fríggjadagur 21. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Bergtóra Høgnesen er ættað úr Klaksvík.
Foreldrini eru Regin og Kristina Høgnesen.
Pápin er ættaður av Norðoyri og mamman
er úr Mikladali. Tey búgva í Klaksvík, og tað
var her, at Bergtóra sleit sínar barnaskógvar.
Tá omman og abbin búðu í Mikladali,
var hon eisini nógv har og vitjaði.
Tá Bergtóra var vorðin hálvvaksin og
gekk í framhaldsskúla í Klaksvík, plagdi hon
eftir skúlatíð at arbeiða á Roykivirkinum
hjá Juliusi Johannesen. Hon arbeiddi eisini
á Roykivirkinum, áðrenn hon sum 17
ára gomul í 1991 fór til Havnar í læru
sum kondittari hjá Frants Restorff.
Hugurin birtist
– Eg veit ikki ordiliga, hví eg valdi at fara
í læru sum kondittari, men eg helt, at
hetta ljóðaði áhugavert og spennandi.
Lærumeistari hjá mær hjá Frants Restorff
gjørdist pápabeiggi mín, Rólant Høgnesen,
sáli. Haraftrat høvdu ommusystir mín og
maður hennara bakarí í Klaksvík. Tí visti
eg eitt sindur um hetta, og kanska var tað
hetta tilknýti sum gjørdi, at hugurin birtist
til at læra til kondittara, sigur Bergtóra.
At læra til kondittara tók fýra ár. Í summar
frítíðini uppundir endan av lærutíðini slapp
hon eisini at royna seg á bakarínum umborð
á Norrønu. Henni dámdi væl at sigla og
arbeiða umborð, og tey næstu árini eftir,
at hon hevði fingið læruna í hús, sigldi hon
sum kondittari við Norrønu um sumrarnar.
– Hetta var vanliga frá umleið hálvum
mai og eina ella tvær vikur út í september.
Minnist eg rætt, sigldu vit ein vetur eisini.
Mær dámdi væl umborð á Norrønu, og eg
fekst mest við dessertir umborð, og eg
bakaði eisini eitt sindur. Annars hjálptust
við at við øllum tí vanliga, sigur hon.
Í vetrarhálvuni, meðan Bergtóra
sigldi við Norrønu og enn búði í Klaksvík,
arbeiddi hon eitt nú í fiski á Kósini, bæði
í saltfiskinum og inni á flakavirkinum.
Hon gavst at sigla í 2001.
Tey næstu árini arbeiddi Bergtóra Høgnesen
í køkinum á Sjómansheiminum í Havn, men
meðan hon var í farloyvi, tá hon og Sámal
fingu dóttrina, læt Sjómansheimið aftur.
– Tey fyrstu árini, meðan eg arbeiddi
á Sjómansheiminum, var Kjøtbúðin í
kjallaranum har. Tey komu upp við pylsum,
farsi og ymiskum, sum vit keyptu og seldu
okkara viðskiftafólkum, sum komu á gátt.
Soleiðis kom eg at kenna tey, sum varaðu
av framleiðsluvirkseminum í kjallaranum.
5 ár í kjøti
Nú vit skriva 2011, hevur Bergtóra Høgnesen
arbeitt í Kjøtbúðini í næstan fimm ár.
– Meðan eg var í farloyvi, fór eg heim at
tosa við Odd, sum er triðja ættarlið og stjóri
í Kjøtbúðini í dag. Tað var leyst og liðugt
beinanvegin, og eg fekk starv hjá teimum.
Hon sigur, at tá hon byrjaði at arbeiða
hjá Kjøtbúðini, var virksemið flutt út í
góðar umstøður í Akranesgøtu í Havn.
– Tí upplivdi eg ikki at arbeiða í kjallaranum
á Sjómansheiminum, har Kjøtbúðin
helt til í mong, mong ár, sigur hon.
Bergtóra, sum í dag er 37 ára gomul,
stórtrívist í sínum starvi hjá Kjøtbúðini.
– Høvuðsframleiðslan hjá okkum er
hakkikjøt, fiskafars og ikki at gloyma
sera væl umtóktu rullupylsuna,
sum Kjøtbúðin er so kend fyri.
Hon sigur, at tey, sum starvast í
framleiðsluni, skiftast um at gera ymisku
arbeiðini, ið skulu gerast gjøgnum ein dag.
– Arbeiðsdagurin byrjar klokkan 7.30 ella
klokkan 8, og vit arbeiða vanliga til klokkan
16. Eg havi nú verið her í sløk fimm ár, og
mær dámar arbeiði sera væl, sigur Bergtóra
Høgnesen, sum livir saman við Sámali Hansen.
Bergtóra og Sámal búgva á Norð
asta Horni í Havn og eiga saman eina
dóttir, sum er seks ára gomul, og
Sámal eigur eina dóttir sum er 16.
Triðja ættarlið
Kjøtbúðin er gomul fyritøku, sum
nú er í triðja ættarliði.
Tað var Jens Reinert, sum stovnaði
fyritøkuna í 1938, og heilt fram til ár
2005 helt Kjøtbúðin til í kjallaranum
á Sjómansheiminum í Havn.
Stjóri í dag er Oddur Reinert, sum er
abbasonur Jens Reinert og sonur Otto
Reinert, sum nú er 83 ára gamalur.
Í Kjøtbúðini í Akranesgøtu
7 í Havn starvast 8 fólk.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Kjøtið vann á dessertini
Hon hevur lært til kondittara, men arbeiðir nú á fimmta ári við kjøti í kjøtbúðini í
akranesgøtu í havn, sum er í triðja ættarliði. tað var jens reinert, sum stovnaði fyritøkuna
í 1938 – og í dag er tað abbasonur hansara, oddur reinert, sum stendur fyri leiðsluni
Fakta
Navn: Bergtóra Høgnesen
Starv: Matvøruframleiðari
Besta við starvinum:
At framleiða dygdargóðar vørur
Ringasta við starvinum:
Tá alt ikki gongur eftir vild
Starvstíð: Fimm ár
Starvsfólk: 8
Staður: Akranesgøta 5, Tórshavn
Stjóri: Oddur Reinert
mynd: ViLMuNd JAcOBSEN
Bergtóra Høgnesen