fríggjadagur 21. januar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
26
Sosialurin
Stýrið hevur ovastu leiðsluna
og yvirskipaðu ábyrgdina
fyri
Kringvarpinum,
og
varð hesin leiklutur gjøgn
umgingin á fundinum. Við
nýggju
kringvarpslógini
hevur landsstýrimaðurin ella
landsstýrikvinnan latið sínar
heimildir at stýra stovninum
til stýrið – fyrst og fremst
fyri at tryggja óheftni av
politiska myndugleikanum.
Tað liggur tí ein stór ábyrgd
á
kringvarpsstýrinum
at
vera við til at skipa so fyri,
at kringvarpsstovnurin fær
møguleika fyri at menna
seg til tað, sum ætlanin
upprunaliga var.
Landsstýriskvinnan nýtti
eisini høvi at gera vart við
nakrar av teimum avbjóðing
um, sum liggja fyri framman:
Public service-
sáttmálin raðfestir
føroyska málið,
mentan og barna-
og ungdómstilfar
Í fjør heyst varð okkara
fyrsti public servicesáttmáli
undirskrivaður.
Og
tað
verður fremsta uppgávan hjá
nýggja stýrinum at tryggja,
at hesin sáttmáli verður
fylgdur. At útinna Public
servicesáttmála eftilit.
Í hesum fyrsta sáttmála
num verður dentur lagdur
á at raðfesta mentan og
barna
og
ungdómstilfar.
Eisini er stórur dentur lagdur
á skyldur Kringvarpsins í
mun til málið. Tað kann als
ikki góðtakast, at almenni
fjølmiðilin
fer
illa
við
málinum. Eisini er dentur
lagdur á at útveita eitt vaks
andi tal av sendingum.
Aðrar skyldur
Hóast raðfestingarnar, skal
Kringvarpið
framhaldandi
røkja allar tær vanligu public
service skyldurnar, ið eru
umrøddar í lógini eins væl
og í sáttmálanum.
Landsstýriskvinnan
minti á, at ein av lógarfestu
skyldum kringvarpsins er
at varðveita sendingar, sum
eru og verða framleiddar.
Tað er umráðandi, at vit
sum skjótast fáa orðað eina
ítøkiliga ætlan um, hvussu
hesin týðandi mentanararvur
verður varðveittur.
Ikki nøktandi hølisum-
støður hjá samanlagda
Kringvarpsstovninum
Útvarpið og Kringvapið vórðu
í 2005 lagdir saman í ein
stovn, Kringvarp Føroya. Tá
var ætlanin, at útbyggingar
skuldu fremjast, soleiðis at
samanlagdi stovnurin kundi
húsast undir sama taki. Men
higartil hevur rúm ikki verið
fyri at gera hesar íløgur, og
framvegis húsast útvarps
og sjónvarpsfólk í stóran
mun hvør sær. Á fundinum
varð ført fram, at fyri at fáa
størri nyttu burturúr saman
leggingini og harvið eitt betri
kringvarp, er neyðugt at
stovnurin flytir saman.
Vantandi inntøkur
og niðurlaging av
lýsingarinntøkum
Í kringvarpslógini verður
Kringvarpinum heimilað “at
fíggja virksemið við kring
varpsgjaldi, kunngerðar og
lýsingarinntøkum, sponsor
ering og øðrum virksemi,
sum er knýtt at uppgávum
stovnsins.
Kringvarpið
hevur loyvi at skipa fyri
inntøkugevandi
eydnu
spølum. Men loyvt er ikki
at lýsa á netmiðlunum”. Í
viðmerkingunum
verður
ført fram, at í eitt fimm ára
skeið skulu lýsingarinntøkur
Kringvarpsins
niðurlagast
– og landið skal útvega aðrar
inntøkur í staðin. Hetta
lyftið varð givið við atliti at
livikorum privatu miðlanna.
Tað hevur ikki higartil
verið møguligt at finna
politiska semju um at halda
hesi lyftir, at niðurlaga lýsing
arinntøkurnar og samstundis
útvega Kringvarpinum aðrar
inntøkur.
Fjølmiðlakommissjón
skal m.a. endurskoða
fígging av
kringvarpsgjaldinum
Kringvarpsgjaldið
hevur
verið óbroytt síðani 2004, og
samanumtikið er fíggjarliga
grundarlagið undir Kring
varpi Føroya og hinum før
oysku fjølmiðlunum vikn
að. Á fundinum kunnaði
landsstýriskvinnan um, at
hon í næstum fer at seta eina
fjølmiðlakommissjón,
sum
skal lýsa støðuna gjøllari
og royna at finna fram til
aðrar møguligar loysnir í
framtíðini. Nevndin skal m.a.
svara spurningunum:
• um kringvarpsbygnað
urin skal vera, sum hann er,
• um Kringvarpið skal
fíggjast øðrvísi í framtíðini,
samstundis sum vit tryggja
eitt úrval av privatum fjøl
miðlum,
• og um vit skulu velja ein
annan leist at veita Føroya
fólki neyðugar public service
tænastur.
