fríggjadagur 21. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
E
lsta ítøkiliga minni um
ættina er gravsteinurin
hjá Jens Christian Cornelius
Guttesen (1856-1926).
Pápi hansara kallaðist
Gutti Christiansen f. 2.11
1833. Tí kom sonurin at
verða kallaður Gutta Jens.
Mamman var Christianna
Christiansdóttir (1826-1896.)
Sambært fólkateljingum
er Jens hjá mammuni í 1860
og 1880. Í 1870 er hann úti í
Nólsoy. Í Havn býr hann á
Húsabrúgv.
Gutta Jens var giftur við
Sunnevu Frederikku Johannes-
sen, fødd á Toftum 23.7. 1858.
Hon doyði í Havn 19.3 1943.
Jens stendur í fólkatelj-
ingum fyri at vera “arbejds-
mand og fisker”, sum nógvir
havnarmenn vóru tá í tíðini.
Men Jens var kortini nakað
serligt á ymiskum økjum.
Hann var roknaður fyri
at vera vitugur og fittur í
hondunum.
Sangurin byrjaði
í rættinum
Langabbasonurin Rolf Gutte-
sen greiðir frá:
»Hann átti leksikon, sum
pápi
og
John
Davidsen
plagdu at fara inn at sleppa
at lesa í. Hann virkaði sum
heimadoktari úti á Reyni.
Hann dugdi at 'klinka' t.v.s.
umvæla leir- og steintoy, sum
var brotnað.«
Men hann var eisini kend-
ur fyri at vera nakað buldras-
ligur. Petur Alberg greiðir
frá eina ferð Jens varð av-
hoyrdur í rættinum í februar
1900, at »en dag begyndte han
at synge Salmer midt under
mødet, hvorover Sorenskriv-
eren blev rasende.«
So tað kann kanska sigast,
at her byrjaði almenna sang-
karrieran hjá Guttesen ættini!
Børnini vóru:
1. Maren Malene (1885-
1929), giftist við Thomas Paula
Holm á Hólalagnum í Hvalba.
Tey fingu eingi børn.
2. Johannes Simon (1886-
1954). Giftist við Elsebeth
Christine Poulsen (1885-1973)
úr Vestmanna. Búðu við Ting-
húsvegin og fingu átta børn.
3. Christiane (Anna) (1889-
1950). Giftist við Olaf Frits
Johansen í Rættará (1885-
1946). Tey fingu fýra børn.
4. Sigrid (1892-1956). Giftist
við Hendrik Andreassen í
Tjørnuvík. Fingu ein son,
sum doyði ungur.
5.
Hjalmar
(1892-1962).
Giftist fyrst við Andreu Cath-
rinu Sophie Henriksen úr
Sørvági (1892-1918.) Tey fingu
tríggjar synir. Hjalmar giftist
upp aftur við Elsebeth Elene
Joensen (1894-1978) úr Haldórs-
vík. Tey fingu 10 børn.
6. Petra Kristina (1894-
1950).
Hon
giftist
fyrst
við Jens Paula Midjord í
Hvalba f. 1887. Hann doyði
í skaðagrindini í Sandvík í
1915. Hon giftist til Noregs.
Maðurin doyði blaðungur, og
hon kom aftur til Havnar.
7. Jens Christian Corneli
us, kallaður Kisan, (1896-
1958). Giftist við Johanne
Maria Olsen (1895-1969) úr
Skálavík. Tey fingu 11 børn.
8. Sunneva Fr. Guttesen
(1898-1966) giftist við Olaf
Askildsen (1895-1988). Hann
var úr Kristiansand í Noregi,
men búsettust í Havn. Tey
áttu seks børn.
9. Petur (1902-1920), fórst
við Puritan.
Kisan undangongu
maður í tónleiki
Tá ið Kisan doyði, skrivaði
Mourentius Viðstein hesi
minningarorð um hann:
Kristian var væl kendur
maður, ikki bert í Havn, men
um allar Føroyar og víðari
við. Umframt tað, at hann
var kendur málari, lærdur
upp hjá Poul í Geil, var hann
ein av fremstu monnunum í
okkara musikklívi. Hansara
heiti hugur fyri musikklívi-
num mundu helst stava frá
móðurættini, tí til dømis
morbróðir hansara Christian
Ludvig Johannesen, lærari,
var í síni tíð ein av dyggastu
stuðlunum í musikklívinum
í Havn.
Kristian Guttesen var blað-
ungur drongur, tá ið Georg
Hansen, bakar Hansen, var
varugur við, at hann átti neist-
an og musikalskar gávur.
Og hin gamli musikklærarin
dvaldist ikki á. Hann fekk
fatur í dronginum, gav hon-
um eina floytu og lærdi hann
at spæla. Og eingin var fegnari
enn Georg Hansen, tá ið hann
kundi hava henda lovandi ung-
lingin við sær at spæla bæði á
konsert og til dans.
