Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 Sosialurin Dánjal Mouritsson Joensen nevndarlimur í UFM og Miðflokkinum Undir yvirskriftini “Megna vit at skapa eitt “friðfult samfelag?”, vísir høvundurin, í bókini, hjá David Baron, “The Beast in the Garden”, til eitt brot úr Esaias kapittul 11, ørindi 6. Har stendur: Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; ... Líkið av einum súkklisti varð funnið í eini tjóðarpark í California. Fyri íbúgvarnar í Boulder, í Kolorado, vóru hetta tíðindi, ið mintu tey aftur á ræðandi hendingar, tá ein puma fyri 13 árum síðani hevði dripið ein tannáring, sum fekst við at jogga. Søgan um júst henda tilburðin, er ein søga, sum avdúkar hvussu skeivar heimsfatanir kunnu leiða til størri avleiðingar enn man hevði trúð, tó man gjørdi tað av reinum og romantiskum hjarta. 5 ár undan at pumain framdi deydliga álopið, høvdu villdjóraserfrøðingar ávarað íbúgvarnar í Boulder økinum, at eitt álop var sann­ líkt. Men uppskot og ávaring­ ar vórðu kveistrað til viks. Hví? Tað var orsakað av heimsákoðanini hjá mongum av íbúgvunum í økinum. Boulder er kent fyri sína liberalismu, ser­ stakliga tá tað kemur til um­ hvørvisviðurskifti. Hesar áskoðanir førdu til, at íbúgv­ arnir í Boulder økinum fóru at trúgva uppá, at tey kundu liva í einum slag av paradísi, har fólk og villdjór kundu liva lið um lið, í friði. Tey vístu soleiðis frá sær, ávaringarnar um, at reinsdjóraflokkurin í økinum vaks í stórum. Fyri pumairnar, hevði hetta, eins og ein magnetur, eina dragandi megi við sær. Men, eingin í økinum vildi góðtaka eina stýrda, ætlaða veiðu av reinsdjórum. At enda vóru pumurnar eisini sæddar í økinum, men framvegis hildu íbúgvarnir á við at ignorera møguligan vanda. Sjálvt aftaná at ein tannáringur í Boulder var dripin, gjørdi eingin nakað við trupulleikan. Tað var so ógvusligt, at ein av lærarunum hjá tann­ áringinum hevðist at hesum hugburði, sum, ístaðin fyri at heinta líkið til jarðarferð, heldur vildi lata tað liggja, soleiðis at pumurnar kundu eta seg lidnar! Tann romantiska heims­ áskoðanin hjá Boulder íbúgv­ unum fekk tey at hugsa, at til bar at skapa eitt friðfult samfelag, har hvølpurin kundi leggja seg hjá pumuni. Pumain vil ikki liggja undir liðini av lambinum – ella hvølpinum – fyrrenn við seinnu komu Kristusar. Hettar kann takast inn í tann hugsunarhátt sum vit hava í Føroyum í dag, har vit altíð blíva víst á at vit skullu fylgja okkara lystum, úttan at vita hvat avleiðingarnar gerast. Lat meg nevna sum dømi. Nógv ynskja at slaka á rúsevnisøkinum. Ynski er frammi um at hava møgu­ leika at keypa rúsevni í vanligu vøruhandlum, sjálvt um hettar hevur víst seg at verða skaðiligt allastaðni har tað er loyvt, við tað at tey hava fyngi fleiri misnýtarar. Vit mugu ansa okkum so vit ikki ganga somu leið sum íbúgvarnir í Boulder. Vit mugu ansa okkum tá vit fylgja tíðarrákinum. Vit mugu ansa okkum um vit góðtaka alt í tann nýmodernaði hugsunar­ hátturin kemur við. Harri, lær okkum at døma um, allar nútíðar lærur, ið eru í stríð við vísdómin í Orði Tínum, soleiðis at vit verja sál, likam og land okkara!! Skulu vit altíð fylgja tíðarrákinum? Er tað so, at fíggjarnevndin er vorðin misinformerað av