Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 16 Sosialurin www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Søkt verður eftir samskiftisfólki til fulltíðarstarv á stjórnarskrivstovuni at byrja skjótast møguligt. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvs- mannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknarfreistin er 2. februar 2011 kl. 12.00. Uppgávurnar eru m.a.: • Skriva tekstir, herundir tekstir til heimasíðu og intranet, týða og rættlesa • Skriva og arbeiða við lýsingum og kunngerðum til heimasíðu og fjølmiðlar • Taka myndir og viðgera tær • Vera við til at fyriskipa og fremja tiltøk, vitjanir, ferðir o.a. Meira fæst at vita um starvið á www.torshavn.fo SAMSKIFTISFÓLK Tórshavnar kommuna søkir vegna Miðstovnin í Gundadali eftir einum pedagogi til verkstað, fyri pedagog í farloyvi, at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Starvstíðin er fram til 31. desember 2010. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið. Umsókn saman við viðmælum upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Miðstovninum í Gunda- dali, Gundadalsvegur 6, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 7. februar 2010. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Astu í Toft, leiðara, tlf. 316042, ella við at hyggja á heimasíðu okkara www.midstovnurin.fo. PEDAGOGAR Lat meg enn einaferð gera greitt, at tíðindadeildin leggur stóran dent á óheftni í okkara virki. Fari aftur at vísa á, at tíðindaflutningur okkara í Eik málinum bygdi á skjøl, sum vit høvdu fingið innlit í, og at hetta vóru nýggjar upplýsingar, sum vóru viðkomandi fyri málið. Tú sigur, vit bera ósonn tíðindi, men eg vil staðiliga vísa hesum aftur, og fari at heita á teg um at lata vera við at koma við tílíkum ákærum. Eg fari samstundis at vísa tær á møguleikan tú hevur at klaga til fjølmiðlanevndina, um tú er misnøgdur og heldur okkurt vera at klaga um. Svar til Edmund Joensen Kjak Beinta Løwe Jacobsen Redaktiónsleiðari Kringvarp Føroya