini tvey
markaðarpláss, og vit skiltu,
at prísurin á summum fiska
sløgum er rættiliga høgur,
kanska upp í einar 500
krón ur fyri kilo. Annars lá
prísurin millum einar 100
300 krónur fyri kilo. Men tað
eru ikki fólk í Eritrea, sum
hava ráð til at keypa og eta
fisk, sum er so dýrur. Tað eru
helst fólk í teimum ríkaru
arabaralondunum og ríkir
evropearar, sum keypa fiskin,
sigur Jack Thomsen.
vilmund@sosialurin.fo
byrjan mánamorgunin
24. januar kl. 9.00
Vetrarútsølan
Dr. Jacobsensgøta 21,
tel. 315 315
Sosialurin 341800
Knud Andersen er hálvur føroyingur og er formaður í landsfelagnum, »Livandi Hav«
– Fólk eru blíð, vinarlig og serstakliga fyrikomandi, sigur Jack Thomsen
– Fiskasløgini vóru ymisk
og øðrvísi enn tey vit
kenna um okkara leiðir,
sigur Jack Thomsen
Nei, vit høvdu ikki so frægt sum
bjargingarvestar. Menninir svóvu á
dekkinum, og eg svav fyri tað mesta
uppi á stýrhúsdekkinum