Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 9 · 21. januar 2011 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eydna Skaale Útgávukonsert við Budam komandi fríggja kvøld, 28. januar verður útgávukonsert við Budam í norðurlanda­ húsinum. Budam plagar at hava serliga undirhaldandi og teatralskar konsertir, og alt talar fyri, at tað sama verður galdandi fyri hesa konsertina. hann hevur fingið hjálp frá sámali Blak, sum er scenograftur, frá kristinu ougaard, sum skal leika og frá david geyti, sum hevur staðið fyri pallsmíði. Útgávukonsert við Budam í norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 28. januar kl 19.30 kostnaður 230 kr. móttøka í íverk­ setara hÚsinum í sambandi við at íverksetarahúsið er flutt í bygningin hjá JF kjølbro á garða vegi 57 í klaksvík, og at tað verður skrivað undir sáttmála við nýggja høvuðs­ sponsorin, bjóðar íverksetarahúsið til móttøku mánadagin 24. januar kl. 14:00. á móttøkuni verður greitt frá ætlanum í 2011, nýggi høvuðssponsorurin verður avdúkaður, umframt onnur innsløg. móttøka í íverksetarahÚsinum mánadagin 24. januar kl. 14.00 á garðavegi 57 í klaksvík DENNIS: EIN FØROYSK PRINSESSA Fyrst var hann Robin og Dennis Agerblad, síðani var hann bara Ova, og nú er hann aftur Dennis Agerblad. Í dag býr hann í Keypmannahavn, har hann eftir loknan arbeiðsdag tveitir sín borgarliga ham og trínur á pall sum ein av fremstu "drag-queens" í Danmark. “Fyri fyrstu ferð í mínum lívi, kenni eg meg normalan”, sigur 40 ára gamli Dennis Agerblad í hesi dokumentarsendingini, sum Bjarni Árting Rubeksen og Elin í Stórustovu hava lagt til rættis. SvF hóskvøldið 27. januar kl. 22:00 næmingar úr rútm isku deildini í musikk­ skúla miðnám fara sunnudagin 23. januar at spæla frumtónleik, fría improvisatión, umframt lænt verk hjá kendum djass­ og rokknøvnum. spontant samskifti, hjávera og ovurhugi eru lyklahugtøk fyri tónleikin, ið myndar hesa konsert. tónleikararnir eru: Per i. højgaard, slagverk, karl andrias storá, bassur, remi Johansen, slagverk, rasmus Bordoy, gittara, Jensia .h. dam, sang, kim kristensen, klaver, Jannik gade, gittara. spælt verður m.a. tónleik eftir keith Jarret, steve swallow , Jan Johansson, John mcLaughlin og sonny rollins. tónleikarar á veg norðurlandahúsið sunnudagin 23. januar kl 16.00. kostnaður 80 kr. tónLeikarar á veg – rÚtmisk konsert skoyting á skáLatrøð arbeiðið við skoytibreytini á skálatrøð gongur væl, og gongst sum ætlað verður skoytibreytin tikin í nýtslu mána­ ella týsdagin. Borgarstjórin hevur sagt, at býðráðið ætlar at skipa fyri onkrum serligum tiltaki, kanska við at fáa eina veruliga hálvføroyska skoytiprinsessu at lata banan upp. skoytiBreytin letur upp á skálatrøð í næstu viku green hair Fashion À tiltakinum “green hair Fashion” verður ljós varpað á føroysk ungfólk, sum skapa og hugsa øðrvísi. Ætlanin er, at ungir, royndir og óroyndir føroyskir sniðgevar, tónleikarar, frisørar, stílistar, makeupartistar og onnur áhugað, skulu hava møguleika at luttaka í einum alternativum showi í sjónleikarahúsinum í havn. tað stendur øllum frítt fyri at melda eitt toymi til, sum so skal samstarva um modellir, hár, make up, klæðir, tónleik og ikki minst eina øðrvísi framførslu. hyggjarin fær eina serstaka uppliving og eina ábending av tí nýggja, sum rørir seg innan føroyska mótaheimin júst nú. »green hair Fashion« í sjónleikarahúsinum mánakvøldið 24. januar kl. 20:30 ungrás ByrJar aFtur Fyri jól gjørdi rás2 eina roynd við ungdómssending fríggjakvøld. tað vóru ung av margarinfabrikkini í havn, sum stóðu fyri sendingini. nú verður sendingin tikin uppaftur. hon verður send fyrstu ferð fríggjakvøldið og heldur fram komandi vikurnar. ungir vertir undirhalda við práti, tónleiki og kapping. ungrás2 rás2 Fríggjakvøldið 21. januar kl. 22.00