Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 14 Sosialurin 1000 krónur í bót fyribrot á hunda­ lógina Ein bóndi á Streymoynni fekk í Føroya Rætti í morgun 1000 krónur í bót fyri at hava latið hundin hjá sær standa bundnan í ov stuttum boði í minsta lagi í 10 tímar Hundurin hevði styttri boð enn teir fimm lógarásettu metrarnar, hann hevði einki vatn og ongastaðni var at sleppa í le Modellmynd Leo Poulsen Hann hevur altíð havt ein serliga áhuga til blýantin. Heilt frá barnsbeini av hevur honum dámað væl at tekna, og tað var eisini orsøkin til, at hann fór niður til Danmarkar á Kunst hond verkaraskúlan í 1957. – Orsøkin var fyrst og fremst hon, at eg vildi síggja, hvørjir møguleikarnir vóru, og tað stóð skjótt greitt, at lýsinga teknari var avgjørt ikki nakað fyri meg. Eg kundi ikki ímynda mær at siti á einari teknistovu og tekna konservesdósir, sigur Óli Petersen, føroyska svarið upp á Kurt Westergaard. Men hetta uppihaldið á Kunsthondv erkara skúl­ anum var ikki burturspilt. – Hetta var mær holl vitan, og við hesari barlastini kom eg so heim aftur til Føroya, har eg fór til skips í eina tíð, sigur Óli Petersen. Hann fór so til Danmarkar aftur í 1962­63, har hann fekk pappír sum tekniskur assis­ tent í Randers, og tað gav hon­ um so neyðugu útbúgv ing ina at hjálpa til á teknistovum. – Eg fekk so arbeiði á Skála Skipasmiðju, har eg byrjaði á páskum 1964. Tað var eitt stak gott arbeiðspláss, og eg slapp at taka hond í allastaðni, har tað fyrifall, sigur Óli P. Tá hann byrjaði á skipa­ smiðjuni á Skála, stóðu Ísborg og Nónhamar undir bygging, og tað vóru bygginummar tvey og trý. – Framman undan vóru Boðanes og Strandingur bygd ir á skipa smiðjuni sum byggi nummar eitt og tvey, og vit bygdu eini 50 ný bygn ­ ing ar, meðan eg var á skipa­ smiðjuni, sigur Óli P. Byrjaði fyri seg sjálvan Meginparturin av arbeiðinum hjá Óla P. ta tíð, hann var á Skála Skipasmiðju, var at tekna apteringar (innrætting av skipum). – Allar apteringar skuldu góðkennast av skipa eftir­ litinum og klassanum, so vit sluppu rættiliga at prøva okkum av. Vit kundu fara so langt, sum vit vildu í teirri vitan, at alt skuldi góð kennast, sigur Óli P. Tíðirnar eru broyttar, eisini innan fyri aptering, og nú verður alt gjørt á teldu. – Apter ing­ in var ofta ein karmur. Vit fingu at vita til døm is talið av køm urum og so víðari, og so varð teknað út frá tí, sigur Óli P. Eitt annað, sum hann eis­ ini fekst við, var HVS. – Vit høvdu eisini um hendi, til dømis hvar og hvussu ra d i a to ra r skuldu hang ast upp. Og hetta helt so fram, til skipa smiðjan fór av knóranum í 1989, sigur Óli P. Tá hetta hendi, byrjaði hann fyri seg sjálvan, og fór at tekna burturav. – Eg teknaði so til eitt nú bøkur og annað, men hjálpti til av og á við apteringum, tá á stóð. Eg var eisini ein av teimum, sum í mong ár tekn­ aði Rukkulakkan, sigur Óli P. Á Sosialinum Tá Óli P. byrjaði fyri seg sjálvan, byrjaði hann sam stundis eisini at tekna fyri Sosialin. – Eg hevði eina teknirøð, ið nevndist Stavnur og Snar, og ta teknirøðina keypti Jan Müller frá mær. Og soleiðis byrjaði eg at tekna fyri Sosialin, sigur Óli P. Hann minnist seg eisini vera fyrsta teknaran, sum leveraði til Aktuella Hornið hjá Dimmalætting, men heilt frá 1989 hevur hann so teknað fyri Sosialin. Hansara tekningar viðgera aktuel mál, eru prikandi og ironiskar, men er hann nakrantíð farin um mark? – Tað er helst onkur tekn ing, sum hevur ligið á markinum, men eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi tenkað nakað, har eg aftaná hugsaði, at »hatta skuldi eg ikki havt gjørt«, sigur Óli P. Mánadagin fyllir Óli P. 75 ár, og so er bara at bíða í spenningi, um hann verður offur fyri sær sjálvum á baksíðuni tann dagin. Eri ongantíð farin um strikuna Mánadagin fyllir Óli P., Óli Petersen, teknari á Sosialinum, 75 ár, og hann sigur, at hóast hann ofta hevur rillað á markinum, er hann ongantíð farin um strikuna Leo Poulsen Tað var mánadagin 6. juli 2009, at ein bóndi í Suður streymi varð meld aður til løgregluna, fyri at hava latið ein av hundum sínum staðið bundnan til ein pela í mista lagi í 10 tímar. Hundurin hevði styttri boð enn teir kravdu fimm metrarnar, og hann hevði hvørki atgongd til vatn ella lívd, og hetta er brot á hundalógina. Eitt vitni greiddi frá, at hann var farin út í garðin at snøgga um einaferð eftir døgurða, og hevði tá hoyrt hundin hvína. Tá hann fór innar til nátturða tók hann kikaran og sá tá, at talan var um ein hund, sum stóð bundin til ein pela einar 200 metrar frá har, vitnið búðið. Tá vintið fór innar aftur, og so smátt gjørdi seg til at fara til songar, stóð hundurin framvegis har og hvein, og tí fór hann yvir til grannan, sum eisini er bóndi, at vita, um hetta var hansara hundur. Tað var tað ikki, men hesin bóndin tók hundin inn fyri náttina. Ákærdi bóndin greiddi frá, at hundurin varð fluttur, og at hann hevði havt eina sjúka kúgv at taka sær av í fjósinum. Tá hann kom eftir hundinum seinni um kvøldið, var hann burtur. Ákæri í málinum var Tønnis Wardum, og hann undirstrikaði, at bóndin var ikki ákærdur fyri djórapínslu, men fyri brot á hundalógina. Hann mælti til 1.000 krónur í bót, og tað helt dómarin var rímiligt. Bóndin bað um 14 dagar at umhugsa, hvørt hann skuldi kæra málið inn fyri hægri rætt. Føroya kendasti teknari, Óli P., fyllir 75 ár mánadagin, so nú bíða vit í spenningin eftir tekningi á baksíðuni tann dagin