Hjá Poul í Geil kom Kristian
Guttesen at arbeiða saman
við øðrum sang- og musikk-
hugaðum monnum, sum til
dømis Petur Alberg, Sámal
Debes, sonur Jógvan Debes,
og Jákup Pauli Viðstein, sum
eisini spældi á floytu.
Í hesum starvi sum málari
hevði hann góðar atstøður
til at nýta frístundir sínar
til at fáast við musikk. Hann
spældi ikki einans floytu,
men hann var skjótt líka væl
farin í øðrum ljóðførum við,
sum til dømis at blása í horn,
og hóast piccolo lá honum
best fyri, so var hann líka
dúgligur við eini kornett ella
at blása í tuba.
Kristian Guttesen var væl
fyri í skipanini av orkestri
og orkesturspæli. Tað var tí
heldur ikki undarligt, at hann
kom at læra upp ein hóp av
teimum ungu, sum ætlaðu
sær at blása okkurt horn.
Bæði árla dags og á kvøldi
síðla, kundi ein hoyra, hvussu
teir royndu at fáa ljóðførini
at láta uppi á Lítla Skansa.
Mangir blivu dúgligir við
børnunum, sum lært høvdu
hjá Kristian Guttesen.
Kristian
Guttesen
var
ungur, tá ið hann á fyrsta
sinni gjørdist musikkstjóri í
Havnar Hornblástarfelag. Og
tá ið musikknæmingarnir hjá
Georg Hansen 14. mars 1922
tóku seg saman og stovnaðu
musikkfelagið GHM (Georg
Hansens Minde) var Kristian
Guttesen sjálvskrivaður at
verða tess fyrsti musikkstjóri.
Og her hevði hann høvi til
at fremja góðan fólkaligan
musikk, og óræddur lat hann
orkestrið fara í holt við stór
orkesturverk, sum hann vísti
seg seinni eisini at kunna
greiða.
Musikkhugað fólk, bæði í
Havn og á bygd, eiga nógv at
siga Kristian Guttesen takk
fyri. Og vit, ið kendu hann,
vit vita, at hann aldri gloymdi
lærara og meistara sín Georg
Hansen, men mintist hann
altíð við takksemi spekt og
sóma.
Sjáldan hava tónar og
litir rímað so væl í huganum
á nøkrum, sum hjá Kristian
Guttesen. Hann sá saman-
spælið í litunum, sum hann
hoyrdi samljóðið í teimum
stóru orkesturverkunum. Tí
eru bæði føroyskt musikklív
og føroyskt málahandverk
vorðið áríniliga fátækari, nú
ið Kristian Guttesen ikki er
okkara millum longur.
Heiðrað
veri
minni
hansara.”
Tað er ein hópur av eftir-
komarum hjá Kisuni, sum
hava gjørt vart við seg í sangi
og tónleiki. Men nevnast
kann,
at
Jens
Guttesen
sonur Kisuna, var kendur
sum lagasmiður og kórleið-
ari í Ebenezer. Ein av núver-
andi kórleiðarum í nógv
ár er sonur hansara Jens
Christian. Abbadóttir Jens
er Sigrid Rasmussen.
Ein onnur abbadóttir Kis-
una er Maria í Ullvøruhúsi-
num, og dóttir hennara er
Lena Andersen. Ein tann kend-
asta sangkvinna í Føroyum
síni tíð var Sunneva Háberg,
dóttir Onnu og Olaf Johan-
sen, hon var dóttir Gutta Jens.
Nógv onnur kundu verið
nevnd, men plássið loyvir tí
ikki.
Kelda:
Keraldið
Eyðgerð Skýlindal
Katrin Mørkøre
Guttesenættin í Havn verður fyrst og fremst sett í samband við tónleik
og sang. Í hesi grein verður greitt frá nakað av hennara søgu
Jens Christian, Gutta Jens, og Sunneva, kona hansara
Børn hjá Sunnevu og Jens: Standandi f.v. Hjalmar,
Sigrid og Petra. Sitandi: Kristianna, Kisan,
Petur, Sunneva, mamman og Sunneva
Gutta Jens gjørdist forfaðir til stóran
part av okkara tónleikasøgu
Kisan við sínum: Aftast f.v.: Jens, Maja, Petur, Ingrid, Leivur,
Gunhild, Brynhild, Kirstin. Fremst: Óli Jógvan, Kisan,
pápin, Gunnar, Johanna Maria, mamman, og Erling
Í komandi parti verður
greitt frá Ole Olsen, kall-
aður Óli dragari (1800-
1864), og hansara ætt
JENS C. C. GUTTESEN F. 3-7 1856 D. 16-12 1920
Christiane Jens
Christiansdatter (1826-
1896), mamma Gutta Jens