Siðvenjur broytast,
so størri rúm verður
fyri øllum miðlunum
Landsstýriskvinnan
helt,
at, óheft av hesum arbeiði,
mugu
samstarv
og
sið
venjur
byggjast
upp,
ið
tryggja, at rúm verður fyri
bæði privatum fjølmiðlum
umframt tí almenna kring
varpinum. Tað merkir, at part
arnir virða hvønn annan á ein
tílíkan hátt, at tað ikki verður
eitt endamál í sjálvum sær, at
taka breyðið úr munninum á
hvørjum øðrum. Tað tykist
hava verið ein tendensur
til, at hevur annar loftborni
miðilin funnið eitt koncept,
sum riggar, so hermir hin
rættiliga skjótt. Tað kann ikki
vera endamálið, at alment
fíggjaði miðilin tekur lut í
tílíkari kapping.
”Tað má og skal vera atlitini
til public service skyldurnar,
sum eru avgerðandi fyri
raðfestingarnar hjá Kring
varpinum. Tað er umráðandi,
at
Kringvarpið
raðfestir
dygd, dirvi, og debatt fram
um nøgd og mainstream.”
Kjak
Eitt betri Kringvarp og størri rúm
fyri privatu fjølmiðlunum
Hetta var høvuðsboðskapurin frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á
Neystabø, ið hevði boðið nývalda kringvarpsstýrinum, varalimum og kringvarpsstjóranum
til ein kunnandi fund í Mentamálaráðnum seinnapartin fríggjadagin 14. januar 2011
Mentamálaráðið
Kristoffur
Gaardlykke,
sum onkuntíð hevur verið
á tingi, sum varamaður
fyri Javnaðarflokkin, hevði
fyrr í vikuni eina grein á
Vágaportalinum, har hann
viðgjørdi Eik málið. Í greinini
legði
hann
serliga
eftir
Sambandsflokkinum og segði
millum annað, at flokkurin
í síni tíð hevði verið ímóti
”okkara tjóðar flogfelag.”
Henda pástandin havi eg
ofta sæð og hoyrt, og havi
eisini fleiri ferðir spurt tey, ið
hava ført hann fram, hvat tey
ítøkiliga meina við, men svar
kemur einki. Tað er bara ein
pástandur, ið eftir øllum at
døma skal endurtakast ofta.
Eg havi leitað í Løgtings
tíðindum, og har sæst, at tá
partafelagið Atlantic Airways
varð sett á stovn í 1987, varð
lógaruppskot lagt fyri tingið,
har biðið varð um heimild
til at seta 1,02 mió. krónur í
partapeningi í felagið. Hesum
tók Sambandsflokkurin und
ir við. Minnilutin í fíggjar
nevndini, (Ivan Johannesen,
Anfinn Kallsberg og Eyðun
Viderø)
skrivaði
millum
annað soleiðis í teirra áliti:
"Minnilutin gongur inn fyri,
at føroyingar koma upp í
flúgvingina."
Í mars 1989 varð biðið
um landskassaveðhald á 75
mió. krónur til P/F Atlantic
Airways. Tað málið varð,
eins og hitt fyrra, beint í
fíggjarnevndina, og 30. mars
sama ár skrivaði nevndin álit,
har ein samd nevnd (íroknað
Flemming
Mikkelsen
úr
Sambandsflokkinum) mælti
tinginum til at samtykkja
uppskotið,
við
onkrum
broytingum.
Eg fari tí at biðja Kristoffur
Gaardlykke koma við teimum
upplýsingunum, sum hann
leggur til grund fyri sínum
pástandi, men sum ikki
síggjast í Løgtingstíðindum.
Eik málið
Tá ið Kristoffur soleiðis í
eini grein, sum viðgerð Eik
málið, nevnir hvat Sambands
flokkurin hevur verið ímóti í
farnum tíðum, so fellir tað í
eyguni, at hann ikki nevnir, at
Sambandsflokkurin var ímóti
at yvirtaka fíggjareftirlitið
og innskjótaratrygdargrun
nin. Tað fekk nevniliga sera
stóran týdning í sambandi
við Eik málið, at hesi mál ikki
vórðu yvirtikin.
Kristoffur
sigur,
at
sambandsmenn koma nú
korpp av kroppi og taka sær
æruna av, at vit fingu eina
góða loysn á Eik kreppuni.
Har haldi eg, at hann hevur
lisið
greinarnar
illa.
Vit
siga nevniliga ikki, at vit
einsamøll eiga æruna, men
vit vísa á fyrimunirnar, sum
ríkisfelagsskapurin
hevur
givið okkum. Men tá tað er
sagt, so tekst ikki burtur,
at Sambandsflokkurin er
framsti garantur fyri ríkis
felagssakpinum.
Spurningur til Kristoffur Gaardlykke
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður