fríggjadagur 21. januar 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
Sosialurin
www.torshavn.fo
Vinnugrundstykki á
Skarðshjalla til sølu
Nú hevur tú møguleikan at ogna tær
byggibúgvi vinnugrundstykki á Skarðshjalla.
Sum framhald av útstykkingini á Sandvíkar-
hjalla, útstykkjar kommunan umleið 15.800
fermetrar til vinnugrundstykki á Skarðshjalla.
Grundstykkini eru ætlað til framleiðsluvinnu,
byggivinnu, bilasølu, verkstaðir og líknandi
vinnur, sum eru umhvørvisflokkaðar í flokki
3 til 6.
Stødd av grundstykkjum
Støddin á grundstykkjunum verður millum
umleið 800 og 1.800 fermetrar.
Grundstykkini verða útgrivin og grovplanerað,
og verður fjarðhiti, vatn, kloakk og el lagt inná
hvørt stykkið.
Kostnaður
Mettur fermeturprísur er. kr. 1.250,00
Helvtin av metta kostnaðinum, fellur til gjald-
ingar við undirritan av fyribilsskeyti, og restin
fellur til gjaldingar, tá ið økið er liðugt byggi-
búgvið og grundstykkini eru matrikulerað.
Tíðarætlan
Fyrstu stykkini verða ætlandi byggibúgvin á
heysti 2011.
Fleiri upplýsingar
Um tit vilja ogna tykkum eitt stykki, ella um tit
hava spurningar í hesum sambandi, kunnu tit
venda tykkum til løgdeildina á telefon 302010
ella senda okkum teldubræv á
torshavn@torshavn.fo
Tað skal viðmerkjast, at nøkur av stykkjunum
eru avløgd.
Sí annars meira á torshavn.fo.
tórshavnar
kommuna
www.torshavn.fo
Vælkomin í 1. flokk
Felagsinnskriving í Tórshavnar
kommunalu skúlar, forskúla og
frítíðarskúlar skúlaárið 2011/2012
Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd
fyri 1. januar 2005 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu
skúlar næsta skúlaár, verða biðin at siga frá mána-
dagin 24. ella týsdagin 25. januar 2011.
Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av
skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum
næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í
kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í
skúla, har pláss er.
Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og
foreldrini boð um, í hvønn skúla næmingar skulu
koma í 1. flokk.
Forskúlin
Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúlan
í Sankta Frans skúla, verða eisini biðin at siga frá
mánadagin 24. ella týsdagin 25. januar 2011.
Innskrivingin
Skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum
Skúlin á Argjahamri, Venjingarskúlin, Tórshavnar
Kommunuskúli, Sankta Frans skúli ( 1.fl. og forskúli ),
Eysturskúlin, Hoyvíkar skúli og Skúlin við Løgmanna-
breyt.
Innskrivingin er í býráðssalinum mánadagin 24. og
týsdagin 25. januar, báðar dagarnar kl. 15.00-18.00.
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð á
telefon 254010.
Skúlarnir aðrastaðni enn í
høvuðsstaðarøkinum
Kollafjarðar skúli Innskrivingin í Kollafjarðar
skúla verður í skúlanum týsdagin 25. januar, kl. 15.
Kaldbaks skúli Innskrivingin í Kaldbaks skúla
verður í skúlanum mánadagin 24. januar, kl. 11.30-
12.30 ella á telefon 302520/515398.
Velbastaðar skúli Innskrivingin í Velbastaðar
skúla verður í skúlanum týsdagin 25. januar, kl. 15-17
ella á telefon 302505/228607.
Nólsoyar skúli Innskrivingin í Nólsoyar skúla
verður í skúlanum týsdagin 25. januar, kl. 17.30-18.30
ella á telefon 302465/217001.
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Frítíðarskúlin
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað
í býráðssalinum / skúlanum somu tíð, sum felags-
innskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til
frítíðarskúlan í Snarskivuni, á heimasíðuni hjá
kommununi www.torshavn.fo ella á telefon 302010.
Meiri fæst at vita um innskrivingina í skúlanum
ella frá Mentamáladeildini, Katrini Ellingsgaard,
málsviðgera í skúlamálum, telefon 302010/281123.
Tórshavnar kommunalu skúlar og frítíðarskúlar
Mentamáladeildin
tórshavnar
kommuna