fríggjadagur 21. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9
Sosialurin
Seinasta freist at lata inn broytingar
til Telefonbókina 2011 er týsdagin
1. februar 2011
Í juni 2011 verður Telefonbókin borin út til allar
fastnetstelefonfelagar. Verandi og nýggj virki,
handlar og stovnar, sum vilja nýta møguleikan at
lýsa á Gulu síðum, skulu boða frá hesum – bæði um
talan er um nýggjar lýsingar, ella um hildið verður
áfram við teimum verandi.
Hvítu síður
Týsdagin 1. februar 2011 er seinasta freist at lata inn broytingar til Hvítu síður
í Telefonbókini 2011 (vanliga telefonyvirlitið).
Prísir
Eykaupptøka
62,50 kr.
Undirupptøka
62,50 kr.
Undirstriking
62,50 kr.
Búmerki
3.750,00 kr.
Allir prísir eru við mvg.
Kontakt
kundaskraseting@ft.fo, tel. 80 80 14, faks 32 10 91
Gulu síður
Týsdagin 1. februar 2011 er seinasta freist at boða frá av nýggjum, um ein ynskir upptøku
í Gulu síðum.
Prísir
Eykaupptøka
62,50 kr.
Undirupptøka
62,50 kr.
Undirstriking
62,50 kr.
Grafi sk lýsing, grundgjald
1.750,00 kr.
Innrammað lýsing, grundgjald
1.250,00 kr.
Grafi sk ella innrammað lýsing,
fyri mm (min. 30 mm)
37,50 kr.
Allir prísir eru við mvg.
Kontakt
lysingar@ft.fo, tel. 30 30 30, faks 30 30 31
Telefonbókin
2011
Starvið
Høvuðsuppgávan hjá fíggjardeildini er at fyriskipa
og samskipa fíggjarligu viðurskiftini á stovninum
og at hava eftirlit við, at innan- og uttanhýsis
játtanirnar halda.
Sum kontrollari kemur tú sertakliga at varða av:
. eftirliti við byggiroknskapum
. váðameting av verkætlanum
. eftirliti við avtalugrundarlagi
. eftirliti við faktureringsætlanum
. eftirliti við, at játtanir verða hildnar
. og øðrum fyrifallandi uppgávum
á fíggjardeildini
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving innan
roknskap. Til dømis HD, HA ella cand.merc. Ert
tú verkfrøðingur ella líknandi við eftirútbúgving og
drúgvum royndum innan roknskap, eru vit eisini
áhugað at hoyra frá tær.
Royndir innan oman fyri nevndu uppgávum og/
ella innan grannskoðan er ein fyrimunur. Haraftur-
at er tað fyrimunur at hava innlit í byggivinnuna,
byggiløgfrøði og gongdina í byggiverkætlanum.
Tú dugir at varðveita yvirlitið, men evnar eisini
at fara niður í smálutir. Tú ert førur fyri at seta
kritiskar spurningar umframt at eftirkanna og
meta um roknskaparligu mannagongdirnar. Sum
persónur ert tú diplomatiskur og samstarvandi.
Tú dugir væl at lurta eftir fólki, men tú ert eisini
áhaldandi og megnar at skera ígjøgnum, tá tað
er neyðugt.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt-
málanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Arbeitt verður skiftitíð.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv)
verður at senda til lv@lv.fo og skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 31. januar 2010, kl. 08.00.
Merk umsóknina „Kontrollari“.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Árant Andriasson, fíggjarleiðara, á
telefon 290 821 ella við at senda ein teldupost til
arant@lv.fo
STARVSLÝSING
Kontrollari til fíggjardeildina á Landsverki
Søkt verður eftir kontrollara til Landsverk at byrja 1. mars ella skjótast til ber.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
Við umleið 140 starvsfólkum er Landsverk ikki bert ein av størstu almennu stovnunum í Føroyum, men eisini millum teirra, sum
hevur størstu serfrøðina savnaða undir sama taki.