fríggjadagur 21. januar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
15
VIKUSKIFTI
Lívið snýr seg lutvíst um, hvønn vinkul mann velir at síggja og uppliva tað frá.
Soleiðis er eisini við myndamonnum. Her hevur ein fotografur hjá AP verið til
skíðkapping í Týsklandi, og hann hevur fingið eina sannførandi mynd av einum
skíðari á flogi. Eingin, sum sær hesa myndina ivast í, at skíðari kann flúgva
til jarðarinnar enda. Kundi onkur kreativur fotografur ikki tikið eina mynd av
landskassanum, so hann sá út til at verða á tremur í allar dagar og tímar hereftir.
Mynd: APPhoto/Frank Augstein
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Aftur og fram eru líka langt – ella
lík stutt.
Eitt av hesum hálvbýttu
orða tøkunum, sum illa ber til
at taka í álvara, hóast tey verða
marknaðar førd sum bíbilskur
sannleiki.
Og tó. Umskrivað nakað ber til
at siga: far altíð somu leið aftur
sum fram. Altíð, tí so villist tú
ikki.
Hetta er fyrsta boð hjá okkum,
sum ikki hava ættarskil. Annars
villast vit.
Seinast, tað hendi mær, var
tolláksmessukvøld í lítla týska bý
num Goslar í Harzen.
Eg fór út um kvøldið. Á gamla
torgið, har sum tey høvdu eina
sera hugnaliga jólabygd við nógv
um búðum, sum seldu glühwein
og aðrar kókandi heitar drykkir
við prosentum í.
Eg hevði plottað eitt vertshús
fyrr um dagin, og ætlaði inn har á
vegnum heim aftur á hotellið.
Eftir glühweincrawling, sum
endaði við búðina við kirkjuna
undir høgum trøum, avtaktum í
kava og ljósperum, helt eg, at nú
var stundin komin at fara.
Eg loysi og leggi av stað, uttan
at hugsa nakað serligt um kósina,
eg seti. Tað var jú hendan vegin,
eg kom inn á torgið. So altíð, altíð,
somu leið aftur sum fram.
Eftir eina gangandi løtu undr
ist eg so líðandi á, at eg kenni
einki aftur, her eg gangi. Hvar er
hasin handilin ella hin? Eiga teir
ikki at vera júst her á leiðini?
Í staðin fyri at venda aftur
somu leið, geri eg tað fatala mis
takið, at eg snari inn í eina aðra
gøtu, og so aftur í eina aðra. Og so
eri eg vilstur, fullkomiliga lost.
Illgongt er í kavanum og
for bannað hált eisini. Eg reiki í
smølum gøtum, aftur og fram,
neyvan líka langt. Veit bara, at her
havi eg ikki verið fyrr.
Summi hava kumpass við,
tá tey ferðast, eisini í býum. So
villast tey ongantíð, siga tey.
Men kumpass gjørdi ongan
mun, her eg eri horvin millum
miðaldarhús við jólaskreyti í smáu
gluggunum, hugnaligt, hugnaligt,
men tað sansi eg als ikki.
Eg havi ongantíð skilt prin
sipp ið hjá einari kumpass, hóast
eg var gulur úlvaungi (hví eitur
tað ikki úlva hvølpur?) fyri
hundrað árum síðani.
Í øllum jólaljósinum er tað
ein glotti, at absintið, eg drakk
undir jólatrøunum, var bara
absint wannabelookalike. Tað
var ikki 85%, sum absint eigur at
vera. Tíbetur, tí so var ikki bara
ættarskilið horvið.
Men út aftur skal tað kortini.
Og í Týsklandi er forboðið at pissa
aðra staðni enn heima við hús, á
hotellum ella vertshúsum, uttan at
gjalda fyri tað, minst hálva evru.
Men her er eingin at taka
móti pengum, einki hotell, einki
vertshús. Nei, her gerst ikki annað
enn at fara millum tveir bilar og
lita kavan.
