Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 9 · 21. januar 2011 9 VIKUSKIFTI best orðaðu og víðskygdastu for setunum yvirhøvur, og so hendi hetta júst 100 ár eftir, at Abraham Lincoln hevði tikið við sum forseti í land inum. Kennedy hevði í sambandi við, at hann varð kosin forsetavalevni í 1960, boðað amerikanarum frá, at teir vóru komnir til eitt nýtt vegamót, sum hann rópti »New Frontier.« Hann segði tá: »Vit standa nú á einum Nýggj um Vega­ móti – vegamótinum við óuppfyltum dreym um og vónum, einum vegamóti av ókendum møguleikum og sannfør­ ingum undir egnum váða. Hinu megin hetta vegamótið eru óupp dagað økir av vísind og rúmd, óloystir trupulleikar í sam bandi við kríggj og frið og óbast ir trupul leikar av ignoransu og fordómum.« Nýggj rættindi John. F. Kennedy var sjónliga ótolin eftir at broyta USA, og ógvusligur rør­ ingur var longu í landinum orsakað av, at fólk vóru uppbýtt eftir húðarliti í almenna rúminum. Í sambandi við eina mótmælisferð í Suðurstatunum ímóti rasuskilnaðinum vóru litt mótmælisfólk fyri grovum harðskapi, sum løgreglan ikki steðgaði, og sjúkrahúsini noktaðu at viðgera tey skaddu. Kennedy heitti tá á Martin Luther King um at steðga mót mælunum, men ómøguligt var at standa ímóti trýstinum, ið nú kom. Í 1962 søkti ein littur studentur um at sleppa at lesa á einum universiteti í Mississippi, har rasisman av álvara logaði. Kennedy mátti hótta við, at her­ urin kom upp í leikin, um studenturin ikki slapp inn á universitetið. Tað slapp hann so. Men við hesum linkaði spenn­ ingurin ikki. Martin Luther King fór nú til Birm ingham í Alabama at vísa sína ónøgd við ein av teimum mest harð­ rendu løgregluovastunum í USA, Jim Crow. Ovastin beitti bæði albrynjaðar løgreglumenn, vandkanónir og hundar eftir mótmælisfólkunum, og í sjón varp­ inum sá Kennedy, hvat hendi. Hendingarnar ávirkaðu Kennedy so nógv, at hann treiv í pennin og helt eina sjónvarpsrøðu um borgararættindi. Røðuna hava summi kallað eina ta vakrastu, hann helt. Hann segði m.a.: »Vit kunnu ikki siga við 10 prosent av fólk inum, at tey ikki kunnu fáa somu rætt indi sum onnur, at teirra børn ikki skulu hava loyva at menna síni evnir, at teirra einasti háttur at vinna síni rætt indi er at fara á gøturnar at mót­ mæla. Eg haldi, at vit skylda teimum og okkum sjálvum eitt betri land enn hetta.« Tann 19. juni í 1963 legði Kennedy fram eitt altumfatandi lógaruppskot ímóti at gera mismun á fólki. Uppskotið umfataði ikki bara rættin at atkvøða og sleppa inn á almennar stovnar, men at fáa atgongd til allar almennar bygningar, bæði hotell, matstovur, sjónleikarhús og handlar. Kennedy hevði tikið støðu saman við teimum littu, men tann 28. august í 1963, tá júst 100 ár vóru liðin, síðan Lincoln avtók trælahaldið, skipaðu borgararættindastríðsfólk fyri stórari mótmælisgongu í Washington. Fleiri enn 250.000 fólk møttu upp, og høvuðsrøðari var Martin Luther King. Tað var á hesum fundi, at hann helt víða gitnu røðuna um, at hann hevði ein dreym. Ein dreym um, at øll mannabørn skuldu taka saman hendur og syngja, at tey loksins vóru fræls. »Free at last, free at last,« messaði King, meðan hann endur gav kenda gospelsangin, ið litt høvdu sungið í mong áratíggju. Eisini »We Shall Overcome« rungaði við Lincoln Memorial. Tá alt var av, vórðu fyri skipar arnir bodnir í Hvítu Húsini, har Kennedy tók ímóti teimum. Gott eftirmæli John F. Kennedy hevði sostatt avgerandi týdning fyri, at amerikanarar av afri­ konsk um uppruna vunnu sær somu rættindir í samfelagnum sum onnur. Men hann verður ikki bara mintur fyri tað. Spenningurin undir Kuba­kreppuni í oktober 1962 var so nógvur, at øll krepp an mundi endað við heimskríggi. Keldur, sum fleiri ár seinni eru vorðnar atkomiligar, hava avdúkað, at heimurin var eina hársbreidd frá teirri stóru vanlukkuni, tí nervarnir hingu uttaná í báðum stórveldunum, og trýstið innanífrá á Kennedy at brúka hermegi var ovurstórt. Kreppan snúði seg um, at russarar vildu seta upp langtrøkkandi rakettir á Kuba, og ætlanin var komin so langt, at skipini vóru á veg á Kuba við rakett unum. Kennedy setti í verk flota­ stongsul, so skipini skuldu ikki sleppa vegin fram. So leiðis andøvdu stórveldini hvørt yvir av øðrum, meðan heimurin helt andanum og vónaði tað besta, men óttaðist tað ringasta. At enda bakkaðu russ ararnir, m.a. tí Kennedy gav lyfti um, at USA fór ikki háða russarar, um teir bakkaðu. Eisini læt hann teir vita, at USA fór at taka sínar rakettir niður í Turkalandi. Heykarnir í Washington, ið vóru uppfyltir av krígshugi hesi árini, hildu, at John F. Kennedy og Robert F. Kennedy vóru veikir. Teir høvdu ilt við at gloyma Kennedy, at hann ikki var kom in útlagnum kubanarum til hjálpar, tá teir í 1961 gjørdu innrás í Svínavíkini á Kuba fyri at reka Castro burtur. Men Kennedy vildi ikki, at USA skuldi setast í samband við innrásina. Hetta fataðu heykarnir sum veikleika, men í dag siga søgu frøðingar, at Kennedy var kaldur sum stál undir Kuba­kreppuni. Var rætt og slætt orsøkin til, at hon ikki endaði við kríggi. So eftirmæli hansara er heilt í lagi. Gamaní var hann kendur fyri at vera fegin um konufólk, og kona hansara, Jacqueline Kennedy, skuldi tola mangt, m.a. at hann segðist fríggja við Marilyn Monroe. Men tey hildu saman heilt fram til 22. november í 1963, tá Kennedy varð skotin í Dallas. Sorgin, ið amerikanarar kendu tá, kundi valla lýsast við orðum, og líka so skelkandi, sum drápið var, líka so vist man tað vera, at tóku John F. Kennedy og Martin Luther King ikki lógvatak saman í 1963, hevði USA neyvan havt ein littan forseta í dag. John F. Kennedy varð innsettur sum forseti 20. januar í 1961. Hósdagin vóru sostatt liðin júst 50 ár, síðan hann tók við valdinum í Washington. Hansara politiska eftirmæli er yvirhøvur gott, hóast hann doyði einans 46 ára gamal 22. november í 1963