landsstýriskvinnuni í al­ mannamálum ella hevur mis­ skilt hana, so eiga vit at taka málið har frá, ístaðin fyri at liggja og skriva eftir hvørjum øðrum, soleiðis sum lands­ stýriskvinnan leggur upp til í lesarabrævið, hon nevnir: ”Skerj­ingin av bú­stovnum ein funnin fressur hj­á Annitu”. Tað er altso landsstýris­ kvinnan í almannamálum fyrst og fremst, og síðani samgongan øll, sum hevur ábyrgdina av vantandi poli­ tikkinum á bústovnaøkinum og ikki undirritaða, sum situr í andstøðu. Men um so var, so er tað altso ikki bara Annita, sum hevur ”misskilt” Rósu. Talan er um alla fíggjarnevndina! Og álvaratos, tá 7 fólk, ­ øll fíggjarnevndin, fær ta fatan, at Rósa upplýsti fyri okkum, at onki var klárt á bústovna­ økinum, meðan Rósa sigur seg hava sagt nakað annað, so kann tað verða, at tað er galið við sendaranum hjá Rósu og ikki við móttakaranum hjá fíggjarnevndini. Hinvegin veit eg ikki heilt, hvat tað er, Rósa er so ósamd við mær í. Hon sigur í lesarabrævinum, seg hava upplýst fyri fíggjarnevndini ”at ongin materiel heimild lá fyri ætlaðu verkætlanirnar. Altso at lógargrundarlagið ikki var klárt fyri nýbygging­ arnar” OK??! Kanska eitt sindur fínari, men er hetta so nógv øðrvísi, og at siga at ”onki var klárt”? Tað, sum Rósa altso skal í gongd við nú, tað er: • at gera lógargrundarlagið/ verklagslógina, • sum síðani skal sendast til hoyringar • síðani skal uppskotið fyri løgtingið og í nevnd • projekteringin skal gerast, • arbeiðið skal bjóðast út, • jørðarbeiðið gerast klárt, • øll neyðug loyvi fáast til vega og • so til síðst skal spakin setast í og ferð fáast á byggingina. Punkt 1 til 7 kosta ”onki” (tvs, at tey taka ikki burturav játtanini til Bústovnar) men tey taka drúgva tíð at fáa frá hondini – fleiri mánaðir. Tað er punkt 8, sum kostar, og sum kann taka langa tíð, alt eftir hvat projekt talan er um. Alt hetta skal hon gera í sambandi við sambýli til sinnisveik, sambýli til menn­ ingartarnað, til nýggjan stovn til Reiðrið, og til fyri­ reikan av nýggjum sambýli til heilaskødd. Og onki av hesum punktum var gjørt í desember mánað. Tað, er eisini neyðugt at undirstrikað , at Rósa hevur góðar 16 mió at arbeiða við. Og ikki ongar pengar, sum onkur hevur fingið fatan av. Sum dømi kann nevnast, at heim til menningartarnað til 14 fólk kosta góðar 8 mió kr (sambært upplýsingum frá almannaráðnum) og heim til sinnisveik somuleiðis góðar 8 mió kr. Tvs, at hon hevur játtan til tvey heim, sum mugu sigast at verða bráðfeingis at fáa frá hondini! So har er bara at fara til arbeiðis. Beinanvegin. Fær hon lógargrundarlagið frá hondini, og síðani alt hitt, so áttu hasi bæði heimini at verið komin væl áleiðis við árslok. Og liðug um hon skal náa at brúka allar pengarnar! Drálar hon, nær hon tað ikki! Eins og hon heldur ikki náddi tað hvørki í fjør ella í fyrrárið. Er tað so, at hon umframt heimið til menningartarnað og heimið til sinnisveik, nær at gera nýggjan stovn til Reiðrið og nýtt sambýli til heilskødd, soleiðis sum hon NÙ rør framundir í Degi og Viku og í lesarabrævinum, so vóni eg, at hon tekur málið uppaftur, ístaðin fyri at leggja seg afturá og geva andstøðuni skyldina. Annita á Fríðriksmørk Ráðharrar á gomlum nøglum geva andstøðuni skylduna!