fríggjadagur 21. januar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
16
VIKUSKIFTI
Hans Fróði Hansen:
– Størsti partur av føroyingum,
sum eru í føroyska búnanum
á ólavsøku, ganga og mala í
ørviti. Eg havi tó ongantíð hoyrt,
at nakar hevur klagað um tað
í føroysku miðlunum, hvørki,
at tað skal vera niðurgerandi
fyri Føroyar, ein vánalig fyrimynd
fyri børn og ung ella annað.
– Ein strippari í einum føroyskum
búna í einum høli, har dyrnar eru
afturlatnar, og sum tú mást koma inn av gøtuni fyri
at síggja, dugi eg ikki at síggja sum ein trupulleika.
– Hvat er munurin á einum fullum manni ella kvinnu
í føroyska búnanum, og so á einari kvinnu, sum ber
føroyskan búnan á einum náttklubba,
har fólk velja
sjálvi at fara?
Victoria Wild sjálv:
– Síðani eg byrjaði at strippa, havi eg havt eina ætlan um at fara til Føroya at
strippa í føroyskum klæðum. Fýra ár seinni er tað veruleiki. Eitt ella annað stað
eri eg nokk so stolt av at verða føroyingur, og eg eri ikki flov at vera strippari.
Tað kann vera, at fólk taka hetta illa upp, men eg síggi einki galið við tí.
Síðani Victoria Wild í juli læt Seg úr teimum FøroySku klæðunum á
einum palli á nátklubbanum Deep, hava tað Støðugt verið Við mErkingar
í miðlunum um, at før oySki búnin varð nýttur til Stripp.
HEr eru nakrar av teimum:
VIctorIa WIld
– stripp í føroyskum klæðum
Helena Dam á
Neystabø:
– Strippið í føroyskum
klæðum var lættisoppakent
og kommersielt, men eg
eri av teirri fatan, at vit
skulu hava so fáar reglur
og forboð sum gjørligt.
– Sjálvandi skulu vit eisini
hava virðing fyri føroyska
búnanum, og hann skal
avgjørt ikki enda sum fótatraðk, men eg rokni ikki
við, at eitt einstakt dømi sum hetta hóttir búnan.
– Vit skulu ansa eftir, at vit ikki konservera føroyska
tjóðarbúnan. Vit hava ein sera livandi tjóðarbúna,
sum verður nógv brúktur, og soleiðis skal tað eisini
verða frameftir. Gera vit eina reglugerðum brúkið er
vandi eisini fyri fundamentalismu og konservatismu.
Rúna Sivertsen:
- Vit hava tíverri onga
lóggávu, sum verjir búnan
móti at verða vanvirdan.
Eingin hevði helst ímyndað
sær, at slíkt kundi henda,
men eftir hesa ósømiligu
hending síggja vit, at
neyðugt verður at leggja
fram lógaruppskot fyri
at verja okkara tjóðbúna
ímóti vanvirðing.
Rudolf Joensen:
– Nú er tað so, at man
kann næstan ikki taka
eitt koyrikort, uttan man
skal vera avmyndaður í
føroyskum klæðum. Eg
havi næstan fingið vaml
fyri føroyskum klæðum.
Heri Jacobsen:
– At nakar skal lata seg øsa av, at hon einaferð
í Havnar Klubba hevur latið seg úr ella strippað í
føroyskum klæðum! Tað eru nógv konufólk, sum
eru í føroyskum klæðum á ólavsøku, men vit vita
einki um, hvussu tær lata seg úr tí seinni aftur -
uppá hvønn máta tað verður gjørt. Hví ikki taka
pengar fyri tað, at tú loysir stiman og dregur hann
spakuliga burturúr mallunum? Tað er ikki annað enn
eitt vanligt klædnaplagg. Føroysku klæðini eru ikki
standardiserað við eini statsautoriseraðari lóg.
lagt tIl rættIs: Eydna Skaale
Jákup Magnussen:
»Fólk vóru so ill um hetta við at strippa við føroyskum
klæðum. Eg helt tað riggaði so óluksáliga gott.«