“Don´t eat the yellow snow,”
yrkti Frank Zappa í sangi sínum
um eskimoarnar.
Gangi og gangi. Havi ikki
bind indi til at steðga á og vera
hugtikin av aldagomlu húsunum,
sum kring seta meg og flenna at
mær. Fyrsti ferðamaður, sum er
vilstur í Goslar.
Hetta er ein ræðulig støða at
vera í hjá einum 88% autisti sum
eg eri, ella, fyri at vera politiskt
korrektur, einum manni, sum ber
autismu, 88%.
Nú noyðist eg at spyrja onkran,
hvar Hotel der Actermann er.
Jú, jú, tað er handan vegin,
men tað er rættiliga langt.
Aftur at reika. Og so, við eitt,
av berari tilvild sjálvandi, eri
eg aftur har, sum eg kenni meg
aftur, á torginum. Finni gøtuna,
sum leiddi meg higar fyri minst
tveimum tímum síðani. Og seti
beina kós á plottaða vertshúsið.
Ja, beina kós veit eg ikki. Men
eg gangi ta varðagøtuna, sum eg
kenni. Uttan iva er onkur styttri
leið. Men, nei takk.
Innan fyri barrdiskin er Sabine.
Sigoynari, kolasvarta hárið sum
Svartifossur ein illfýsnan dag,
eyguni eisini svørt, svakliga vøkur
sum ein gudinna úr helviti.
Eg eri bjargaður.
UmaftUrafturum
Høgni djurHuuS
Ruddið forsíðuna!
Ber til at síggja HM í hond
bólti á netinum
portal.fo
Safir ger comeback
Ikki tvingast til at brúka høgru
portal.fo
Bygdamenn kunnu
keypa seg inn
Ein gøta í Havn er til sølu
Sosialurin
Live-frásøgn?
John Petersen nærkast B36
Sosialurin
Paradoks
Hvat er galið við einum flott
um, naknum kvinnukroppi
í føroyskum klæðum.
Portal.fo
Hvønn vendir hann so bakið til?
Gerhard vendir sær til baklandið
Sosialurin
Framvegis ein løgreglumaður
Ikki minni løgregla á Sandi
Dimma
Hvat er hent?
Føroyar eru ósjónligar í Danmark
Sosialurin
Tað var ikki gamalt
Eik verður ein varin og
konservativur banki
Kringvarp.fo
Stór lokal søga!
Valdi Klaksvík fram um Havnina
Norðlýsið
Ruddið forsíðuna
Løgreglan handtikið ein mann
portal.fo
ranga
í
strúpan
Vilstur í jólahugna
Hesin
lendir
neyvan
aftur
Ein eldri maður fór til læknan til árliga kanning.
Lækin hevði ikki góð boð at bera honum.
- Vit hava tíverri funnið út av, at tú ert so sjúkur, at
tú hevur bert seks vikur eftir at liva í, segði læknin.
- Hvat? Eg havi tað fínt, havi ikki havt tað
betri í nógv ár. Tað kann ikki passa. Er tað
einki, sum eg kann gera, spurdi maðurin.
- jú, tú kundi kanska farið til heilsurøktina
og tikið eitt runubað hvønn dag.
- Fer tað gera meg frískan?
- nei, men so kanst tú venja teg við at liggja í mold.
Hvat kann
eg gera?
Hvussu við
siglandi
flogførum
Útvarpið bar herfyri tey tíðindi,
at nýggj og strangari krøv verða
sett flogførum, sum skulu til ella
úr uSa. Útvarpsmaðurin segði
soleiði: Eftir bomburoyndina í
amerikanska flogfarinum, hevur
USA sett strangari krøv til flogfør,
sum koma flúgvandi til USA.
Einki var sagt um, hvørt krøv
eisini verða sett eitt nú siglandi
ella koyrandi flogførum.